fríggjadagur 29. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 101 - 29. mai 2009
Ein maður stóð í dag
ákærdur í Føroya
Rætti fyri skilaleyst at
hava ført bil sín inn
í eina mannamúgvu
uttanfyri Steinatún á
ólavsøku og hava sett
lív í vanda. Ákærdi
noktar seg sekan fyri
at hava sett lív í vanda
RættaRmál
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Vit eru í Steinatúni, á nátt
tann 26. Juli 2008. Nógv
fólk stendur uttanfyri kiosk
ina í Steinatúni, á gongu
breytini
við
bussvikan.
Brádliga koyrir ein bilur
inn í bussvikan og móti
gongubreytini,
upp
á
gongubreytina
og
rakar
fólk. Fólk í mannamúgvuni
byrja at sparka móti bilin
um, og ein maður leypur
upp á motorhjálmin og
byrjar at sparka ella trampa
niður á forrútin. Bilurin
bakkar út aftur, koyrir inn
aftur fyri at fáa mannin av
motorhjálminum, bakkar út
aftur og koyrir av staðnum.
Maðurin, ið førdi bilin,
stóð í dag ákærdur í Føroya
Rætti.
Ákæran ljóðar, at maðurin
tann 26. Juli 2008 á nátt,
skilaleyst skal hava ført bil
sín inn í eina størri manna
múgvu á 10 til 15 fólk, og
harvið hava sett lív í vanda.
Ákæruvaldið krevur førara
rættin frádømdan treytaleyst.
Ákærdi játtaði at hava
ført bilin inn í manna
múgvuna, men ikki at hava
sett lív í vanda.
Var í panikki
Ákærdi eigur tveir synir á
14 og 16, ið eru heima í
Føroyum í summarferiuni.
Ákærdi greiðir frá, at hetta
kvøldið fer hann ein biltúr,
tí veðrið er gott. Tá hann
koyrir eftir Landavegnum,
sær hann at yngri sonurin
kemur
gangandi,
djúpt
ólukkuligur.
Hann steðgar, og tekur
dreingin
við
í
bilin.
Drongurin greiðir frá, at
hann
og
bróðurin
eru
álopnir av einum bólki á 10
til 15 dreingir, við »Bill« á
odda. »Bill« er eyknevnið,
men ikki veruliga navnið,
hjá
oddamanninum
í
bólkinum. Hann veit ikki
hvar hin bróðurin er, men at
hann var illa tilskaðakomin
og bløddi frá høvdinum.
Ákærdi fer í panikk, og
koyrir runt í býnum fyri at
finna hin drongin. Tá hann
kemur oman gjøgnum Bøkj
arabrekku, frá ljóskurvun
um móti Steinatúni. Hann
steðgar fyri reyðum, og tá
peikar yngri drongurin móti
Steinatúni og sigur »Har
standa teir«, vísandi til teir,
ið høvdu lopið á teir.
Ætlaði bara at
forskrekkja
Ákærdi greiðir víðari frá, at
hann so førdi bilin fram
móti og møguliga eisini
upp á gongubreytina.
Hann greiðir eisini frá, at
ferðin var ikki høg, tá hann
koyrir fram móti gongu
breytini.
Eg ætlaði bara at for
skrekkja teir og koyra fram
móti teimum og høgga
bremsurnar í, greiðir ákærdi
frá.
Ákærdi
viðgongur,
at
hann sá ein mann verða
raktan av bilinum, og at
viðkomandi datt.
Tá bilurin er steðgaður,
kemur øði í mannamúgvuna,
sum byrjar at sparka til
bilin, og ein maður loypir
upp
á
motorhjálmin
á
bilinum, og byrjar at sparka
forrútin
á
bilinum
á
ferðafólkasíðuni, har sum
drongurin situr.
Ákærdi greiðir frá, at
hann bakkar út og fær
mannin á motorhjálminum
av við at koyra fram aftur.
Hann koyrir so heim, og
stutt eftir at hann er komin
heim, kemur eldri sonurin
gangandi, og stutt eftir
kemur løgreglan á staðið, tá
maðurin er meldaður.
Mangla vitni
Málið móti ákærda varð
ikki avgreitt í dag, tá eitt
sentralt
vitni,
nevniliga
persónurin »Bill«, ikki fekk
møtt í rættinum.
Eitt vitni gav sína frá
greiðing, og líktist hon
almikið teirri hjá ákærda.
Vitnið sigur eisini sjálvt, at
talan nokk ikki var um
nakran lívsvanda, men at
tað tó kundi verið størri
skaði hendur.
Dómur fellur í málinum
tá manglandi vitnið er møtt
í rættinum og hevur givið
sína frágreiðing.
Ákærdur fyri at koyra inn
í mannamúgvu í Steinatúni
Til urTagarðin
Nógv sløg av staudum
(fleiriára plantur)
til ymisk vakstrarlíkindi
Landavegur 38 · 100 Tórshavn · Tel. 215950 · h-ludvig@olivant.fo
Opið er
Mán.-frí. .... 13.00-18.00
Leyg. .......... 10.00-17.00
Tað var her í
Steinatúni at
ein maður á
tann 26. Juli í
fjør førdi sín bil
inn í bussvikan
og upp á
gongubreytina
móti eini
mannamúgvu.
Ákærdi noktar
fyri at hava sett
lív í vanda, men
játtar gerðina
savnsmynd