Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 12 Nr. 101 • 29. mai 2009 Fyrrverandi sjónvarps­ stjórin Tróndur Djurhuus legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann lýsti ta føroysku pressuna. Hon er viknað tey seinastu tíggju árini og er í dag ein tann veikasta í heiminum, segði hann Tróndur Djurhuus valdi at brúka sítt íkast til at lýsa, hvørjar avleiðingar tað hevur, at Føroyar hava eina pressu, sum eftir hansara tykki er ein tann veikasta í heiminum. Hann segði, at tað ber til at siga um pressuna sum um eldin, at hon er ein góður tænari, men ein ringur harri, og í heum førinum hevði hann valt at umrøða pressuna sum tann góða tænaran, sum dugir væl at seta tað, sum hendir í samfelagnum í tað rætta samfelagsliga perspektivið. - Tað er tá, at pressan stuðlar borgarunum í at skilja, hvat fer fram, at gera sínar egnu niðurstøður, at velja og at gera sína ávirkan. Tá tað virkar, virkar samfelagið optimalt, segði Tróndur Djurhuus. Fyrrverandi sjónvarpsstjórin segði, at tað er tann veika pressan, sum er tann ringi harrin. Maktarloysi í pressuni kann hava við sær, at hon verður eyðkend av kvaksalvaríi, hóast hon ikki hevur orku til at skjalprógva ella at fara í dýpdina við tí, sum hon viðger, so halda partar av pressuni seg ikki aftur við at blása upp mál, sum eru lang tuttan fyri alt perspektiv, og sum í fleiri førum kunnu vera sera óheppin fyri einstaklingar. - Í slíkum førum misnýtir pressan sítt vald, men verri er, tá ein veik pressa er so ússalig og maktarleys, at hon letur seg brúka uttan at eftirkanna tað, sum hon letur seg brúka til. Tá loyvir pressan einum valdsmis- brúki, og tað er kanska tað allar- ringasta, segði Tróndur Djurhuus. Føroyska pressan viknað Fyrrverandi sjónvarpsstjórin legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann umrøddi kom við sínari lýsing av teirri føroysku pressuni. Síggja vit burtur frá teimum londunum, har frí pressa er forboðin, hava Føroyar eina av teimum veikastu pressunum í heiminum, segði hann. Tróndur Djurhuus segði, at Miðlahúsið í Vágsbotni hevur veri ðein spennandi nýskapan á føroyska fjølmiðlaøkinum, men tá talan er um tíðindaflutning burturav er føroyska pressan viknað tey seinastu tíggju árini og setir ikki dagsskránna á sama hátt sum tá, segði hann. Í hesum viðfangi nam Tróndur Djurhuus við støðuna, sum tað føroyska samfelagið er í, og hann helt ikki, at tann pressan hevur røkt sína uppgávu í hesum sambandi. Heldur tvørturímóti. Hann nevndi sum dømi, at er kreppa í samgonguni, so leggja fjølmiðlarnir seg eftir at lýsa teir ósamdu persónarnar heldur enn at lýsa tað, sum ósemja er um, og hvørjar avleiðingarnar tað hevur fær fyri samfelagið, hvør leið verður vald. Sum dømi um eina maktar- leysa og ókritiska pressu nevndi Tróndur Djurhuus, at í orðaskiftinum um Sandoyar- tunnilin hevur høvuðsspurningurin í pressuni verið, um tunnilin skal liggja í einum partafelagi ella ikki, og í sambandi við tunnilin norður um Fjall var høvuðsspurningurin, um tunnilin skuldi ganga úr Ánunum ella úr Gerðabøi. - Hugsið tykkum, at danska stjórnin valdi at brúka 100 milliardir krónur til ein tunnil til eina oyggj við 100.000 fólkum, meðan danska vinnulívið lá í andaleypi. Har hevði pressan jarðað stjórnina, men hjá okkum hendir einki, segði Tróndur Djurhuus, sum tó gjørdi vart við, at tað sjálvandi kunnu vera umstøðurnar hjá pressuni, sum avmarka henara møguleikar. Tjóðveldisformaðurin og fyrrverandi sjónvarpsmaðurin Høgni Hoydal var rættiliga bersøgin, tá hann segði sína hugsan um teir føroysku fjølmiðlarnar Høgni Hoydal, sum eisini hevur útbúgving innan fjølmiðlavísindi, segði í sínum uppleggi, at fjølmiðlar og fólkaræði hanga óloysiliga saman, og at skalt tú hava fólkaræði, mást tú hava fjølmiðlar, har borgararnir kunnu samskifta og tá tann hátt taka ábyrgd og ávirka samfelagsins gongd. Men høvuðsuppgávan hjá Føroyska pressan seyðahundur heldu Ein tann veikasta pressan í heiminum - Hugsið tykkum, at danska stjórnin valdi at brúka 100 milliardir krónur til ein tunnil til eina oyggj við 100.000 fólkum, meðan danska vinnulívið lá í andaleypi. Har hevði pressan jarðað stjórnina, segði Tróndur Djurhuus m. a., tá hann samanbar donsk og føroysk viðurskifti Høgni Hoydal helt, at í Føroyum er tann partapolitiska pressan endurskapað. Hann vísti á, at politiskir flokkar og privatar fyritøkur hava sonevndar spunasmiðir, sum sita og orða tíðindaskriv, sum snara heimsmyndini og viðurskiftunum ávísan veg, og sum í flestu førum fara óviðgjørd í fjølmiðlarnar Árni Joensen arni@sosialurin.fo myndir: Jan Müller/ Eirikur Lindenskov Fjølmiðlafundur Árni Joensen arni@sosialurin.fo myndir: Jan Müller/ Eirikur Lindenskov Fjølmiðlafundur