Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 29. mai 2009 -Navnframa spanska matstovan elBulli dregur einsamøll 5 milliónir ferðafólk til Spania á hvørjum ári! Hetta segði svenski mat-ambassadørurin, Carl Jan Granqvist í framløgu á tíðindafundi í Tinganesi mikudagin sum dømi um hvussu stóran týdning ein livandi matstovuvinna hevur fyri ferðamannavinnuna. Umboð fyri Ny Nordisk Mad-átakið hjá Norðurlandaráðharraráðnum, sokallaðu mat- ambassadørarnir, hava vitjað Føroyar í vikuni. Teir hava roynt at fáa innlit í hvat Føroyar hava at bjóða av matmentan og hvussu hendan trínir fram á einum matlistarligum palli. Við sær hava teir havt sjónvarpslið, ið eru við at gera upptøkur til sendingar um norðurlendska mat-ævintýrið. Vinnumálaráðið og okkara egni norðurlendski mat- ambassadørur, Leif Sørensen, hava verið vertir fyri vitjanina. Ambassadørarnir hava m.a. roynt mat frá Leif Sørensen í sjáldsomu karmunum í roykstovuni í Kirkjubø, og verið umborð á Norðlýsinum og hoyrt Birgir Enni við eldhuga greiða frá sínari vitan um skeljadjór. Gunndur Fossdal, kokkur á Hotel Føroyum hevur víst fram hvussu gistingarhús í heimsflokki kann bjóða spennandi nýtulkaðan føroyskan mat. Ambassadørarnir hava eisini sett Landsstýrið stevnu 36 grams.fo Matlist á politiska breddanum í Føroyum Føroyingar eiga at gagnnýta søguliga einastandandi møguleikan at fara í kjalarvørrin á matstovuni noma og tað viðrák sum norðurlendsk matlist hevur á altjóða gastronomiska pallinum í hesum árum. Hetta siga norðurlendsku mat-ambassadørarnir, ið júst hava verið á vitjan í Føroyum Ambassadørar umborð á Norðlýsinum Øða frá Birgir Enni Jóannes Patursson, kongsbóndi greiðir frá Jóannes Patursson, kongsbóndi greiðir frá “Interiør” í Kirkjubø Føroysk matlist í Roykstovuni