Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2009 Nú Fish Expo Faroes 2009 hevur verið hildin í Føroyum, hevur fyritøkan á Kambsdali, JT electric, gjørt ein stóran sáttmála um aliljós til alifelagið Marine Harvest í Skotlandi. - Jú, eg vil siga, at hetta er ein ”fornuftigur” sáttmáli, sum er við til at leggja lunnar undir ein part av okkara virksemi frameftir, sigur Sofus Gregersen, sølu-og marknaðarleiðari Fish Expo FaroEs Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyritøkan JT electric á Kambsdali, sum í fleiri ár hevur framleitt ljós til alivinnuna, fekk í gjár ein hampiliga stóran sáttmála í lag við alifelagið, Marine Harvest í Skotlandi. JT electric hevur bás og er við á Fish Expo Faroes 2009, sum í dag hevur sín seinasta framsýningardag í Gundadali. Sofus Gregersen, sølu-og marknaðarleiðari hjá JT electric, sigur, at sáttmálin snýr seg um eini 200-300 aliljós, og í krónum er talan um eina hálva miljón. - Hetta er ein hampiliga stórur sáttmáli í okkara verð, ásannar hann. Tað eru norðmenn, sum eiga Marine Harvest í Skotlandi, og tað eru eisini norðmenn, sum eru við í Marine Harvest í Føroyum. Sofus Gregersen sigur, at sjálvandi er JT electric ikki einamallur veitari av aliljós- um í londunum kring um okkum, men felagið hevur drúgvar royndir í hesi fram- leiðslu gjøgnum mong ár. - Í hesum førinum vunnu vit kappingina um aliljósini til skotska felagið í kapping við framleiðarar í Skotlandi og Noregi. Hann sigur, at JT electric vann kappingina, tí felagið hevur eina góða og drifts- trygga vøru, ljósini eru løtt at seta upp, og haraftrat eru tey løtt at servisera. - Aftrat øllum hesum eru okkara aliljós kappingarfør í prísi, leggur hann aftrat. Samarbeiði Sofus Gregersen sigur, at JT electric hevur ein góð sambond í Skotlandi, og eitt nú hevur felagið sam- band við eina fyritøku, sum aftur hevur gott samband við Marine Harvest. - Skotska felagið hevur soleiðis havt sín leiklut í hesum sáttmála, sum enda- liga kom undir land í gjár. Sølu-og marknaðarleið- arin sigur, at JT electric hevur ikki havt veitingar til skotska felagið áður, og tí er hetta felag ein nýggjur kundi hjá teimum. - Jú, eg vil siga, at hetta er ein ”fornuftigur” sátt- máli, sum er við til at leggja lunnar undir ein part av okkara virksemi frameftir. Sofus Gregersen sigur, at aliljósini verða framleidd á fyritøkuni á Kambsdali. - Sjálvandi keypa vit ymiskar komponentar til aliljósini, og vit hava okkara veitarar í so máta, men hetta er okkara snið og okkara framleiðsla, leggur hann aftrat. Aliljósini, sum Marine Harvest í Skotlandi keypir frá JT electric eru av slagn- um Oceanlite XPV400W. Annar áhugi Fyritøkan á Kambsdali hevur nógvar ymiskar framleiðslur og veitingar í sínum virki og í sínum vøruútboði, men nú JT electric luttekur á Fish Expo Faroes 2009 eru tað serliga tríggjar framleiðslur ella skipanir, sum felagið gjørdi av at vísa fram. - Vit hava lagt dent á 1) nýggja trolmyndatólið (TrawlCam), 2) ljós til smoltstøðir og alibrúk (Oceanlite) og 3) eina nýggja multistýriskipan til alivinnuna (Control All), sigur Sofus. Sølu-og marknaðarleið- arin sigur, at nógvir fiski- menn og reiðarar eisini hava verið fram við á básinum og hava spurt um TrawlCam-skipanina. Hann sigur, at samráð- ingar eru um sølu av hesi skipan til nøkur føroysk feløg, sum eiga og reka trolarar. - Henda skipan varð slept út á marknaðin í januar mánaði í 2008, og síðan tá hevur áhugin fyri henni verið rættiliga stórur, ikki minst í útlandinum. Umleið 80-90% av søluni hevur verið á útlendska markn- aðinum, og millum keyp- ararnar er eitt stórt reiðarí í Seattle í USA, sum hevur keypt fleiri slíkar trolkam- era-skipanir til síni skip. Hann vísir á, at kamera- skipanin bæði verður keypt til pelagisk skip, ið fiska við flótitroli og til skip, sum fiska við botntroli. - Føroysk reiðaríir hava verið eitt sindur trekari til at útvega sær hesa skipan, og ein orsøkin kann vera, at okkara fiskifloti ikki hevur havt allar bestu dagar. Sofus Gregersen sigur, at fleiri føroyskir fiskimenn, sum sigla við eitt nú norskum og grønlendskum skipum og hava hesa skipanina umborð, hava vitja inni á básinum. - Teir, sum hava havt høvi at arbeitt við hesi skipan, halda avgjørt, at TrawlCam eigur at verða í trolinum á hvørjum trolara. Flyta veruleikan TrawlCam-skipanin vísir við livandi myndum við høgari dygd, hvussu reiðs- kapurin virkar. - Fylgjast kann við, hvussu trol og lemmar ganga, hvussu atferðin hjá fiskinum er, og soleiðis gerst tað munandi lættari at taka avgerðir um, hvat kann gerast fyri at fáa fiskiskapin at verða betri. Tú kanst við øðrum orðum “flyta” veruleikan úr dýpinum og upp á brúnna, sigur sølu-og marknaðarleiðarin hjá JT electric, Sofus Gregersen. JT electric hevur fingið stóra bílegg- ing úr Skotlandi Sigrið vann »The Eagles« konsertferð Tann hepni vinnarin av SMS kappingini hjá 62ºN travel fyri mai mánaði er funnin. Vinnarin bleiv Sigrið Petersen úr Vestmanna. Sigrið skal tískil saman við fleiri øðrum av landinum nú hósdagin. Fyrst flúgva tey til Billund har bussur koyrir ferðalagi víðari til Århus. Í Århus verður gist á Comfort Hotel Atlantic sum liggur í miðbýnum. Sjálv konsertin við ”The Eagles” verður leygardagin 30. mai. Kl 20. Samlingsfløgan “Their Greatest Hits” 1971 – 1975 er tann fjór mest selda fløga nakrantíð við 49 mió. eintøkum. Hetta boðar frá einari konsert í heimsflokki í Århus. Sigrid gleðir seg at hoyra legendurnar ”live on stage” við ma. ”Hotel California” og ”Take It Easy” Vinningurin sum Sigrid hevur vunnið er ein ferð fyri 1 persón íroknað flogferð, busflutning, hotel gisting og atgongumerki til konsertina. Mynd: Bergur Thomsen frá 62ºN handar Sigrið gávubrævið. Sofus Gregersen