fríggjadagur 29. mai 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • 29. mai 2009
Vikuskifti 11
Lille Marie lille Marie flyv op
Lille Marie lille Marie flyv op
Spekulanternes champagne
Smager af prop
Lille Marie lille Marie
Flyv op
Og í næsta ørindi er myndin víðk
að, so hon hevur fingið kosmiskan
vong:
Vi har kun denne klode
I galaksen
Pas godt på mælkevejen
Lille Marie
Marolle
Walk the line
Øll verk, sum nakar dugur er
í, hava okkurt serligt rúm ella
umráði, sum talar til hjartað hjá
tí einstaka, og í slíkum førum
hevur ivaleyst tann subjektiva
tilgongdin týdning, tí so ymisk
vit eru, eru eisini okkara hjørtu.
Og tað er ikki yvir at dylja, at
tann skering á hesi fløgu, sum
undirritaði oftast fer at venda
aftur til, er “Sorg”, ein gomul
donsk vísa, frystandi vøkur,
sum Arne syngur í lýtaleysum
áralag við ta beinraknu aðru
røddina hjá Sine Bach Rüttel,
meðan mandolinin hjá Nils Tuxen
leggur sína virtuost leikandi
tolking aftrat. Bæði tekstur, lag,
framførsla og sangarans sublimt
nøtrandi klanglitur fáa lurtaran
at spyrja seg sjálvan, hvussu
tað ber til, at tann – sum tað
tykist – upphavsleysa, anonýma
fólkavísan best av øllum megnar
at skapa grípandi, tíðleysa
melankoli. Beint nú veit eg bara
um ein tekst, sum (um enn hann
er daprari) hevur sama tóna sum
“Sorg”, og tað er yrkingin “Donal
Og”, eisini hon skapt av ókendum
skaldi, sum Lady Augusta Gregory
týddi úr írskum:
You have taken the east from me;
you have taken the west from me;
you have taken what is before me
and what is behind me;
you have taken the moon, you
have taken the sun from me
and my fear is great that you
have taken God from me!
“Sorg” endurgevur, við vísunnar
rímborna sniði og myndum, ið
næstan sipa til altargang, ein
stemning av sama slagi:
Der skænket blev for mig
To underfulde skåle
Den ene fyldt med vin
Den anden fyldt med tårer
Men tåren drak jeg ud
Mens vinen den står klar
Den er for dig beredt
Som mig bedraget har
Yvir En Hjertesag er ferð, dýna
mikkur, fjølbroytni og kensluligt
avlop. Tann lýriski dámur, sum
er yvir mongum av tekstunum,
fær eitt hóskandi mótspæl frá
tí ofta heldur stramma og neyva
sangháttinum. Av persónum,
sum hava givið einstøkum
sangum íblástur, kann ein
nevna tann týska rithøvundin og
kabarettyrkjaran Erich Kästner,
Johnny Cash og Barack Obama
forseta, sum, heldur Arne, iva
leyst – tað slepst ikki undan fer
at skapa vónbrot, men kortini
hevur tendrað eina vónarkertu.
Sjálvur hevur Arne, umframt
sangin, gittarspæl um hendur.
Sine Bach Rüttel leggur sína rødd
aftrat summum framførslum. Nils
Tuxen syngur og leikar gittara,
drobro, mandolin, banjo og bass.
Fotomyndin á húsanum er eftir
Tobias Plass. Teimum báðum
klassisku tekstunum “Drøm om et
sted” og “Det er nu” ber Jesper
Jensen kannuna av.
Og allir hesir streingir lýrisk
ir, musikalskir, vokalir og foto
grafiskir – taka hendur saman til
at kveikja áræði, seta rættvísi
aftur á dagsskránna, geva teim
um mótleysu treysti og fagna tí
dýrabaru løtuni:
Avanti popolo
Og Bella ciao
Slut med junglelovs
Tsunamihav
The times they are a changing
Drømmer vi i dag
Vores liv ku´ blive
En hjertesag
Arne Würgler: En Hjertesag.
Indspillet af Nils Tuxen. Mixet
af Nils Tuxen og Arne Würgler.
Mastereret af Jan Eliasson.
Fotos Tobias Plass. CD Artwork
Maiken Ingvordsen. Fløgan fæst í
føroyskum musikkhandlum.
UFRÆLSI
Wolles familjan í
Trøllanesi og hendingar úr
bygdasøguni er evnið í
nýggjari bók, sum verður
løgd fram í komandi viku
Nýggj bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað er Jákup Andreasen, ið
hevur skrivað bókina um Wolles
fólkini á Trøllanesi. Søgan
byrjar í 1828, tá ein ungur
havnarmaður flytur norður
á Trøllanes at búgva. Hetta
er Rosenmeyer hjá Skipar
Hansen, sum var føddur í Havn,
og sum frammanundan hevði
verið húskallur á Viðareiði.
Rosenmeyer var triðyngstur
av 20 børnum í tveimum
giftum og var uppkallaður eftir
handilsstjóranum í Rybergs
handli í Vágsbotni. Hann
giftist í 1833 við Maluni, sum
var yngsta bóndadóttirin úr
Innistovu á Trøllanesi.
Ognarleysir
uppisitarar
Rosenmeyer og Malan fluttu
inn í eina roykstovu, sum
nevndist Uppistova, og sum
hevði staðið tóm síðan 1815. Tey
vóru ognarleys, men gjørdust
uppisitarar hjá skyldfólki hjá
Maluni í Mikladali, og tí fingu
tey loyvi at giftast. Tríggir menn,
sum itu Rosenmeyer, hava búð
í Uppistovu á Trøllanesi síðan
1833. Tann seinasti doyði í 1996.
Í bókini um Wolles familjuna
og Trøllanes verður greitt frá
um eftirkomarar hjá hjúnunum
í Uppistovu fram til dagin í dag.
Nøkur av hesum fólkum hava
Wolles sum eftirnavn, sum
Skipar Hansen upprunaliga
navngav summum av sínum
børnum.
Bókin viðger eisini viðurskifti
úr bygdarsøguni, t.d. um
skúla og lærarar, postflutning,
heilsuviðurskifti, trúarlív og
óhapp og vanlukkur á sjógvi og
landi.
Nógvir eftirkomarar
Hjúnini í Uppistovu fingu nógvar
eftirkomarar, og sum dømi
kunnu nevnast: Jákup Frederik
og Hans Petur Øregaard, Elspa
á Dul og Oluffa Myglegaard,
Símun Jóhan og Rosenmeyer
Wolles, Jógvan Isaksen og
Finnbogi Ísakson, Fía Høj og
Ruth Olsen, Ingvard og Martin
Fjallstein, Karl Wolles og Agnas
Fjallsá, Ragna Jacobsen og
Jórunn Dánialsdóttir.
Bókin verður løgd fram alment
hóskvøldið 4. juni klokkan 19.30
í Norðoya Sparikassa. Á fram
løguni fer Jákup Andreasen at
greiða um bókina. Eisini fer Ása
Justinussen, sum var gift Finn
boga Ísakson, at siga nøkur orð.
Søgan um Wolles
familjuna út í bók
Myndin er frá seinasta túrinum hjá Barsskor á Trøllanes