Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 • 29. mai 2009 Vikuskifti 14 -Tað hvílir ein stór ábyrgd á tí politiska valdinum og samfelagnum sum heild, nú teir privatu fjølmiðlarnir hava truplar umstøður og standa fyri størri avbjóð- ingum enn nakrantíð fyrr. Ein skeiv avgerð kann fáa varandi og óhepnar avleið- ingar, segði Hans Engell, fyrrverandi blaðstjóri og politikari, á fundi í Miðlahúsinum í síðstu viku Í uppleggi sínum til pallborðskjakið legði Hans Engell fyri við at greiða frá tí almenna fjølmiðlastuðulinum í Danmark, og hvussu hann ávirkar fjølmiðlaheimin sum heild. Umframt stuðulin til útbúgving letur tað brúkar tað almenna 5,4 milliardir krónur um márið í fjølmiðlastuðuli. Av hesum fara smáar fýra milliardir til teir elektronisku miðlarnar, meðan teir prentaðu miðlarnir fáa umleið 1,4 milliard krónur. Stuðulin til teir prentaðu fjøl­ miðlarnar umfatar millum annað stuðul til tíðarrit, útberingarstuðul og stuðul til bløð, sum hava stuðul fyri neyðini. Tann óbeinleiðis stuðulin er í fyrsta lagi, at dahbløðini ikki rinda meirvirðisgjald av søluni, og tað svarar til á leið 1,1 milliard krónur. Í hesum sambandi nevndi Hans Engell, at fyri eitt blað sum Jyllands­Postin svarar tann almenni stuðulin til 140 milliónir krónur um árið, og uttan teir pengar­ nar hevði blðaið neyvan yvirlivað. Av teimum elektronisku fjølmiðlunum fær Danmarks Radio 3,3 milliardir krónur um árið í hyggjara­ og lurtaragjaldi, og av tí brúkar kringvarpið tvær milliardir til sjónvarp, 1,2 milliard til útvarp og 187 milliónir krónur til tíðindi á alnótini. Tann almenni stuðulin til Danmarks Radio hevur elvt til nógv orðaskifti í Danmark, tí bløðini vilja vera við, at stuðulin avlagar kappingina. Við øðrum orðum brúkar kringvarpið almennar pengar til at kroysta privatar fyritøkur fíggjarliga, segði Hans Engell. Alnótin ikki alternativ Í Danmark er eingin ivi um, at tann politiska skipanin er sinnað at styðja teir privatu fjølmiðlarnar, men tað merkir ikki, at blaðútgevararnir og ­leiðslurnar kunnu seta seg afturá. Fíggjarkreppan hevur havt við sær, at dagbløðini eru undir stórum og veksandi trýsti, tí haldararnir fækka, lýtsingainntøkurnar minka, og alt fleiri velja at brúka alnótina. Men kreppan hjá bløðunum er ikki bara teirra kreppa. ­ Í síðsta enda er hetta eisini ein kreppa hjá samfelagnum. Tí versnar kreppan hjá bløðunum, kann tað fáa álvarssamar avleið­ ingar fyri ta journalistisku og ta demokratisku góðskuna, segði Hans Engell og vísti á, at í fleiri øðrum londum er eitt blað fyri og annað eftir farið á húsagang orsakað av altjóða fíggjarkreppuni. Onkur heldur kanska, at so hava miðlahúsini ikki annað at gera enn at leggja seg eftir at brúka alnótina ístaðin fyri tað prentaða blaðið. Men Hans Engell vísti á, at enn hevur einki miðlahús megnað at lata alnótina yvirtaka virksemið hjá einum blaði. Í hesum viðfangi kemur eisini spurningurin um ein kann loyva sær at krevja pening frá fólki fyri tíðindi á alnótini á sama hátt sum vanligt haldaragjald fyri bløðini. Stuðulin endurskoðast Í Vesturheiminum er tað almenn uppfatan, at fríir fjølmiðlar eru ein fyritreyt fyri einum livandi demokratii. Tí hava tey einstøku londini ymiskar stuðulsskipanir á økinum, og síðani altjóða fíggjarkreppan tók seg upp, hava myndugleikarnir í fleiri londum tikið stig, sum skulu hjálpa bløðunum. Men Hans Engell vísti á, at tað er ikki bara fíggjarkreppan og vanlig sveiggj í búskapinum, sum hótta bløðini. Bæði í Danmark og øðrum londum eru bløð noydd at fara í stríð við almennar útvarps­ og sjónvarpsstøðir, sum við skattaborgarans pengum geva bløðunum órímiliga kapping. Bretska BBC arbeiddi við einari stórari ætlan í fjør, men stýrið valdi at leggja ætlanina til viks, tí hon hevði verið kappingaravlagandi mótvegis hinum fjølmiðlunum. Í Danmark er tað almenna kringvarpið harafturímóti sloppið at menna sína heimasíðu og tað í stórum. Samstundis er tað vorðið vanligt, at heimasíðan hjá Føroyski fjølmiðlaheim Árni Joensen arni@sosialurin.fo myndir: Jan Müller/ Eirikur Lindenskov Fjølmiðlafundur