fríggjadagur 29. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • 29. mai 2009
Vikuskifti 13
ur enn vakthundur
Skipanin við
partapolitiskum bløðum
vardi longri í Føroyum enn
í grannalondunum, og tað
hevur sambært Helnu Dam
á Neystabø,
landsstýriskvinnu verið
forðandi fyri, at vit hava
fingið eina sterka public
service skipan
Sum landsstýriskvinna í menta
málum við ábyrgd av millum
annað fjølmiðlaøkinum nam
Helena Dam á Neystabø serliga
við støðuna hjá teimum føroysku
fjølmiðlunum við støði í, hvat
føroyskir politikarar og fjølmiðlar
kunnu læra av øðrum.
Helena Dam á Neystabø vísti
á, at sambært kringvarpslógini
frá 2007 skulu Føroyar hava eitt
alment útvarp og eitt alment
sjónvarp, og at virkisreglurnar
skulu ásetast í einari avtalu, sum
skal kunna samanberast við tær
public serviceavtalurnar, sum
vit kenna í okkara skandinavisku
grannalondum. Hetta skal sostatt
vera ein avtala, sum tryggjar, at
mentan, politikkur og undirhald
verða borin á ein óheftan hátt,
samstundis sum hon skal leggja
støði undir, at borgararnir kunnu
luttaka í øllum samfelagsins
demokratisku viðurskiftum á
javnbjóðis føti. Herumdramt skal
avtalan verja og tryggja mál og
mentan.
Helena Dam á Neystabø segði,
at grundsjónarmiðini um tey
persónligu frælsini eru tey somu í
Føroyum sum í grannalondunum,
men at tað kortini ikki ber til at
innflyta útlendskar mannagongdir,
tí tað er grundleggjandi munur
á fyritreytunum. Hon vísti á,
at í grannalondunum hava
public servicefjølmiðlar avloyst
tey partapolitisku bløðini fyri
mongum árum síðani .
Men skipanin við parta
politiskum bløðum vardi nógv
longri í Føroyum, og tað hevur
havt við sær, at tað hevur verið
torført at fáa meiriluta fyri at játta
nóg mikið av pengum til at byggja
eina sterka public serviceskipan,
segði landsstýriskvinnan og legði
afturat, at ein av orsøkunum er,
at tað er framvegis stutt millum
tey politisku áhugamálini og
føroyskar fjølmiðlar.
Glíða í kreppuni
Helena Dam á Neystabø segði í
uppleggi sínum, at fyritreytin fyri
einari public service avtalu er
fíggjarligt frælsi, partapolitiskt
frælsi, objektivitetur, trúvirði,
álvarssemi og margfeldi. Sjálv
setti hon spurningin, hvussu
ein skal tryggja margfeldi, tá
vit bara hava ein luttakara á
sjónvarpsmarknaðinum. Hon helt,
at tað sjálvandi letur seg gera,
men bara við teirri treyt, at vilji
er at gjalda fyri tænastuna, og
at almenningurin og tað politiska
valdið hava álit á, at krøvini um
óhefta tænastu verða hildin.
Landsstýriskvinnan í menta
málum vísti á, at tað bæði teir
almennu og teir privatu fjøl
miðlarnir hava fíggjarliga trong
kor í hesum tíðum, og at í einari
tílíkari støðu kunnu bæði public
service miðlarnir og teir privatu
víkja frá annars settum málum
fyri at fselja fleiri fløð ella fyri
at fáa fleiri lýsingar og á tann
hátt meiri til dagin og vegin.
Undir tílíkum umstøðum kann
populistiskt tilfar forða fyri teirri
røttu og demokratisku ábyrgdini.
Í síðsta enda er tað mín
ábyrgd sum landsstýriskvinna
ar tryggja, at tað ikki hendir.
Samstundis skal eg aftra meg við
at siga mína meining um tað, ið
fjølmiðlarnir velja at kunngera
og serliga tað, sum teir velja
at sálda frá! Leggi eg meg út tí
hetta, misnýti eg mítt politiska
álit. Tí er tað helst so, at øll vit,
sum eiga lut í ella hava ábyrgd av
føroyska fjølmiðlaheiminum, sita
í saksinum, segði Helena Dam á
Neystabø.
Hon legði afturat, at orsakað
av tí drúgva flokspolitiska
tilknýtinum hava teir føroysku
fjølmiðlarnir og serliga bløðini
hava havt ilt við at fáa fótafesti
sum óheftir og sakligir miðlar.
Vit sita í saksinum
fjølmiðlunum er ikki bara at virka
sum samskiftismiðil, men eisini
at viðgera valdið í samfelagnum
á ein kritiskan hátt. Sjálvur var
Høgni Hoydal av teirri uppfatan,
at teir føroysku fjølmiðlarnir hava
virkað væl sum mentanarberar,
men at tað er eisini tann einasta
fjølmiðlauppgávan, sum teir hava
røkt.
Høgni Hoydal segði, at tann
føroyska pressan hevur altíð verið
veik, og at tað hevur samband
við søgu hennara. Hann vísti á,
at bløðini vóru flokspolitisk heilt
upp í nítiárini, og at tað almenna
kringvarpið hevði ikki átakið sær
tann kritiska leiklutin í nóg stóran
mun, men hevur virkað meiri
sum endurgevandi heldur enn
viðgerandi. Hetta hevur sambært
Høgna Hoydal verið ein stórur
bági fyri tað føroyska samfelagið,
og hann helt ikki, at vit eru
komnin burtur úr hesum enn,
hóast vit nú hava tvey bløð, sum
hann umrøddi sum næstan óheft.
Høgni Hoydal helt, at í Føroyum
er tann partapolitiska pressan
endurskapað. Hann vísti á, at
politiskir flokkar og privatar
fyritøkur hava sonevndar spuna
smiðir, sum sita og orða tíðinda
skriv, sum snara heimsmyndini
og viðurskiftunum ávísan veg, og
sum í flestu førum fara óviðgjørd í
fjølmiðlarnar.
Høgni Hoydal segði, at fremsta
uppgávan hjá fjølmiðlunum
er at upplýsa og at viðgera øll
viðurskifti kritiskt og ikki minst
at bjóða valdinum av, og tað ger
pressan ikki sum er, segði hann.
Eg haldi uppá, at millum 80
og 85 prosent av tíðini í føroysku
pressuni fara til at endurskapa
valdið hjá tí sitandi valdinum,
bæði tí politiska valdið og tað
búskaparliga valdið hjá fyritøkum,
stovnum og embætisverki, meðan
kanska 10 til 15 prosent fara til at
bjóða valdinum. Avleiðingin er, at
pressan verður ein seyðahundur
heldur enn ein vakthundur, segði
Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi spurdi
sjálvur, hvat er at gera. Hann
helt, at umframt eina føroyska
fjølmiðlaútbúgving skulu vit hava
eitt alment kringvarp, sum fær
neyðugar umstøður at virka sum
ein public service stovnur.
Teir privatu fjølmiðlarnir skulu
eisini hava betri umstøður, segði
Høgni Hoydal. Hann nevndi, at
eftir hansara tykki var tað eitt
stórt afturstig at taka stuðulin
til blaðútberingina burtur, so
bløðini noyddust at gera sínar
egnu skipanir, og hann segði seg
vera sinnaðan til at taka undir
við tiltøkum, sum kunnu hjálpa
bløðum og tíðarritum at røkka
sínum lesarum.
Høgni Hoydal nam við ta
trupulu tíðina hjá fjølmiðlunum
og segði, at ein avleiðing av
hesum er, at í eru allir fjølmiðlar
almennir sum privatir farnir
at kappast um undirhaldið, tí tað
selir betur.
Tað er tørvur á einari mentan
arkollvelting í føroyska fjøl
miðlaheiminum, men hana fáa vit
ikki, fyrr enn vit geva tí almenna
kringvarpinum og teimum privatu
fjølmiðlunum betri umstøður at
virka í, segði Høgni Hoydal í kjak
uppleggi sínum.
Helena Dam á Neystabø vísti á, at tað bæði teir almennu og teir privatu fjøl
miðlarnir hava fíggjarliga trong kor í hesum tíðum, og at í einari tílíkari støðu
kunnu bæði public service miðlarnir og teir privatu víkja frá annars settum
málum fyri at fselja fleiri fløð ella fyri at fáa fleiri lýsingar og á tann hátt meiri
til dagin og vegin
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
myndir: Jan Müller/
Eirikur Lindenskov
Fjølmiðlafundur