fríggjadagur 29. mai 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 101 - 29. mai 2009
Eftir øllum at
døma er Føroya
Tele um at keypa
Vodafone í Íslandi.
Morgunblaðið í
Íslandi skrivar at
samráðingar hava
verið. – Eg havi ongar
viðmerkingar til
málið, sigur Kristian
Davidsen, stjóri á
Føroya Tele
Keyp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sambært Morgunblaðnum í
Íslandi er Føroya Tele um at
keypa Vodafone í Íslandi.
Sambært Morgunblaðnum er
heilt tætt við eina avtalu, sum
hevur við sær, at Vodafone
verður keypt av Føroya Tele.
Tað er landsbankin í
Íslandi, sum eigur Vodafone,
og Morgunblaðið skrivar, at
Føroya Tele hevur verið í
tøttum sambandi við Lands
bankan um at keypa Voda
fone í Íslandi.
Í Føroyum er dóttirfelag
hjá Vodafone í Íslandi, og
tað er í beinleiðis kapping
við Føroya Tele.
Ein møguleiki er, at Før
oya Tele keypir Vodafone í
Íslandi, men ikki Vodafone
í Føroyum, men hetta dugir
Bjarni Bjarnason, stjóri á
Vodafone í Føroyum illa at
ímynda sær.
Hetta er púra nýtt fyri
mær, men tað er bara eitt
felag í Føroyum, sum hevur
áhuga at koma í eina mono
polstøðu, og tað er Føroya
Tele. Skuldi tað hent, at Før
oya Tele keypir Vodafone,
so keypa teir eisini okkum,
sigur Bjarni Bjarnason.
Hann leggur afturat, at
vanliga keypir tú eisini
dóttirfeløgini, tá tú keypir
eitt partafelag, men tað ber
kanska til at gera tað øðr
vísi.
Føroya Tele keypir Vodafone
Mr Flash skal rista G!
Mr. Flash er útgivin á franska plátufelagnum Ed Banger Records, ið eisini stendur aftan
fyri stór nøvn á dansigólvinum sum Justice, Busy P, Uffie, SebastiAn. Tað var fyrstnevndi,
Justice, ið gjørdi Ed Banger Records heimskent sum plátufelag, tá remiksið “We Are Your
Friends” og síðan “D.A.N.C.E” komu út í 2007. Mr. Flash er ein virkin tónleikari, og
seinastu sprell frá hansara síðu eru “Disco Dynamite” og “Over The Top”. Hann hevur
remiksað fyri Kanye West og er harafturat við á øllum teimum trimum savnsfløgunum, ið
Ed Banger hevur givið út. ”Surra sum sansaleys skinnfluga og gleð teg til Mr Flash, tí tað
eru bara allarbestu, harðastu, dugnaligastu og skitnastu DJ´arnir, sum Ed Banger
presenterar, og Mr. Flash, hann liggur høgt í hierarkinum hjá teimum og okkum!” Eins
og undanfarin ár, er tað Undirbeat, sum skipar fyri tiltøkunum í Grundini, sigur G! í
tíðindaskrivi í morgun.
Siðiliga daman, sum
bara tosar um álvar
som evni, Armgarð
Arge, avdúkaði í
morgun, at tað er hon,
sum í vetur hevur
tosað um alt, sum
rørir seg, í klummuni
hjá Kringvarpinum
Klumma
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Uppskotini
vóru
mong.
Brynhild Thomsen, Rigmor
Dam, Jenny Petersen, Jákup
Weihe, Karoline Taastrup
og Elin Winther Poulsen,
men fáur mundi gita, at
hvassa pennin í klummuni
hvønn fríggjarmorgun átti
Armgarð Arge.
Hon tosar bara um tílíkt
trist. Tað er bara religión,
og tað er onki stuttligt.
Soleiðis hava nógv hugsað,
sambært Armgarð Arge,
sum í morgun helt seg hava
fingið allar sínar fordómar
váttaðar.
Tað er løgið, hvussu fólk
hava reagerað. Tað virkar
sum, at fólk als ikki vita, at
tað ber til at hava humor, tá
mann eisini tosar um gud, og
tí er tað veruliga stuttligt at
síggja allar mínar fordómar,
sum onnur hava um meg
verða váttaðar í morgun.
– Tað skriðar í fingrunum
at skriva eina klummu um
júst tað, staðfestir hon.
Skuldi avdúkast
Hugskotið
til
klummuna
kom uppi í útvarpinum, tá
morgunvertirnir skuldu finna
útav vetrarskránni. Summi
hava kanska onkuntíð illneit
ast inná, at klumman hevur
kann líkjast dulnevndum
lesarabrøvum, men Armgarð
Arge hevur ongantíð følt, at
støðan var soleiðis.
Tað var alla tíð ætlanin, at
tað at enda skuldi avdúkast,
at tað var eg, sum skrivaði
klummurnar, og tí havi eg
ongantíð kent meg illa av tí,
sigur Armgarð Arge.
Hon greiðir somuleiðis
frá, at uttan frælsi við at
verða dulnevnd, so hevði als
ikki borið til at skriva á sama
hátt, sum eg havi gjørt.
Fekk hugskot
allastaðni
Evnini hava alla tíðina verið
rættiliga aktuel, og Armgarð
Arge heldur tað vera stutt
ligt, at tað bar til at finna
hugskot allastaðni.
Tá tú ert dulnevndur, so
kanst tú spyrja inn til ting,
tú annars ikki fært spurt
um, tí bar væl til at fáa hug
skot við kaffiborðið í kring
varpinum og so framvegis,
sigur Armgarð Arge, sum
staðfestir, at hon nógvar
dagar gleddi seg at koma
heim at skriva klummuna.
Sjálva klummuna skriv
aði eg so við dundrandi øði.
So smekkaði eg telduna
saman, og so at pussa upp á
klummuna seinni, greiðir
hústeologurin í Kringvarp
inum frá.
Øll eru eins
Klummurna hava ofta verið
eftir tí borgarliga. Har øll
skulu vera eins. Hava líka
stór hús, líka vorðið jóla
pynt og so framvegis.
Hetta stendur Armgarð
Arge eisini fast við, og ser
liga minnist hon aftur á eina
klummu undan jólum.
Hvat er tað fyri nakað,
at øll skulu hava eins jóla
pynt. Hví skulu vit hava
lilla jólapynt, tí bløðini siga
tað. Ongin torir at brúka sítt
gamla jólapynt, sum børnini
til dømis hava gjørt, sigur
Armgarð Arge, sum er sann
førd um, at tað hevði verið
stuttligari, um ikki øll
royndu at vera so eins.
Ria bjargaði
Tað er Ria Tórgarð, sum
hevur lisið klummurnar í
útvarpinum, og Armgarð
Arge staðfestir, at hetta var
týdningarmikið, tí tað er
ikki altíð so lætt at lata ein
tekst frá sær.
Ria hevur verið perfekt.
Hon hevur dugað so øgiliga
væl at fanga andan í tí, sum
eg skrivaði, so tað hevur
ongantíð verið nakað at seta
fingurin á. Tað kundi ikki
verið
betri,
staðfestir
Armgarð Arge
Út at renna
Í morgun var klumman um
dellur, tað at renna ov vera
sunnur og so framvegis.
Um heilsurazzi’ina um tað
kann kallast soleiðis, og
hóast Armgarð Arge ikki
hevur runnið so øgiliga
nógv, so er hon klár.
Eg má bara staðfesta, at
eg eri umringað av fólki,
sum taka ítrótt í størsta álv
ara. Børnini íðka øll ítrótt,
og maður mín fer at renna
maraton í summar. Sjálv
eigi eg alla útgerð, men eg
havi ikki brúkt hana so
nógv, men nú verður tað, eg
fari at sníkja meg niðan á
Tórsbreyt »i nattens mulm
og mørke«, staðfestir hon.
Armgarð lumpaði øll
Í morgun avdúkaði
Armgarð Arge, at tað er
hon, sum hevur skrivað
skemtiligu klummurnar í
Kringvarpinum í vetur