fríggjadagur 29. mai 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
Nr. 101 • 29. mai 2009
ÚR ØLLUM
LANDINUM
Í salinum siti vit við rund borð.
Eini seks til átta við hvørt borðið.
Summar eru komnar í felag, aðrar
tvær og tvær, onkur einsamøll,
og so eru tað sum sagt Sámal
og eg. Allar síggja út til at hava
tað í felag, at tær vita nøkulunda
hvat tær eru komnar fyri at
uppliva. Tá Thorbjörg tosar um
kaltpressaða hørfræolju ella
sexy morgun smoothies, nikka
nógvar av teimum. Og tá tað snýr
seg um pinjukjarnir og pilates er
minst helmingurin av salinum á
heimavølli.
Sjálvur havi eg størstan áhuga
í sukurinum. Í skránni stendur, at
Thorbjörg skal læra áhoyrararnar
at “temja innara sukurtrøllið”, og
eg eri ikki tann einasti við hesum
ynski. Tá hon tosar um hvussu
torført tað er at koma av við
hugin eftir ísi, sjokulátu, lakresi,
gummibommum, køku og øllum
hinum søta, nikka nógvar frúur
so hart, at sjálvt ein risastórur
bismarkbolli hevði verið í stórum
vanda fyri at dottið úr munninum,
um tær altso høvdu ein slíkan.
Men tað hava tær ikki. Har er
vatn á borðinum, og í steðginum
er tað blandað frukt og stengur av
gularót og agurku.
Nú er tað ikki tí, at eg kenni
øll andlit í Havn, men tveir
triðingar av áhoyrarunum eru
um mín aldur – pluss/minus 10
ár – og eg skuldi kent tey flestu
andlitini aftur, um tey væl at
merkja vóru úr Suðurstreymi.
Men tað geri eg ikki. Altso eru
kvinnur komnar kropp á kroppi
úr so at siga øllum landinum fyri
at síggja fyrimyndina Thorbjörg
Hafsteinsdottir. Og hon er eisini
ein góð fyrimynd at hava. Sær
sunn og deilig út, sjálvt um tað
eru 50 ár og trý børn síðani hon
varð gitin. Men soleiðis hevur tað
ikki altíð verið.
ALKOHOLISMA OG
SUKURMISBRÚK
Thorbjörg vaks upp á bygd í
Íslandi. Og tó at tað ikki búðu so
nógv fólk í bygdini, so vóru ikki
meira enn 150 metrar millum
kioskirnar og pylsuvognarnar.
-Íslendingar eru ekstremistar á
nógvum økjum, og tað gav eisini
at býta, tá tað kom til matvanar,
fortelur Thorbjörg.
Við hús fekk Thorbjörg skjótt
ábyrgd av yngri systkjum, tí pápin
var alkoholikari og mamman varð
noydd at arbeiða hart. Thorbjörg
gjørdi tí mat og reint við hús, og
tá hon so endiliga hevði eina løtu
fyri seg sjálva, fylti hon bomm og
søtar sakir í seg.
-Tað var fyri so vítt einki nýtt,
tí eg helt bara áfram við at gera
tað, sum foreldur míni høvdu gjørt
frá tí eg kann minnast: Fylla sukur
í meg, fortelur Thorbjörg.
Longu sum seks ára gomul var
hon tí at meta sum ein sukur-
junkie, ið hevði torført við sita
í frið í ein hálvan minutt, hevði
ringt við at stýra sinninum, og tá
hon seinni fór í skúla, fekk hon so
at siga einki við av tí, sum roynt
var at læra hana.
-Men hvussu skal tað vera,
tá mann etur fylt fransbreyð til
frokost, spyr Thorbjörg.
Og so fortelur hon, at
um
epparar
Thorbjörg Hafsteinsdottir hevði gott tak á
áhoyrarunum á Hotel Føroyum, tá hon vitjaði við
sínum anti-age boðskapi miðskeiðis í mai
Mynd: Leif Láadal