fríggjadagur 29. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 101 • 29. mai 2009
Tann nýggja
fløgan hjá Arne
Würgler gevur
mótleysum
treysti og
fagnar tí
dýrabaru
løtuni
Uppi á loftinum hjá okkum lá
leingi ein gomul barnabók, slitin í
lepar av at verða lisin upp í saman
umaftur og umaftur. Ferðin til
Tripiti æt hon, og har varð fortalt
um gomul brákað leiku, sum á
veg til sælunnar eldorado fáa síni
mein ella sár grødd. Tey koma til
eina strond, og hinumegin havið
sæst oyggin Tripiti, við tornum
og glampandi býarljósum. Sama
kvøld, liggjandi undir heitum,
reinum dýnum, vita tey, at nú eru
tey komin heim. Henda søgan, í
grundini ein paradís-myta, kann
eisini sigast soleiðis:
Der er mørke skyer på himlen
Min vej er stejl og fuld av sten
Men bløde senge står og venter
Nu blir jeg fri for mine men
Nu går jeg hjem for at se min mor
Hun er der, når jeg kommer frem
...
Henda tekstin finna vit á
fløguni En Hjertesag, sum í
gjárkvøldið datt inn um mína
gátt, brosandi, bjartskygd og
respektleys. Fløgunnar skapari
er tann danski sangarin og
yrkjarin Arne Würgler, sum sæst
uttan á húsanum við gittara á
økslini, kanska á veg til býin
Machen í Norðurtýsklandi at hitta
vinmannin og musikaran Nils
Tuxen, sum hevur ríkað verkið
við tónum frá fimm ymiskum
ljóðførum.
Sangurin, eg havi endurgivið
part av omanfyri, er ein umyrking
av tí kenda amerikanska andaliga
fólkasanginum “Wayfaring
Stranger”, sum m.a. Burl Ives,
Joan Baez og Johnny Cash hava
sungið. Og tað er undranarvert, at
tað ber til at endurgeva ein tekst,
sum í grundini er religiøsur, á so
blúgvan og óuppgjørdan hátt, at
ein og hvør kann gera tekstsins
orð til síni:
Nu går jeg gennem perleporten
Vejen frem er pludselig nem
Nu går jeg til de kendte egne
Nu går jeg til mit kære hjem
Umsetingin undirstrikar eina av
mongum dygdum við hesi útgávu,
í hesum føri tað – sum mong hava
vitað leingi – at tað musikalska
og tematiska klaviaturið hjá
sekstiáranna mótmælissangarum
og barrikadudandarum er
víðkað og ríkað til eisini at
fata um tað persónliga og tað
tilveruliga. Her gongur sjón fyri
søgn, tí á En Hjertesag finna vit
eggjandi sosialar tekstir, hvassar
viðmerkingar, tíðleysar fólkavísur,
umframt tekstir, har Danmark
verður revsað eins væl og elskað.
Eitt serligt pláss á fløguni eigur
kærleikssangurin “Du er mit lille
orgie”, kveiktur av tí eymleika,
eitt gamalt fotografi kann vekja:
Du er mit lille orgie
Du sjoveste af børn
Indimellem fryser du
Som isens hvide bjørn
Du er mit lille orgie
Min glade nordenvind
Dine grågrå øjne gemmer
Dit varme vilde sind.
Føroyar eru ikki nakað Amalfi,
vínrunnar spretta ikki í okkara
reynum, og gullsand finna
vit ikki í okkara áum. Men í
hesum døgum síggja vit, at tær
smáu, vindbardu villblómurnar,
sum kaga fram í andglettin úr
svørði ella eyri, eiga sterkari og
sjáldsamari litir enn blomstur
aðrastaðni. Og júst hetta – tann
serliga, føroyska eksotisman - er
evnið í “Du er mit lille orgie”,
sum er ein kvøða til ta føroysku
gentu, sum kom at fylgjast við
Arna á tilveruferðini til – ja, hví
ikki? - Tripiti.
Men á hesi fløgu er sanniliga,
og tíbetur, eisini annað enn
kærleiki og eymleiki. Tann næst-
seinasti sangurin á útgávuni er
ein rapparatekstur, kveiktur av
eini veruligari hending. Tá ið tað
danska Kongaskipið í september
í fjør skuldi koma til Ærøskøbing,
stóð ein unglingi á bryggjuni
við einum bannara við áskriftini
Ned med monarkiet á. Ivaleyst
hevur hann hildið, at Danmark
– sum prædikar um talufrælsi í
muslimskum londum – sjálvt fór
at liva upp til egin krøv. Men hesin
raski, ungi demokraturin fekk aðra
bók at lesa í. Hann bleiv álopin av
fýra løgreglumonnum, og
En pressede et knæ mod det
nederste af min ryg
En anden trak mine arme op i ryk
Med hænder i håndjern gør det
virkeligt ondt
Men at blive arresteret skal vel
ikke være sundt ...
Tað er at fegnast um, at onkur
tekur talufrælsið í álvara, og
ikki minst her í Føroyum – har
snobbanna fylgi tykist størri
nú enn nakrantíð fyrr – er tað
vælgerandi at hoyra ein tekst
sum “Ytringsfri”, har gjørt verður
vart við, at tað lekur so tað munar
millum teori og praksis.
Men latið okkum venda aftur til
Føroya. Arne hevur ferðast nógv
henda vegin og hildið konsertir,
fyrstu ferð í seinnu helvt av
sjeytiárunum saman við sínum
vinmanni og medsangara Benny
Holst. Hann hevur eisini hildið
skeið fyri føroyskum sangarum,
sangskrivarum og tónleikarum.
Ikki minst áhugavert við hansara
nýggju fløgu er, at hann hevur
valt at geva Martini Joensen
eitt heiðurspláss á henni. Hetta
er ikki at undrast á, tí Martin
Joensen er ein av okkara mest
áhugaverdu yrkjarum og laga-
smiðum. Yrkingin, Arne hevur
valt, er tann meditativt-sorgblíða
“Jeg vil gemme dig” (á føroyskum
“Lat meg goyma teg”, av fløgu frá
2006 við sama heiti):
Giv mig penne, jeg vil tegne
Lad mig få det hele med
Lad mig gemme dine skygger
Før du ta´r afsted
Lokke lyset fra dit hår
Fange øjnes drømmedyb ...
Ein ikki ókend siðvenja í donskum
skaldskapi, sum eitt nú bæði
Jeppe Aakjær, Piet Hein og
Halfdan Rasmussen umboða,
er kynstrið at klæða álvarsemið
í eitt lætt, fyndugt og stuttligt
plagg, uttan at tað fyri tað missir
nakað av síni vekt. At Arne dugir
henda kunstin - antipatetiskan
patos, kunnu vit kanska rópa tað
– vísir hann í tí originala “Lille
Marie flyv op”, sum á sín hátt
er ein viðmerking til tað nýggja
stættastríðið, hvørs avleiðingar
í fyrstu syftu lond sum Ísland
og USA hava smakkað, og sum
vísti sítt óhugnaliga og náði-
leysa andlit í nett somu løtu,
sum okkara framskygdi javnað-
aroddviti Jóannes Eidesgaard
boðaði frá, at nú var tað tikið av
dagsskránni:
VILLBLÓMUR OG TALU
Ummæli
Hanus Kamban