fríggjadagur 29. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2009
13
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Tað var á stóru norður
lendsku NMPU (Nordisk
Musikpædagogisk Union)
kongressini 1977 í Örebro
í Svøríki, at tað seinni so
gitna finska orkestrið
Helsinki Ungdomsstråkare
á fyrsta sinni gjørdi vart
við seg uttanlands. Á
hesari stevnu vóru úrvald
orkestur og tónleikabólkar
úr flestu Norðurlondum at
hoyra, men hetta nýggja
orkestrið úr Finlandi bar av
øllum.
Í 1984 var Kodalysemin
ar í Haslev í Danmark.
Zoltan Kodaly var í sínari
tíð saman við Béla Bartok
fremstur millum tónaskøld
í Ungarn. Umframt sítt
aðalvirksemi sum skapandi
listarmaður bygdi hann
upp eina tónleikafrálæru
skipan, sum gjørdist heims
kend. Stovnarnir av áður
nevnda orkestri brøðurnir
Géza og Csaba Szilvay,
sum hava sítt tónleikastøði
úr heimlandinum Ungarn,
vóru við á hesum nám
skeiði, og høvdu orkestrið
við sær. Hesaferð vóru vit
fleiri føriskir musikkskúla
leiðarar, sum m.a. upplivdu
hetta orkesturspæl, ið tók
øll lurtandi rættiliga av
fótum.
Við eitt høvi komu vit at
hitta teir á máli, og tað førdi
við sær eina minniliga
orkesturvitjan í Føroyum
árið eftir. Í Norðurlanda
húsinum hoyrdu vit tá ein
strúkaraljóm, ið, hóast
spælarnir vóru ungdómar í
1217 ára aldri, neyvan
hevur verið at hoyra full
bornari síðan. Og ikki bert
tað, men vit undraðust
stórliga, tá leiðarin Géza
Szilvay greiðandi frá sínum
arbeiðslag fekk slíkt tón
leikaligt endurljóð frá til
vildarliga valdum børnum í
salinum, sum tú ikki hevði
hildið at vera møguligt.
Jú, bæði her i Havn og
aðrastaðni, har tey vitjaðu,
vóru fólk hugtikin. Men
hugtiknir vóru gestirnir
eisini – av landi, fólki og
teim tónlistarligu menn
ingarmøguleikum, tey
hildu seg varnast her. “This
can be the best in the
world”, hevði Szilvay fyri
munni – ivaleyst eisini
havandi í huga, at landa
økið er so avmarkað og tí
lætt at heildarávirka. Hetta
hevur hann meira enn
einaferð borið fram síðan,
og frá framkomnum tón
listarfólkum, ið sum
ungdómar tá vóru við á
ferðini, hevur tað verið
endurtikið, at av øllum
orkestursins vitjanum víða
um heim stendur Føroya
ferðin í 1985 í einum heilt
serligum minnisljósi.
Og nú koma tey aftur.
Tað samband, sum tá varð
knýtt til henda finska tón
listarheim, hevur ført við
sær, at tað eftir summarfrí
verður farið undir eina
skúlaroynd í Havn eftir
ungarskfinska mynstrin
um. Tað hevur gjørt sítt til,
at flaggskipið innan finska
strúkarauppalingina The
Helsinki Strings kemur
higar á vitjan mánadagin
15. juni.
Konsertætlanin
er henda
Týsdagin 16. juni
Kl. 10 Skúlakonsert í
Norðurlandahúsinum
Kl. 19.30 Almenn konsert í
Norðurlandahúsinum
Mikudagin 17. juni
Kl. 20 Konsert í
Fuglafjarðar Kirkju
Hósdagin 18. juni
Kl. 11 Skúlakonsert í
Christianskirkjuni
Kl. 20 Almenn konsert í
Christianskirkjuni
The Helsinki Strings vitja aftur
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Tvey stásilig høli verða
karmar um konsertinar hjá
Tarira 29. og 30. mai.
Fríggjadagin 29. mai 19:00
verður konsert í Müllers
Pakkhúsi. Og leygardagin
30. mai 17:00 verður
konsert í Mentanardepli
num í Runavík.
Tarira gleðir seg til at
royna nýggju hølini í Runa
vík. Tað er altíð spennandi
at royna nýggj høli, og
nógv gott hevur verið at
hoyra um hesa nýggju
mentanarperluna í Eystur
oynni. Tarira hevur í
hvussu er í hyggja at fáa
tað besta burturúr ljóðegin
leikunum, ið hølini bjóða.
Vónandi eru nógvir eystur
oyingar, ið koma við á hesa
tónlistarligu rannsóknar
ferð saman við Tariru.
Müllers Pakkhús og
Tarira eru hinvegin at meta
sum góðir, gamlir vinir, ið
altíð hava tað hugnaligt
saman. Hetta er av góðum
grundum, tí tað eru helst fá
høli, ið eru so væl egnað til
tað slagið av kenslubornum
tónleiki, ið Tarira hevur lagt
seg eftir seinastu árini. Tað
var eisini upplagt, at kon
sertin í sambandi við útgáv
una av fløguni Døgg varð
hildin her í fjør summar.
Fløgan Døgg fæst sjálv
andi eisini til sølu á báðum
konsertum.
Verk úr níggju
ymiskum londum
Sangskráin ferðast hesaferð
ikki so langt aftur í tíð sum
Tarira annars er kent fyri.
Eingin endurreisingartón
leikur á hesum sinni. Elsti
satsturin hesaferð er av
mæta russiska tónaskaldi
num Igor Stravinsky (1882
1971), so harvið má sigast,
at talan er um ein rættiliga
modernaða konsert.
Men tað konsertirnar
ikki bjóða av søgu, bjóða
tær í staðin av geografi.
Leitað verður um allan
heim eftir íblástri. Við
støði í Føroyum verður
vitjað í okkara granna
londum, Íslandi, Svøríki,
Finnlandi og Danmørk.
Farið verður víðari eystur
eftir til Eysturríkis og
Russlands og heilt yvir til
víðagitna japanska tóna
skaldið Toru Takemitsu
(19301996) og tvørtur um
Kyrrahavið til Los Angel
es, har vit syngja ein
yndisligan sats av unga
stjørnuskotinum Eric
Whitacre (føddur 1970).
Alt hetta fyri einans 75
krónur. Og ikki er neyðugt
at fara longur enn til
Runavíkar ella til Havnar
fyri at fáa ein smakk av
Heimstónunum hjá Tarira.
Tarira framførir Heimstónar í stásiligum hølum
...allar tær kulu felgurnar
Nýtt felgukatalog við
øllum teimum flottu
felgunum frá
Dekkmaster kann nú
takast niður á
www.dekkmaster.fo