Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 101 - 29. mai 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 15. mai fingu Inga Maria Mikkelsen og René Nielsen, Århus, eina dóttir. Hon vigaði 3803 gram og var 54 cm long. Hon verður borin til dópin undir gudstænastuni í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sunnudagin 21. juni kl 11.00. 11. mai fekk Benjamin úr Hørg, Tórshavn, eina systir. Hon var 54 cm long og vigaði 3650 gr. Foreldrini eru Daimi Kjærbo og Mortan úr Hørg 19. mai fingu Kaja og Christian Joensen, Saltangará ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 2180 gr. 25. mai fingu Bjørg Krossteig Olsen og Allan Mørkøre, Hoyvík eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3000 gr. 27. mai fingu Bergitta Hansen og Hermundur Johanne­ sen, Kollafjørður eina dóttur. Hon var 60 cm long og vigaði 4600 gr. 28. mai fingu Susan og Øssur Hansen, Toftir eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3600 gr. 28. mai fingu Vár í Gong og Jarvin Feilberg Hansen, Tórshavn eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3250 gr. Føðingar Dagurin 29. mai. Maximinus, deyður í 352. Biskupur í Trier í Rheinfald­Pfalz í Týsklandi, tætt við markið móti Luxemborg. Trier var týðandi býur í Rómararíkinum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Eins og árini frammanundan bjóðar samkoman í Betesda til samfelagsstevnu í Klaks­ vík á Hvítusunnu. Samkom­ urnar í Betesda í Klaksvík og Betel í Vági hava í mong ár skiftivís skipað fyri sam­ felagsstevnu á Hvítusunnu, og í ár eigur Betesda tørn. Samfelagsstevnurnar hjá Brøðrasamkomunum eru eyðkendar av fjølbroyttum sangi og boðskapi, og soleiðis verður eisini hesa­ ferð. Sangkórini í Betesda og Ebenezer luttaka umframt aðrar sangkreftir. Talararnir, bæði yngri og eldri, koma úr ymiskum samkomum í Føroyum. Umframt uppbyggingar­ og evangelisk møtir verður eisini opið hús fyri ung­ dómin fríggjakvøldið, leygarkvøldið og Hvítu­ sunnukvøld kl. 22. Millum møtini seinnapartin 2. hvítu­ sunnudag bjóðar samkoman nátturða í Badmintonhøllini, og koma vanliga nógv fólk at njóta ein bita saman við klaksvíkingum. Meðan møtini eru seinna­ part og um kvøldið verður barnaansing/barnamøtir í Skálanum, ið er granni hjá Badmintonhøllini. Útvarps­ støðin Lindin fer at senda beinleiðis frá onkrum møti. Nærri upplýsingar um samfelagsstevnuna eru at síggja á heimasíðuni hjá Betesda, www.betesda.fo Samfelagsstevna í Klaksvík Tekstur og myndir: Anna Kathrina Højgaard Eg tók hesa mynd, í sam­ bandi við at vit trý møttust í Listaskálanum, har vit høvdu avtalu um at taka nakrar myndir av teimum báðum, hvør sær, men eisini saman. Burturúr kom ein hópur av fínum myndum. Serliga var tað dupultportr­ ettini, ið vóru ein sonn frøði at avmynda. Tað var ongin ivi um, at her vóru tað tveir kenningar, ið hugnaðu sær og nýttu at vera saman í hes­ um teirra so vælkendu høl­ um. Prátið gekk um gamlar dagar, serliga í Keypmanna­ havn, har teir báðir høvdu nomið sær útbúgving, men so sanniliga eisini um aktu­ ell evnir, tí kontantir og erligir vóru teir báðir, bara hvør upp á sín máta. Vísta myndin er tikin í stóra framsýningarhølinum á Listasavninum, Har sita teir á einum bonki, og haldi eg, at teirra persónligi fram­ burður kemur væl til sín rætt á myndini. Ingálvur, tonkjandi, høvdið eitt sind­ ur uppá skrá (sum hann hevði fyri at gera, tá ið hann funderaði yvir eitt hvørt), og Janus við tí, virkandi dir­ ekta og tangerandi til tað hvassa eygnabráðið, men har smílið altíð var beint aft­ anfyri. Tað sum »samlar« myndina so fínt er, at máln­ ingarnir í bakgrundini eru tónaðir niður í næstan svart, so teir ikki vera órógvandi saman við myndaevninum. Myndin er tikin í 2001. Eitt myndaminni um teir báðar Ingálv av Reyni og Janus Kamban Brúdleyp Leygardagin 6. juni giftast Maria Samson og Kent Lindquist Christensen. Vígslan verður kl. 15 í Gjáar kirkju. Veitslan verður fyri innbodnum á Gjáargarði.