Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2009 15 Laurensa Nielsen, Strend­­ir, andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi týsdagin, 94 ára gomul. Kistan fer av Røkt- arheiminum í Runavík fríggja- kvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju leygar- dagin kl. 13. Anna Oluffa Sloan, Tórs­ havn, andaðist mikumorgun- in, 83 ára gomul. Farið verður av Lágargarði fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Eb­enezer leygardagin kl. 13. Lennhart Berg Niclasen, Tórshavn, andaðist hósdagin, 76 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkjub­øar kirkju leygardagin kl. 11. Sungið verður úr sálmab­ókini. Kistan við Ásu Fríðu Magn­ hild­­ Mid­­jord­­ fer úr kapell- inum á Suðuroyar sjúkrahúsi fríggjakvøldið k. 18 í kirkjuna. Jarðarferðin verður úr Tvør- oyrar kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Ásu, kunnu lata Hjartafelagnum eina peningagávu, konta í pen- ingastovnunum. Kristian Joensen, vanliga nevndur Kidda, uppi á Lakju, Toftir, andaðist mikunáttina á Landssjúkrahúsinum, 88 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Eina hjartans tøkk til familju, vinir og kenningar, ið mintust meg á 100 ára føðingardegnum tann 6. mai 2009. Takk til teir almennu myndugleikar, ið møttir vóru. Takk fyri heilsanir, gávur og talir. Eina serstaka tøkk til Lágargarð fyri hjálpina, og øllum, ið gjørdu mær dagin so væl eydnaðan. Heilsan Ellen Lützen Kunngjørt verður, at okkara kæri Lenhart Berg Niclasen Tórshavn, ættaður av Velbastað, andaðist hósdagin, 28. mai 2009, 76 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar kirkju leygardagin kl. 11.00. Sungið verður úr sálmabókini. Nancy, Sigmar og børnini Fríggjadagin 22. mai fingu teir tríggir Bjarki Petersen, Jóhannes Arge og Petur Midjord ein stóran hemara suður úr Kaplinum, sunnan fyri Borðuna, við eini línu upp á 24 húkar. Talan er um ein hann- hemara, sum vanliga eru minni og viga minni enn hon-hemarar. Hemarin, sum varð tikin upp á Argj- um, vigaði 134 kg. Hesin er veiddur við línu, men annars er tað vorðið ein sportur at veiða hemara við tráðu. Stórur hemari Teir tríggir við hemaranum f.v.: Bjarki Petersen, Jóhannes Arge og Petur Midjord Mynd: Eirikur Ólason Simonsen X-Factor vinnarin Linda Andrews hevur fingið allar 5 stjørnurnar frá ungdóms- b­laðnum VI UNGE. Hetta er í samb­andi við, at Linda gevur út fløguna „Into The Light“. Blaðið skrivar m.a ”Alb­ummet er, ligesom Linda, en humørfuldt energi- b­omb­e. Rent faktisk er Linda lidt af en festab­e, og det afspejler hendes vinder- alb­um tydeligt! Hendes liv handler om glæde, dans og musik, og det er hun ikke b­ange for at vise i de 13 sange, der er på alb­ummet”. Fløgan fæst til keyps frá týsdegnum 2. juni 2009. Linda syngur eisini sangir úr fløguni í Tivoli hendan dagin frá kl. 18.45. Linda 5 stjørnur frá VI UNGE