Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2009 Hvonn Live Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í gjárkvøldið var seinasta Hvonn Live sendingin fyri summarsteðgin. Sendingar­ nar eru ein røð, sum Rás2 framleiðir og sendir bein­ leiðis av Hovnn í Havn. Hesaferð vóru tveir kend­ ir norðurlendskir krimi­rit­ høvundar komnir á vitjan. Liza Marklund úr Svøríki og Jo Nesbø úr Noregi greiddu frá sínum arbeiði við krimi­søgum. Liza Marklund er eisini kend fyri at hava meiningar um leiklutin hjá kvinnum í samfelagnum, og hon helt, at í Føroyum mátti okkurt gerast. ­ Eg sigi bara stakkals Føroyar, hetta er sum at koma aftur í 50’ini. Tit hava eina ekstrema undirumboð­ an av kvinnum í politikki, og tað mugu tit kvinnur gera nakað við. Tit kvinnur mugu standa saman og hjálpa hvørjum øðrum. Tað eru bara tit, sum kunnu broyta støðuna, eingin ger tað fyri tykkum, segði Liza Marklund. Og so var klappað millum mongu áhoyrararnar á Hvonn. Skrivar allastaðni Norðmaðurin Jo Nesbø varð 10 tímar seinkaður til Føroya fyrradagin, men hann spilti ikki tíðina burtur. Hann greddi frá, at han hevði sitið á flogvøll­ inum í Kastrup og skriva nýggju krimi­søguna hjá sær. ­ Og eg havi eisini skrivað her í Havn í dag. Eg royni at skriva hvønn dag, og fyri meg er tað eingin trupulleiki at skriva á einum flogvølli ella mitt í einum fremm­ andum býi. Tað dámar mær næstan betur enn at sita heima, segði Jo Nesbø. Og hann helt, at Føroyar og føroyingar kundu enda í onkrar krimi hjá honum í framtíðini. ­ Eg fái íblástur allastaðni, har eg ferðist. Og tað kann verða,a t Føroyar ella onkur føroyingar, sum eg havi hitt, endar í onkrari krimi hjá mær, segði Jo Nesbø Heiður á Rás2 Útvarpsmaðurin Elis Poul­ sen, sum er landskendur fyri sínar løttu dansisend­ ingar, legði eisini leiðina fram við á Hvonn, og hann greiddi frá, hvussu hann arbeiðir við sínum sending­ um, og hvønn respons hann fær frá sínum lurtarum. ­ Og eg má siga, at tann størsti heiðurin, sum mann kann fáa, er at verða boðin á Rás2 at tosa um eina send­ ing, sum eg geri í útvarp­ inum, segði væl upplagdi Elis Poulsen. Livandi tónleik fingu áhoyrararnir við Hanusi G. Johansen og Jógvani And­ riasi Joensen, og eisini sang ársins songrødd í ár, Birita Poulsen úr Vestmanna. Lívligt krimi-kvøld á Hvonn Tað gekk lívliga fyri seg í Rás2-sendingini Hvonn Live í gjárkvøldið. Svenska krimi-drotningin gav føroyskum kvinnum ein uppsang og bað tær standa saman. Norski krimi-rithøvundin hótti við at brúka føroyingar í einari nýggja krimi. Og útvarpsmaðurin Elis Poulsen helt, at tað var stóru heiður at verða boðin á Rás2 at tosa um eina sending hjá sær Sonne Smith heilsar upp á Jo Nesbø Lisa Marklund og Jo Nesbø prátaðui um norðurlendskar krimi-bøkur