Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2009 JT electric hevur luttikið á Fish Expo Faroes 2009, og nú framsýningin endar í dag, kann fyritøkan vísa á, at ein stórur sáttmáli um aliljós til Skotlands er fingin í hús Mynd: Jens Kr. Vang - Vit eru farin fyrr í gongd í ár við at senda út brøv og áheitanir á fyritøkur um at luttaka á FaroExpo í Runavík til heystar, og vit vænta ikki, at undirtøkan í ár verður minni enn hini árini, sigur Símun Hammer hjá Virkisráðgevingini í Saltangará Fish Expo FaroEs Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum teir mongu framsýnararnar á stóru fiskivinnustevnuni Fish Expo Faroes 2009 eru tey, sum standa aftanfyri eitt annað stórt stevnutiltak í Føroyum, nevniliga FaroExpo, sum nú á fimta sinni verður hildin í Runavík til heystar. FaroExpo er ikki ein stevna av sama slagi sum Fish Expo Faroes. - Okkara stevna er ikki ein fram- sýningarstevna, men ein vinnustevna, har fyritøkur úr Føroyum og útlandi- num hittast til fundarvirksemi. Fund- irnir millum luttakararnar eru avtalaðir frammanundan, og síðan gongur fundarvirksemið uppá “skift”, um vit so kunnu siga. Vanligt er, at tvær og tveir fyritøkur fundast sínámillum, og tá fundirnir eru lidnir, ringir ein klokkan, og síðan verður farið til næsta fund við eina aðra fyritøku. Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgevingini, væntar, at undirtøkan til heystar verður góð, men ivasamt er sjálvsagt, um stevnan fer at veksa, soleiðis sum tíðirnar eru. - Vit eru fyrr á sjóvarfallinum í ár enn onnur ár og hava soleiðis longu sent út nógvar innbjóðingar, eitt nú einar 400 til føroyskar fyritøkur. Hann sigur, at nakrar av útlendsku fyritøkunum, sum eru við á Fish Expo Faroes 2009, eisini plaga at luttaka á FaroExpo. - Av føroysku fyritøkunum, sum eru við á hesi stevnuni í Gundadali, plaga eini 80-90% eisini at verða við á FaroExpo í Runavík, sigur Símun Hammer. Ein ráðstevna verður hildin í sam- bandi við FaroExpo. Henda stevnan plagar at verða í Kelduni í Skálafirði, men í ár, nú Runavíkin hevur fingið stórt og snotuligt mentanarhús, verður ráðstevnan hildin í nýggjum og væl- egnaðum hølum, beint við sjálva ítrótt- arhøllina, har FaroExpo verður hildin. Símun Hammer og Rannvá Troest á básinum hjá FaroExpo Mynd: Vilmund Jacobsen FaroExpo í Runavík fyri fimtu ferð Miðlahúsið hevur eisini havt bás á Fish Expo Faroes 2009, har vit hava gjørt samrøður til Sosialin og Rás2 við ymiskar framsýnarar og fólk, sum eru dottin fram við. Tað er altíð hugnaligt at vera við á slíkum framsýningum, og hetta er eitt gott høvi at hitta fólk, sum á ymiskan hátt eru viðskiftafólk hjá fyritøkuni í Vágsbotni. Í aðrar mátar er hetta eisini eitt gott høvi at fáa í lag nýggj sambond og nýggjar avtalur við fyritøkur og einstaklingar, bæði innan tíðindaflutning og marknaðarførslu. Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller og marknaðarleiðarin á Rás2, Birgir W. Høgnesen, hava gjørt fleiri samrøður til Rás2, eins og blaðfólk hjá Sosialinum og myndamaður javnan hava verið fram við á básinum og kring um á øðrum básum, har “snoddað” hevur verið til ymiskt, sum rørist í vinnulívinum, bæði heima og úti. Miðlahúsið á Fish Expo Faroes