Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 20 Nr. 101 • 29. mai 2009 Hannipoula Olsen Lívfrøðislesandi Í mong ár hava vísindafólk hildið, at vit her heima í Føroyum hava havt ein serføroyska tara. Men við tíðini og við nýggjari tøkni er komið fram, at so er ikki. Tann føroyski tarin Tað var serliga í 19. øld, at menn vildu vinna sær tann heiður at hava funnið nýtt slag, og tá Føroyar lógu mest sum ókannaðar, leitaðu fleiri danir sær norð í Atlanshavið á okkara oyggjar at royna eyðnuna. Ein av hesum var Fredrik Børgesen. Hann kom til forkunnugu Føroyar í 1896 at savna inn tilfar fyri lærumeistara sín, Eugen Warming, um føroyska plantusamfelagið. Í hesum tíðarskeiðnum fann hann eitt taraslag, ið ongin annar hevði funnið – hvørki her á klettunum ella úti í heimi. Fredrik Børgesen sá, at hesin tarin var ólíkur øðrum tarunum. Stelkurin var tómur innan, og blaðið var tunt og rukkut. Aldrin áður var ein slíkur tari skrásettur. Hetta var ein stórfingin skattur hann hevði funnið. Ein nýtt slag. Hann nevndi slagið Laminaria faeroensis. Við tí sum eyga sá Tá Fredrik Børgesen og aðrir rannsóknarmenn skuldu greina sløg, nýttu teir sjónligar eginleikar t.v.s teir morfologisku eginleikarnir at greina útfrá. Morfologisk verður tari býttur í festi, stelk og blað. Tey ymisku sløgini hava meira ella minni sjónligar eginleikar, ið skilja tey frá hvørjum øðrum. Mikroskopið var í tíðini, tá Fredrik Børgesen var íðin, eins væl og tað í dag er, eitt avgerðandi hjálparamboð, tá talan er um slaggreining av tara. Líktist sukurtaranum Fredrik Børgesen varnaðist, at tað nýggja taraslagið L. faroensis líktist sukurtaranum. Bæði sløgini høvdu stórt og óslætt blað og kraftmikið festi, men sukurtarin, sum tá hevði tað vísundaliga navnið Laminaria saccharina, hevði ikki hulan stelk. Eisini var stelkurin hjá sukurtaranum nógv styttri og blaði meira avlangt enn hjá Føroyataranum (L. faeroensis). Føroyatarin var tískil eitt nýtt slag í Laminaria slektini – somu slekt sum sukurtarin. Ílegukanningar av tara Tøknin í dag er so mikið framkomin, at møguleiki er at gera ílegukanningar. Innan tarataksonomi verður DNA- sekvensering vanliga nýtt. Framferðarhátturin er í stuttum, at sekvensar fyri eina ílegu frá fleiri taraindividum verða samanbornir, og fylogenetiskar (slektskaps) analysir verða síðani nýttar til at byggja ættartrøð. Ílegukanningar eru eitt nýtt og hent amboð, ið taksonomar nýta innan slaggreining í dag. Nógv nýggj vitan er komin undan kavi. Sløg, ið áður vóru mett at vera eitt og sama slagið, vísa seg nú at vera ymisk sløg. Og umvent vera eisini sløg, sum áður vórðu hildin at vera tvey ymisk, nú funnin at vera sama slagi. Nýggj familja Slíkar ílegukanningar hava víst, at L. faeroensis ikki er eitt sjávstøðugt slag, men ein morfologisk variatión av sukurtaranum. Tað vóru nakrir danir, sum funnu fram til hetta, tá teir gjørdu kanningar av nøkrum brúntarasløgum. Kanningin snúði seg um at samanbera DNA- sekvensar hjá fýra tarasløgunum úr Laminaria slektini – nevniliga Tonglataran, Fingurtaran, Sukurtaran og Føroyataran. Seinni gjørdu nakrir canadiumenn eina aðra kanning, sum vísti, at tað var so stórur munur á Sukurtaranum og hinum báðum tarasløgunum, at man meinti, at tað ikki var rætt, at hesir vóru í somu slekt. Sukurtarin varð tí fluttur í eina heilt nýggja slekt, og eitur nú Saccharina Latissima. Útsjóndin ávirkast av umhvørvinum Tá Fredrik Børgesen fann Føroyataran, var tað sera torført at skyna millum sløgini av Laminaria, tí tað ikki eru so nógv morfologisk eyðkenni, ið kunnu nýtast at greina við. Og tá ið tað eisini finst ein ávís morfologisk Føroyski tarin Ársvariatiónir av taranum Saccharina latissima. Fyrsta árið veksur hann í longd, og annað árið í breidd. Triðja árið minkar hann vegna nøring Taraskógur í Æðuvík Mynd: Ingi Sørensen