fríggjadagur 29. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • 29. mai 2009
Vikuskifti 17
ntinskur fongsulslærari
Hetta, segði hon frá, er fyri at
man kann reinsa tankar sínar
og hugsa um brotsgerðina,
man hevur framt. Hendan
mannagongd er vanliga eisini
nýtt, beint eftir at man er
fangaður av løgregluni. Tríggjar
teir fyrstu dagarnar skal man vera
einsamallur í hesu lítlu selluni,
har einasta kommunikatiónin við
umheimin er ígjøgnum strongu
vaktirnar.
- Vit eru rættiliga heppin í
so máta; í nærum øllum hinum
ungdómsfongslunum halda tey
framvegis, at kroppslig revsing
er tann einasti hátturin, man
lærir av feilum sínum. T.d. liggur
eitt nonnuungdómsfongsul tætt
við her, har nonnurnar sigast at
fara rættiliga harðliga fram ímóti
teimum ungu. Tað er gott, at man
ikki er endaður har, segði hon,
meðan hinar nikkaðu harðligt
aftanfyri.
Restina av degnum brúktu
vit saman við gentunum við at
verða bankaði av í argentinskum
kortspølum, meðan tær
allar flentu í kíki eftir okkara
manglandi dugnaskapi á
hesum økinum. Tá ið vaktirnar
seinnapartin stongdu genturnar
inni í sellurnar til siesta og
Henrique og eg lótu stóra
portrið aftur aftan fyri okkum,
var eg fylt av mótstríðandi
kenslum. At skula brúka síni
tannáringarár innistongdur í
einari lítlari sellu saman við
19 øðrum gentum er einki
lív, tað er heilt greitt. Hvørjar
umstøður í stutta lívi teirra hava
gjørt, at tær hava framt hesar
brotsgerðir? Ger fongslið tær
til betri samfelagsborgarar?
Um onkur teirra longu hevur
verið fonglað fleiri ferðir, hevur
fonglingin kanska ikki havt jaliga
árini, løgreglan vónaði. Tá ið eg
samanberi hesar tannáringar
við føroyskar tannáringar, hava
tær nógv til felgs. Tær elska
at flenna, tvætla og roksa,
hetta er als ikki deprimerandi
hugburðurin, eg hevði ímyndað
mær.
Á vegnum út vórðu vit steðgaði
av einum vaktarfólki, ið broytti
mína áskoðan á genturnar.
- Orsøkin til, at genturnar eru
so friðarligar og hava vanligan
atburð í fongslinum, greiddi hon
frá, er, at tær hvønn morgun fáa
dempandi heilivág. Tær koma
allar frá fátøkum familjum, har
tað snýr seg um yvirliva til næsta
dag.
Her eru lítlu samfelags-
tapararnir, sum enn líða undir
stóra fíggjarliga kollapsinum
av argentinsku peso’ini í 2001.
Hóast tann yngsta gentan her ikki
verður 13 fyrr enn um tvær vikur,
hava tær nærum allar í mong
ár havt álvarsligar trupulleikar
við rúsevnismisnýtslu, sum
hava ført við sær, at nógvar eru
komnar út í kriminalitet fyri at
vinna pengar til at rúsa seg og at
halda absistensunum niðri. Hesar
genturnar eru komnar so langt
út, at tær hava framt ta størstu
syndina av øllum og eru vorðnar
tannáringarmordarar og tí eru tær
endaðar í hesum niðurslitna, gráa
bygningi,
ið mest av øllum minnir um ein
gamlan bygning í gamla USSR.
- T.d. hevur ljóshærda gentan,
sum bankaði tykkum av í
kortspølunum, dripið óynskta barn
sítt við í desperatión at koyra tað
inn í eina frystiboks, segði vaktin
frá.
Týsdagur 17. februar
2009
Tað er tryggjandi, at Henrique
eisini er her fyri at starvast
saman við mær. Hóast eg nú
havi roynt eitt sindur av hvørjum
bæði her í Suðuramerika og
tá ið eg fyri hálvum ári síðani
vitjaði Niger, eitt tað fátækasta
landið í heiminum, setir hendan
upplivingin tingini enn meira í
perspektiv fyri meg.
Tá ið man heimanifrá situr og
hugsar um at fara út “at hjálpa”,
ið tað er vorðið so populert at
taka til, hava mong ivaleyst eina
idylliseraða fatan av, at “nú skal
man út at bjarga øllum neyðars
fátøku børnum heimsins”.
Man hoyrir dag og dagliga so
nógv um alla neyðina kring
heimin, so nógv at man at enda
verður immunur yvir fyri hesum
upplýsingum og sløkkir útvarpið,
tá ið tey aftur byrja at tosa um
nýggjastu náttúruvanlukkuna í
Asia ella nýggjasta bumbuálopið
í Miðeystri. Man verður fyltur við
máttloysi, eini kenslu av hvussu
stórur heimurin er og hvussu
lítil og ótýðandi man sjálvur
er í øllum hesum. Tað einasta,
sum tykist at kunna hjálpa móti
hesum máttloysi – ella kanska
heldur hjálpa upp á hesa ringu
samvitsku, ið máttloysið hevur við
sær, er, at man sjálvur kann gera
okkurt aktivt í tilveruni. Tað er tá
“superman-kenslan” tekur yvir.
Sum vøkru Barbie ”Miss World”-
genturnar vanliga taka til “I just
want world peace” – og eg kann
vera við til at skapa heimsfriðin,
eg kann hjálpa øllum, eg kann
gera ein mun. Tað er ivaleyst
eisini satt, at vit øll kunnu gera
ein mun í heiminum – tað havi
eg við egnum eygum ásannað
nógvar ferðir, bæði heima í
Føroyum og í Evropa, men eisini í
stóra umheiminum kring oyggjar
okkara – tað er tó nakað nógv
lættari at hjálpa heiminum, um
heimurin stendur saman um at
gera ein mun, um heimurin hevur
eitt ynski um sjálvur at verða
hjálptur úr trupulleikunum. Tað
er hopleyst at hjálpa fólki, ið ikki
sjálvi ynskja hjálp.
Eg haldi, at nærum allar
genturnar eru hálvforelskaðar í
starvsfelaga mínum, Henrique. Tá
ið eg havi ringt við at formulera
meg á argentinska slangmálinum,
genturnar nýta í heilum, traðkar
hann til við onkrari spanskari
joke. Hann er hálvur meksikanari
og seinastu mánaðirnar hevur
hann ferðast runt í nærum øllum
suðuramerikansku londunum
fyri at síggja øðrvísi partar av
hesum náttúruríka heimsparti,
enn turistar vanliga síggja, fáa
upplivingar, eingin annar kann
skriva heim um.
Tað er ein løgin kensla at
skula vera tann vaksni, sum
knappliga hevur ábyrgd av
einum so stórum bólki av
gentum, ið hava verið útsettar
fyri harðskapi, fátækradømi og
rúsevnismisnýtslu meginpartin
av lívi teirra. Tað er løgið
knappliga at skula vera ein
autoritetur fyri gentur, ið bert eru
nakrar mánaðar yngri enn ein
sjálvur og tað er ringt at verða
respekteraður, tá aldurmunurin er
so lítil. Fyri at fyribyrgja hesum
síðsta, hava vit billa teimum inn,
at vit bæði hava lisið enskt á
universitetsstøði og eru ávíkavíst
22 og 23 ár. Í veurleikanum eru
vit jú bæði bert eru 19-ára gomul
og hava tikið studentsprógv fyri
minni enn einum ári.
At fáa argentinsku
tannáringagenturnar til at lurta
eftir er ikki altíð lætt. Heilt
fáar av teimum duga at lesa og
skriva - nógvar hava ongantíð
fylgt eini vanligari skúlagongd
– og tær vilja helst brúka alla
tíðina til at roksa og flenna.
Serliga eru tvær gentur, ið
ferð eftir ferð órógva og gera
balladu. Ein teirra tykist at hava
rættiliga álvarsligar persónligar
trupulleikar. Fyrsta dagin eg varð
í fongslinum, ivaðist eg – hóast
eg longu visti, at her bert búgva
gentur – í, um hon í veruleikanum
kundi verið ein drongur, sum av
tilvild hevði sníkt seg inn í hetta
gentufongslið. Báðir undirarmar
hennara hava lang, reyð arr, eftir
at hon hevur skorið seg sjálva
nógvar ferðir. Til hvønn enskttíma
situr hon einsamøll og sær súr
út, meðan hon mumlar illsint orð
og roynir at órógva undirvísingina
so nógv, sum til ber. Hin gentan
hevur stutt og skríggjandi pink
hár. Hon líkist mest av øllum
einari karikaturútgávu av einari