Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 101 - 29. mai 2009 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Hava livað sum var tað jólasøla alt árið Her á hesum stað hava vit staðiliga víst á, hvussu fyri- sitingarkostnðaurin av okkara lítla landi er farin alt ov høgt upp. Vit fingu ein Norman Christensen bygnað, sum er ov dýrur og sum hevur víst seg at rigga ov illa. Vit hava eina játtanarskipan, sum ikki lítur nøkrum nakað til, og vit kunnu bara staðfesta, at úrslitið er hareftir. Tað er stórt spell, at man ikki dugdi afturhald í central- iseringini og bureaukratiseringini av almennnu Føroyum, meðan tíðirnar vóru góðar. Tað er altíð keðiligt at verða noyddur at skera niður í ringum tíðum. Tì at skera verður uppgávan hjá landsstýrinum. Man hevur í almennu Føroyum lagt útreiðslustøðið eftir rekordinntøkum, og nú sita vit við einum fíggjar- lógarhalli, sum nærkast milliardklassanum. Vit hava seinastu árinni havt methøgar MVG inntøkur og skattainntøkur annars, og hetta er so útreiðslusíðan á fíggjarlógini løgd eftir. Tað svarar til eina sølubúð, sum setur føstu mánaðarligu útreiðslurnar eftir jólasøluni. At man so harafturat skerdi blokkin í óðum verkum, uttan at tora at fortelja almennum starvsfólki, at tað kom at kosta almenn størv, ger ikki støðuna betri. Hvar skal so skerast? Nógv fokus er á tunlar og hørð virðir, men tað er tíverri torvmold í eyguni á veljarnum. Tunlar og infra- strukturur annars er bert ein lítil brotpartur av okkara fíggjarlóg. Almanna- og heilsumál og mentamál eru umleið 70% av fíggjarlógini, og tað hevur verið støðan seinastu nógvu árini. Tey sokallaðu hørðu virðini fylla nærum einki á fíggjarlóguni, og nevnast kann, at undirsjóvartunlar eru minni enn 1%. Stóri trupulleikin er almennur rakstrarkostnaður. Almenni raksturin er dýrkaður við á leið einari milliard upp á fimm ár. Okkurt er gamaní farið til betri veitingar og betri tænastur, men nógv er farið í rakstrarøkingar, sum borgarin hevur merkt lítið ella einki til. Besta tekinið um, at borgarin hevur merkt ov lítið til økingina, er helst mytan um, at alt fer til betong og asfalt. Pástandurin hevur einki hald í veruleikanum, og ikki er ilt at gita seg til, hví flokkar við stórari undirtøku í høvuðstaðarøkinum nøra um ta mytuna. Hvat er so at gera? At spara, sum man ger nú, har vælferðartænastur og Palliba standa fyrst fyri skotum ber ikki til. Tað ber ikki til at minka um almennu tænasturnar fyri at kunna hava ráð til at varðveita eina stóra umsiting. Umsitingin má vera beinleiðis proportional við tað, ið umsitið verður. Her mugu politikarar koma inn við einari beinharðari raðfesting. Tað nyttar einki at yvirláta raðfestingarnar til aðalráðini sjálv, tí tey vilja instinktivt spara longri niðri í skipanini. Fyrst er at byrja í erva. Fakfólk uttanfyri umsitingina burdu fingið álagt at gera uppskot til ein smidligari, minni og meiri decentralan almennan bygnað. Hetta hevði frígivið pengar til vælferð. Fyri at varðveita perspektivið, so eiga vit at minnast til, hvussu nógvar heimahjálpir t.d. fáast fyri kostnaðin av einum nýggjum eftirlitsstovni ella umsitingardeild. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 John William Joensen, blaðmaður á Norðlýsinum, skrivar soleiðis í einum svari til mín: “Tú skrivar at lokala stríðið má enda og vísir til tað, sum Norðlýsið hevur víst á nú tænastan til borgarar í Norðoyggjum og Eysturoynni viðvíkjandi kommunulækna og tilbúgv­ ing/politi verður skerd”. Hetta er ikki rætt. Eg havi ikki skrivað um læknavaktir ella politivaktir í Norðoyggjum og Eysturoynni, og havi heldur ikki víst til nakað, sum Norðloysið hevur skrivað um hetta evnið. Eg havi harafturímóti greitt væl og virðiliga frá, at fyrra greinin hjá mær var IKKI meint sum ein viðmerking um nevnda ítøkiliga málið. Tí harmar tað meg, at John William við vilja yvirsær hetta. John William fer síðani yvir til eitt heilt annað evni, sum einki hevur við mína grein at gera. Hann vísir á, at meðan eg havi sitið í løgtinginum, hava borgarar í Eysturoy, Vágum og Norðoyggjum mist týðandi part av kommunulæknatænastuni, og hann ger nógv burturúr hesum í greinini. Sum eg skilji tað, so meinar hann við telefon­ vaktina (nr. 1870). Til tað er at siga, at hon var komin áðrenn eg bleiv tingmaður. John William misskilir við vilja HELgI ABrAHAMSEN Bara ein av fýra íverkset­ um í Danmark er ein kvinna, og bara ein út av tíggju íverksetum er ein sokallað kvinnulig vakstr­ aríverkseti (fyritøkan veksur skjótt). Í Danmark hevur danska Vinnumálaráðið gjørt nógv burturúr at fáa kvinnur meira aktivar, tá talan er um at stovna vakstrar­ fyritøkur. Donsku hagtøluni vísa, at sjálvt um kvinnur hava hægri útbúgving enn menn og sostatt hava góð útlit at stovna egna fyritøku, sum hepnast, so enda kvinnur­ nar sum oftast hjá almenna sektorinum eftir lidna útbúgving. Nógv færri kvinnur enn menn fara eftir dreyminum at fáa føtur undir egið borð, og alt ov fáar kvinnur hugsa í vøkstri. Danska stjórnin tekur tølini í álvara, og danski vinnumálaráðharrin hevur lovað at leggja seg í seðlar­ nar fyri at fáa vent gongd­ ini. Hetta tí, at Danmark hevur sett sær fyri at verða fremst innan íverksetan í 2015, og her skulu kvinn­ urnar fylgja við. Eisini danska vinnuhúsið hevur lagt seg í seðlarnar fyri at fáa fleiri vakstrar­ fyritøkur, har ein kvinna stendur aftan fyri felagið sum stovnari. Í hesum sam­ bandi sigur stjórin fyri danska vinnuhúsið, Tina Roed: »Vakstrarfyritøkur er eitt avgerandi element fyri framburði av Danmark sum vælferðarsamfelag. Við átakinum “Kvinnur í Vøkstri” vil danska vinnu­ húsið geva íblástur til fleiri kvinnur at seta hægri mál fyri sína fyritøku. Eisini vilja vit skilja kvinnurnar betur og skilja, hvat drívur verkið hjá teimum soleiðis, at tær kunnu vera partur av vakstrarfyritøkunum«. Í Føroyum er einki sum týður uppá, at tølini fyri kvinnuligar íverksetar eru øðrvísi. Kanningar vísa, at tá kvinnur stovna egna fyritøku, so er tað ofta innan vinnugreinar, har møguleik fyri vøkstri ikki er stórur. Serliga stovna kvinnur fyritøkur innan tænastuvinnuna, innan handlar, harfríðkan ella matstovuvinnu. Eisini vísa kanningar, at kvinnur ofta skifta virkisøki, tá tær stovna fyritøku. Hetta kann hava við sær, at fyritøkan ikki yvirlivir, og at vøkst­ urin tekur longri tíð. Íverksetarahúsið í Klaksvík hevði í 2008 fleiri íverksetaraskeið. Viðmerkjast skal, at eins nógvar kvinnur sum menn luttóku á hesum skeiðum og nógvar við góðum hugskotum. So nógv týðir uppá, at hugurin er til stað­ ar hjá føroyskum kvinnum at fáa føtur undir egið borð. Fleiri kvinnuligir íverksetar ynskjast forkvinna í Íverksetarahúsinum KItty MAy ELLEFSEN Lesið Sosialin - so eru tit við