Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 • 29. mai 2009 Vikuskifti 19 1. Kom og kvøð, meðan vónir gerast blíðar 1 Kom og kvøð, meðan vónir gerast blíðar, nú ið lívsløta tykist ljós og løtt. Sjá um skørð, sjá um tindarnar so fríðar, móti himninum peika fjøll so brøtt. Altíð vakurt her er, antin sól ella gler vinnur vald sær og fríðkar líð og berg. 2 Kom og kvøð, ver í huganum so glaður, sum tá piltur til leik so fimur fer, – har í spølni og gaman líður dagur, løtan besta á foldum hetta er. - - - Men tó ynskir hann har, gævi vaksin eg var, so eg sýna fekk dirvi mítt og mátt. 3 Kom og kvøð, nú er vaksin vorðin drongur, nú hann ber seg á mansligan hátt. Enn eitt ynski, - ei dvølja kann hann longur, trásjúkt hjarta vil vinna sigur brátt. – "Góða søtasta tú, vilt tú hava meg nú?" Svara ja gjørdu eyguni so blíð. 4 Kom og kvøð, nú tú sært tey sita saman, og tey droyma so bjartan ungdómsdreym. Nú er løtan at kvøða hátt í gaman, til at teska tey lyfti heit og eym. – "Altíð vera eg vil, sum tú elskar meg til!" Gævi lagnan kann vera teimum góð. Nyholm Debess (1882-1952) L: Danskt fólkalag (Eg var mær og vitjaði bróður) 2. Áh, kundu á tíðarhavi 1 Áh, kundu á tíðarhavi vit akker kastað ein dag, tá vit hava eydnuna vunnið, so hon ikki rýmdi av stað. 2 Tíðin, legg tínar veingir saman bert hesa stund, meðan eg sælur kyssi mítt sólfagra ástarsprund. 3 Og løtan hin signaða, ríka á kvirru, ástheitu nátt, – áh, lat meg í kossinum doyggja, tá hvíli eg æviga gott. Poul F. Joensen (1898-1970) Pr: Millum heims og heljar, 1947 L: Hanus G. Johansen, 1983 3. Saknur 1 Sárt sakni eg teg, væna mín. Hví rýmdi tú frá mær? Tað er sum sól og summar av garði fór við tær, tí allir fuglar tiga, hvør blóma fánað er, – mín hugur eltir, har tú fer, mín sál er friðleys her. 2 So tekkilig og eygagóð, sum Venus vøn og skær, eitt bládýpi av sælu í tínum eygum var, sum spunnið gull var hárið, so fannhvít undir lín, tín mjúki barmur heitur brann, á varrum vætti vín. 3 Tú ferðamøddi fuglur, sum so víða farin er, sást tú mítt fljóð, hitt fagra, á tíni longu ferð? Hon er ein eyðkend rósa, sum summarsólin vøn. - Á, góða, elskaða, kom heim, hoyr mína hjartans bøn! Poul F. Joensen (1898-1970) H: Saknur. L: Hanus G. Johansen, 1981 4. Syngja sama lag 1 Um eg nú seti meg hjá tær vilt tú so syngja fyri mær. Tí mær leingist so at hoyra teg sig at tú enn elskar meg. 2 Ongantíð tú sigur meir kom babba góði: ”balla meg sig mær eina søgu og signa meg Jesus pápi verjir teg og einglar teir”. Hjartað mínum leingist so at finna inn til tín lítli eingil mín syng fyri mær sig mær títt goymistað, so eg kann finna inn skilja tínar tankar, sig mær hví tú goymir teg eg vil so fegin tað, at tú og eg vit syngja sama lag. 3 Babba kom og set teg her og eg skal syngja fyri tær um eitt lítið hjarta, sum er mær nær ongin er sum tú í hesu verð. 4 Í huga mínum altíð tú so tá eg tekni, tekni eg lítla heita hjartað mítt varðir meg vita skalt tú, at eg elski teg. Hjartað mínum leingist so ........ :/: La la la la la. La la la la la. At tú og eg vit syngja sama lag :/: 5. Elisabet og Elinborg 1 Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári hon syngur og hon dansar frítt og frøist nú um várið. Hon spælir sær við blómurnar hon elskar vakrar litir sum ein føgur sóljudrotning í grasinum hon situr. 2 Elisabet Maria við vøkrum, bláum eygum hon málar vakrar málningar við gulum og við reyðum. Hon málar allar litirnar, sum dagurin man eiga, sum ein føgur stjørnusól Elisabet Maria. 3 Brátt so verður friðarligt og fuglaveingir hvíla sólin bjarta svevur nú, og mánin fer at skína. :/: Tá fara tær til pápa sín sum søgur veit at siga og nú svevur lítla Elinborg og Elisabet Maria :/: Eivør Pálsdóttir H: Elisabeth og Elinborg. Á fløguni “Mannabarn”, 2007 5. Elisabet og Elinborg 6. Gamal maður kvøður 1 Gamal eri eg, og minnist mangt úr forðum, mangt, sum nú er broytt, og mangt, sum farið er. Og nú skal eg her í fáum nýtum orðum siga, hvussu nógv er broytt í míni verð: Politikkur, reglión og spiritussi, konufólk og vaskarí og veðurlag alt er púra broytt, og eg veit ikki hvussu. Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað. 2 Politikkur var í mínum ungu døgum Samband ella Sjálvstýri - tað var so lætt. Flokkar eru nú av øllum handa sløgum, og teir allir siga seg at hava rætt. Sjosjalistar, kommunistar, liberalir, høgra, vinstra ella mitt í miðjuni, kristiligir summir, aðrir radikalir. Á, ja, ja, eg meini tað, tað meini eg. 3 Regliónin nú er farin út av lagi, tað, sum fyrr var gott, er púra burturvið. Missionerar nógvir leggja nú í vaðið, vilja vinna proselyttar til sítt lið. Hvussu man við kvotabýtinum nú standa her av syndarum á Føroyaleiðini? Ja, tað sigst, at stovnurin er ei í vanda, Á, ja, ja, eg meini tað, tað meini eg. 4 Brennivín teir brúktu fyrr, men um tað slagið væl var farið, tí tað dugdu teir við lít. Gestir fingu upp í munnin - alt í lagi – fýra ferð um árið - kanska - var tú skít. Nú tað rennur uttan íhald, sum ein kelda, fløðir yvir, ja, og streymar frítt hvønn dag. Eg tí havi inn í losjuna meg meldað. Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað. 5 Og sum fløskan fyrr var konan góður fløvi, dugdi tú at eiga eina, var tað nokk. Hon var kanska tikin fram við serstøk høvi, men var annars ’pá sítt pláss og við sín rokk. Nú skal skiftast út í heilum, summir vilja enntá hava fleiri í senn - eitt verri lag. At teir klára tað, eg dugi ei at skilja. Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað. 6 Fyrr var ikki vaskað nógv í nøkrum húsi - vaska sær um eyguni og so var væl. Nú tey stúrta seg í bað og undir brúsu, fleiri ferð um dagin hetta vera skal. Og at lukta fúlt av sveitta ei tey vilja, smyrja tí seg inn í »odorantini«. Hvørjum tey tó sveitta av, eg ei kann skilja. Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað. 7 Veðurlagið nú er púra út av lagi, líkist ongum - eg skal siga tykkum hví. Hatta sjónvarpsveðurkortið er ein skaði, eingin fani kann jú finna út av tí. Nei, nú gevist eg, og nú er best at fara. Men við tykkum skal eg siga nú til síðst: Skal tað gamla fara, lat tað fara bara. Á, ja, ja, nei, nei, eg meini tað so víst. Axel Tórgarð (f. 1923) H: Gamal maður kvøður. Yrktur til V4 sending í 1990 Lag: Skamlingsbanken 7. Beinta 1 Hvør er tað, sum har kemur lætt titandi um teig, so fitt um snýð og klødd í silkivond? – Tað er hon, lítla Beinta, sum ferðast sína leið langt inn í ljósu ævintýralond - hon loypur fim um veitirnar at henta akkuleyur, har fríðir standa børkubøndur hvítir og so reyðir, hon hentar mýrufípur og syftunsøkugrøs ímillum lomb og spakar heimaseyðir. 2 Har firvaldar so fínir lætt treða kátan dans, alt meðan sól á eingjargarðar sær, tá situr hon í bønum og bindur sóljukrans, sum lítla spælibarnið hennar' fær. - Har koma tjøldur flúgvandi við fríum veingjaspenni, og flógva lotið hárið hennar' strýkur eymt um ennið, hon tekur blómutyssi í lítla føvning sín, sum gáva er til mammuna frá henni. 3 Tá seinkar dagur, fer hon til húsa eydnusom, seg setir still við stovugluggakarm – fer í vestur sólin og gyllir fjallatrom, tá tyngist høvur lint á mjúkan arm – hon starir út á foldina, sum ger seg til at blunda, har flogkykt øll og fuglarnir at sínum skjólum stunda, – hon andar døgg á rútin og kámar burtur alt, nú henni boðar sól til náttarfunda. Oskar Hermannsson (1920-1995) H: Beinta. Pr: Fylgiblað til jólabókina Følv 1967 L: Christian Wahl 1977 8. Summar 1 Ja, lív og kærleikur lið um lið so vinaliga framganga, og gleðin fer fram í søtum frið' hjá føroyskum summars anga. Her er tað land, sum mær hóvar. 2 Ja milt, ja milt her summarið er, hvør fjallatindur hann glitrar, og pollamjørkin um líðirnar fer, og támið við strendurnar titrar. 3 Gongur tú fram við reyn ella vøll, so ljóðar har fuglasongur. Lógvin hon titar so bringubrøtt og eltir teg, hvar tú gongur. 4 Neytini vaða mýrar um legg, so vatnið um bøgirnar slettir, og lambið sleikir ta glinsandi døgg, har nálin úr mosanum sprettur. 5 Seiður og sild um strendur og sker, og upsi um grunnarnar springur, tann stóri hvalur um sjógvin fer, í luft flýgur fuglaringur. 6 Alt andar lív, natúrin er blíð á sjógvi so væl sum á landi. Alt gongur so lætt, øll anda so frí sum loyst úr tyngsils bandi. Her er tað land, sum mær hóvar. J. P. Gregoriussen (1845-1901). 3. partur av yrking (Summar), sí eisini nr. 325, 326, 328. Pr: Fuglaframi 13/11 1900. L: Regin Dahl. Ella "Tá eg verði stórur" Syngja nýggjan song