Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 212 - 2. november 2001 Nr. 212 - 2. november 2001 33 er um í slíkum førum, so eru tey í fyrsta lagi noydd at vinna so nógv av íløguni inn aftur so skjótt sum gjørligt. At framtíðar inntøkur eru minni verdar enn inntøkur her og nú, ger, at oljufeløgini hava eitt insitament afturat at taka oljuna upp so skjótt sum gjørligt. Hetta ger, at føroyski landskassin í nøkur ár fær milliardir í eykainntøkum. Um ikki rætt verður atborið, so verður tað til stóran skaða fyri føroyska búskapin um hesin peningurin verður brúktur og settur í umfar í føroyska samfelagnum. Verður peningurin brúktur, so kann hetta lættliga seta gongd á eina stóra infla- tión, sum førir til stóran lønarvøkstur, sum við tíðini kann gera føroyska vinnu- lívið ókappingarført. Tá so oljan einaferð er uppi, hava vit einki vinnulív, sum kann uppihalda føroyska sam- felagnum. Skal oljan hava nakra positiva ávirkan fyri Før- oyar, er tað sostatt alneyð- ugt at oljupengarnir verða beindir í ein grunn, so teir ikki trýsta kostnaðarstøðið uppeftir. Ein kann við tíðini taka nakað út av pening- inum, til dømis árliga realavkastið uttan at hetta ger alt ov stóran skaða á føroyska samfelagið. Føroyar verða ikki nakað Kuwait Um vit koyra 17 milliardir í ein grunn, hvussu nógv hava so 17 milliardir at týða fyri føroyska búskapin ? Um vit rokna við einum realavkasti uppá 3 prosent, so gevur hetta eina inntøku uppá 510 milliónir árliga. Roknar ein hinvegin uppá persón, so svara 17 milliardir til eina ogn hjá hvørjum føroyingi uppá 370.000 kr. Vit verða sostatt ikki millióningar av at finna 600 milliónir føt av olju. Eitt realavkast uppá 3 prosent av 370.000 gevur eina árliga eykainntøku uppá 11.000 til hvønn føroying. Talið tykist sera lítið, men hinvegin skal ein hava í huga, at tá er inntøkan býtt út á hvønn nýføðing og hvønn pen- siónist. Av tí at bert umleið 24.000 av samlaða íbúgva- talinum uppá 46.000 verða roknað uppí arbeiðs- styrkina (tey, ið kunnu og ynskja at arbeiða) so munar ein upphædd uppá 11.000 munandi meira enn tað kanska tykist í fyrsta umfari. Niðurstøðan er, at vit ikki skulu rokna við nakrari stórari eykainntøku frá oljuni, men at vit hinvegin fáa eitt ískoyti, sum liggur um 45.000 fyri eina familju við tveimum børnum. Ríkisveitingin verður minkað burtur Verða vit ríkari, um vit finna olju? Tað veldst, hvørjar fyritreytir ein ann- ars setir. Tá Poul Schluter gjørdi avtalu við føroyingar fyrst í 90 árunum, um at ríkisveitingin skuldi mink- ast í mun til oljuinntøkur- nar hjá Føroyum, visti hann hvat hann gjørdi. Um ríkisveitingin er 1250 mió. kr. og veksur við prístal- inum, so hevur hon eitt samlað kapitaliserað virði uppá 31,3 mia. kr. Hetta er tó neyvan eitt realistiskt alternativ. Hvørki føroying- ar ella danir hava áhuga í, at ríkisveitingin verður hildin á einum so høgum støði. Roknar ein hinvegin við einari ríkisveiting uppá 1250 mió., har upphæddin ikki veksur við prístalinum, so hevur ríkisveitingin eitt virði uppá 20,8 mia. kr. Hetta er kanska eitt meira realistiskt alternativ. Í løtuni sær tað út til, at ríkisveitingin verður 900 mió. kr. (heildarveiting 650 mió. og danskar útreiðslur fyri 250 mió. kr.). Verður henda upphædd hækkað við prístalinum hevur hon eitt kapitaliserað virði uppá 22,5 mia. Í báðum førum hevur ríkisveitingin eitt kapitaliserað virði uppá stívliga 20 mia. kr. Um føroyingar finna olju, so verða tað sostatt danir sum fáa allan fíggj- arliga vinningin av hesum. Teir kunnu spara ríkisveit- ingina burtur eftir stuttari tíð, uttan at livistøðið broytist stórvegis í Føroy- um. Harvið fáa teir ein vinning uppá umleið 20 mia. í spardum útreiðslum. Føroyingar fáa sostatt ongan fíggjarligan vinning um vit finna olju. Hinvegin fáa vit eina inntøkukeldu afturat, og enntá eina inn- tøkukeldu, sum ikki fylgir útsvingunum í fiskivinn- uni. Harvið fáa vit mun- andi størri fíggjarligt sjálv- bjargni. Tað skal ikki lítisvirðast. Uttan mun til um fólk annars ganga inn fyri fullveldi ella ikki, eiga vit at stremba ímóti at gera Føroyar meira búskaparliga sjálvbjargnar. Fleiri av teimum, sum hava tikið lut í orða- skiftinum í seinastuni hava ivast í, um ein møgulig oljuvinna yvirhøvur verður til gagns fyri Føroyar og um føroyingar yvirhøvur eiga at ynskja sær, at olja er í føroysku undirgrundini. Undirritaði heldur tó, at við omanfyrinevndu fyri- treytum, og við tí fyritreyt at føroyskir politikarar halda fingrarnar langt burtur frá oljupengunum, so eru útlit til, at ein møgulig oljuvinna kann vera til stórt gagn fyri land okkara. Avleitt virksemi Undirritaði hevur einki gjørt við at meta um møgu- ligt avleitt virksemi av oljuvinnuni. Onnur orsøkin er, at tað er sera torført at meta um, hvussu stórt eitt tílíkt virksemi kundi verið, m. a. í hvussu stóran mun føroyingar kunnu gera seg galdandi í avleiddu vinn- unum. Hin orsøkin er, at tað verður torført at fáa varandi virðir burtur úr avleidda virkseminum. Sjálvt um føroyingar skuldu klára seg væl í avleiddu vinnunum, hevði tað verið sera torført at nýtt upparbeidda serkunnleikan í øðrum londum, serliga tí oljuvinnan er í minking í hinum europeisku oljulondunum. Sum tað sæst í talvuni (Prógvaðar oljugoymslur), hava hvørki Danmark, Noreg ella Bretland langa tíð eftir sum oljulond. Samanumtikið má sigast, at tað er sera torført at gera metingar um, hvussu stórt avleitt virksemi vit skulu rokna við, og um tað kann fáa positiva ávirkan á føroyska samfelagið í longdini. ∆ Prógvaðar oljugoymslur og eftirverandi framleiðsluár Goymslur Eftirverandi mia. føt framleiðsluár Danmark 1,1 7,9 Italia 0,6 19,4 Noreg 9,4 7,7 Rumenia 1,4 31,0 Bretland 5,0 5,3 Onnur Europeisk lond 1,6 13,9 Europa tilsamans 19,1 7,7 Prógvaðar goymslur við ársenda 2000. Eftirverandi framleiðsluár: Roknað við verandi framleiðslu. Kelda: BPAmoco, Statistical Review Virðið av oljuni fyri landskassan. Virðið av oljuni, meðan hon er í undirgrundini: 600 mió. føt ferðir 21 $ pr. fat ferðir 8 kr. pr. $ = 100,8 mia. kr. Kostnaður av at taka olju upp: 600 mió. føt ferðir 10,5$ pr. fat ferðir 8 kr. pr. $ = 50,4 mia. kr. Virðið fyri oljufeløg, brutto: 50,4 mia. kr. Virðið fyri landskassan, skattur 33 %: 16,6 mia. kr. Føroyskt strandfaraskip uppdagaði fyrsta stóra bretska oljufundið við markið fyrst í 90-unum Mynd Tommy Djurhuus Mazda 323 F 1,5i GLX Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 7.000, árg. 03/00 134.000,- Mazda 323 F 1,8i GLX Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 35.000, árg. 11/98 119.000,- Mazda 323 S 1,5i LX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 39.000, árg. 06/97 97.000,- Mazda 323 S 1,5i LX Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 68.000, árg. 05/97 90.000,- Mazda 323 F 1,5i GLX Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 8.000, árg. 08/00 148.000,- Sýnaður 12/00 Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 112.000, árg. 06/98 120.000,- Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Gráur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 74.000, árg. 06/98 125.000,- Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 108.000, árg. 02/98 118.000,- Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 113.000, árg. 06/98 115.000,- Mazda 626 HB 2,0i GLX Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 197.000, árg. 11/87 38.000,- Sýnaður 04/01 Sýnaður 05/01 Mazda 929 S 2,2i GLX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 145.000, árg. 03/89 45.000,- Sýnaður 07/00 Ford Sierra Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 98.000, árg. 10/93 47.000,- Sýnaður 01/00 Ford Mondeo Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 80.000, árg. 01/95 85.000,- Sýnaður 05/01 Ford Escort 1,8 Diesel St.car Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 85.000, árg. 05/96 98.000,- Ford Escort Tuscany Turbo Diesel Hvítur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 112.000, árg. 05/97 88.000,- Ford Courier 1,8 Diesel Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 95.000, árg. 92 35.000,- Fiat Tempra S.W.1,6i.e. St.car Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 68.000, árg. 07/95 68.000,- Sýnaður 09/00 Sýnaður 09/00 Renault Twingo Grønur, 3 hurðar, 5 gear, Km. 76.000, árg. 11/95 45.000,- Sýnaður 02/00 Ford Escort 1,8 Turbo Diesel St.car Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 44.000, árg. 08/97 130.000,- Ford Escort St.car 1,6 Zetec Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 33.000, árg. 06/98 124.000,- Honda Accord 2,0i Vtec Grønur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 44.000, árg. 11/99 185.000,- Peugeot 106 Diesel Bláur, 3 hurðar, 5 gear, Km. 88.000, árg. 11/95 66.000,- Renault Megane 1,4e Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 58.000, árg. 04/97 120.000,- Renault Megane 1,6e Sedan Beige, 4 hurðar, 5 gear, Km. 35.000, árg. 06/98 120.000,- Sýnaður 09/00 Renault Megane 1,6e Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 60.000, árg. 12/96 100.000,- Renault Megane 1,4e Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 35.000, árg. 08/98 115.000,- Reyður, 3 hurðar, 5 gear, Km. 48.000, árg. 04/99 84.000,- Toyota Corolla 1,6 Luna Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 38.000, árg. 04/98 122.000,- Toyota Carina Sedan 1,8 CDX Grønur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 44.000, árg. 10/97 128.000,- Sýnaður 10/01 Toyota Carina Sedan DX Gráur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 246.000, árg. 02/87 15.000,- Sýnaður 01/01 Toyota Carina St.car Hvítur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 61.000, árg. 06/91 58.000,- Renault Megane 1,4e Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 34.000, árg. 08/98 110.000,- BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 VØRUVOGNAR RUVOGNAR V UVOGNA UVOGNAR U RU ØRU ØR RU R BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS 10.000 kr. av hvørjum bili - restina av hesari vikuni! Opið er leygardagin Handverkarar Søkt verður eftir dugnaligum handverkarum at arbeiða innan HVS og smiðjuyrkið. Ring á tlf. 211071 Stiðjagøta 2 - Postboks 378 FO-110 Tórshavn Telefon +298 31 10 71 Telefax +298 31 04 60 e-mail: demich@demich.fo Norðoya Javnaðarfelag 1. uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður í hølum Klaksvíkar Húsmøðrafelags í Bøgøtu týskvøldið 6. november kl. 19.30. Nevndin Maskinmeistari Til M.TR.Hvilvtenni verður hervið søkt eftir maskinmeistara. Skipið er mannað soleiðis: Maskinstjóri 1. meistari 2. meistari Møguligum áhugaðum kunnu vit bjóða starv sum 1. meistari og 2. meistari. Túralongdin er uml. 2–3 mánaðir umborð og uml. 2–3 mánaðir heima. Nýggjur túrur byrjar uml. 20. nov. Áhugaðir kunnu ringja P/F Hvilvtenni tlf. 443380 ella 211380 C M Y K 33 32