Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 • 29. mai 2009 Vikuskifti 16 Langt burturi frá fíggjarkreppu og arbeiðsloysi liva tjúgu tannáringagentur í einum veruleika, man á okkara lítlu friðarligu oyggjum kann hava ringt við at ímynda sær. Áðrenn tær vórðu fangaðar av argentinsku løgregluni, stóð gerandisdagurin av rúsevnismisnýtslu og tjóvarí fyri at yvirliva, rúsa seg og halda abstinensunum niðri. Nú er hetta skift út við venjing í lýdni í einari lítlari sellu mitt í næststørsta býnum í Argentina, Córdoba. Fyri onkrar av gentunum er tað ikki fyrstu ferð tær eru her; ein teirra er her fyri 11. ferð, hóast hon enn ikki er vorðin tjúgu ár. Hetta setur trupulleikarnar heima í eitt álvarsligt perspektiv, tað setur lívið í eitt álvarsligt øðrvísi perspektiv. Tað er her, eg starvist sum fongsulslærari. Tá ið øll í vesturlendska heiminum vóru upptikin av 11. september, vóru hundarædd fyri møguligum terroristálopum og fyri hevnd, vóru fá, ið gjørdu sær fær av, at eitt tað mest vælhavandi og vælkoyrandi landið í Suðuramerika var um at fara á heysin. Leingi hevði upptakt verið til eina sera álvarsliga kreppu, sum eisini vísti seg at vera tann ringasta í søguni hjá argentinarum, tá ið nærum øll vórðu illa rakt av arbeiðsloysi og peningamangli. Hetta er í dag, átta ár eftir, framvegis eitt viðbreki evni, man helst ikki skal tosa ov hart um við modernaðar, tjóðskaparsinnaðu argentinarar. Córdoba, fríggja­ dagur 13. februar Uha, tað er nakað óhugnaligt at byrja sína ferðafrágreiðing við ”fríggjadagur 13.” Tá ið eg heimanifrá tosaði við fólk um ferðina hjá mær til Argentina, hoyrdi eg í heilum um, hvussu lík Argentina og evropeisku londini í veruleikanum eru. Í byrjanini ivaðist eg satt at siga í, hvussu nógv eitt suðuramerikanskt land kundi líkjast øllum heimligu evropeisku londunum. Frá tí sekundi eg setti fyrsta fótin á argentinska jørð í fjøruti hitastigum fyri einum mánaða síðani, varð eg tó ovfarin av, hvussu lítil munur var á Madrid, har eg millumlendi á vegnum til Suðuramerika, og stóra argentinska høvuðsstaðin Buenos Aires. Hetta var metropolurin Buenos Aires - nú eri eg komin í ein heilt annan heim, í eitt lokalt gentufongsul. Henrique og eg høvdu fyrsta vitjunardag okkara á nýggja starvsplássinum í fongslinum í dag. Eg hugsi um, hvat orð hóskar best at lýsa hesa upplivingina. Men eg komi ikki at hugsa um annað enn, at tað má sigast at hava verið ein sera løgin uppliving, ein øðrvísi uppliving, ein uppliving eg altíð fari at minnast og sum ikki bert kann lýsast í einum orði. Eftir at hava havt eina langa samrøðu við leiðararnar av fongslinum um trygdarútgerð, vórðu vit fylgd inn í eitt stórt handarbeiðshøli, har genturnar í tí løtuni sótu ídnar og upptiknar av ymiskum handarligum arbeiði. Júst sum vit komu inn í høli, komu tær allar rennandi ímóti okkum fyri at vísa fram tað, tær høvdu gjørt og greiddu frá lívinum í fongslinum. - Her búgvi eg, segði ein 15- ára gomul genta og peikaði á eina gráa einmannssong í einari lítlari sellu handan jarngittarið. Júst sum eg stóð í mínum egnum tonkum um lítlu støddina av songini og rúminum (”ber tað yvirhøvur til at venda sær herinni?”), helt gentan áfram at fortelja: - Her búgvi eg saman við vinkonu mínari; vit deila alt; song, mat og klæðir. Tað er viðhvørt eitt sindur hart at skula búgva so tætt saman, men vit hava tað sum oftast hugnaligt saman, so tað bilar ikki alt ov nógv. Vit noyðast jú eisini at klára væl upp saman; vit hava einki val; vit skulu vera saman alla tíðina her, um vit vilja tað ella ikki. Nakrar av hinum gentur fingu áhuga fyri samrøðuni og sightseeingtúrinum hjá okkum. Samstundis byrjaðu tær nú eisini at greiða frá um gerandisdagin her í fongslinum. - Hvør dagur byrjar við morgunfimleiki; tá skal man vera frískur, annars verða vaktirnar gronutar. Henrique og eg skeittu hvør eftir øðrum – hvat merkir tað, at vaktirnar “verða gronutar”? Gentan tyktist at skilja hugsanir okkara og greiddi frá, at vaktirnar sjáldan sláa genturnar; tær brúka meiri psykologiskar revsingarhættir. Um man hevur gjørt eitthvørt álvarsligt, er tað vanligt, at man verður settur í isolatión í eina tíð, inntil man aftur er komin niður á jørðina. Kunsturin at vera argen 18. januar fór eg fyri fyrstu ferð í lívinum við einum flogfari einsamøll við destinatiónin Buenos Aires, høvuðsstaður Argentina. Suðuramerika hevur í mínum hugaheimi ongantíð tykist serliga áhugavert. Tað er staðið, har øll hini longu hava verið – og man tímir sjálvandi ikki at gera sum “øll hini”. Tá ið eg í desember endaði mítt arbeiði sum sjálvboðin á høvuðsskrivstovuni hjá hjálparfelagsskapinum Operatión Dagsverk (”OD”), í Keypmannahavn eftir fimm mánaðir, fekk eg hug at royna meg innan nakað heilt nýtt og øðrvísi. Eitt kvøldið fekk eg knappliga eitt hugskot um at fara til Peru og ein mánaða seinni var eg á veg til eitt heilt nýtt lív í Suðuramerika. Ætlanin var at ferðast runt i Argentina, Kili, Bolivia og Peru og arbeiða sum sjálvboðin ensktlærari í ávíkavíst Córdoba, Argentina, í ein mánaða og Cuzco, Peru, í ein mánaða. Eftir tríggjar mánaðir í spanska partinum av Amerika, fer leiðin aftur norður. Áðrenn heimferðina leggi eg leiðina umvegis enska partin av Amerika, New York, har eg skal halda 20-ára føðingardag mín á arbeiðaradegnum 1. mai saman við trimum OD-vinkonum. Fakta - Hon drap óynskta barn sítt í desperatión við at koyra tað inn í eina frystiboks, sigur ein av kvinnuligu vaktunum mær frá eftir at hava latið hurðina aftur eftir sær til smáu sellurnar hjá tjúgu argentinskum tannáringagentum. Reportasja Annika Hedegaard Isfeldt