Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2009 37 lýsingar Tórshavnar kommuna Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkaatkvøða um at broyta trónuarvalógina sunnudagin 7. juni 2009. Valt verður soleiðis: 1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali og Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi velja í Snarskivuni. 2. Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum. 4. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak. 5. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði 6. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað 7 Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti 8. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 9.00-20.00 og so leingi, veljarar møta uttan steðg. Tey, sum fyri sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá á Snarskivuni, telefon 30 20 10, til fríggjadagin 5. juni 2009, kl. 12.00. Samstundis verður sagt frá, at valkort verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Um so er at valkortið ikki er komið innan mánadagin 2. juni 2009, orsakað av t.d. bústaðarflyting, skal boðast Snarskivuni frá hesum sum skjótast, telefon 30 20 10. Val – trónuarvalógin Nú er møguleiki hjá fólkaskúlalærar- um at taka linjulærugreinar sum eftirútbúgving á Læraraskúlanum. Talan er um linjulærugreinar eftir galdandi lóg og kunngerð um út- búgving av fólkaskúlalærarum. Eftirútbúgvingin verður í skúlaárunum 2009/2010 og 2010/2011. Undirvísingin verður tveir dagar um vikuna (12 tímar um vikuna) í tíðar- skeiðnum frá 1. februar 2010 og til próvtøkua verður í januar 2011. Lesturin verður saman við lærara- lesandi. LÆRUGREINARNAR ERU: Mánadag og mikudag: føroyskt, ítróttur, enskt. Týsdag og hósdag: lívfrøði, týskt, alis/evnafrøði. MMR veitir tímaniðurskurð til hesa eftirútbúgving 4 t/v í skúlaárinum 2009/10 og 2010/11 - inntil próv- tøkan hevur verið. Freistin at søkja er 10. juni 2009 og umsøkjararnir fáa svar seinast 17. juni. Umsókn verður at senda til joannes@flsk.fo EFTIRÚTBÚGVING Á LÆRARASKÚLANUM Føroya Læraraskúli Fróðskaparsetur Føroya stuðlar tiltøkum í Miðlahúsinum Eysturoyar Røktar- og ellisheim Eysturoyar Røktar-og ellisheim Friðartún 1 · 620 Runavík MENTANARTILTØK á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu,verður sum kunnugt skipað fyri fleiri ymiskum almennum mentanartiltøkum her á heiminum. Komandi tiltak verður týsdagin 02.06.09 kl. 19:30 í kantinuni. Árni og Marner Andreasen syngja og spæla! Aftaná verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn við onkrun góðum afturvið. Øll eru hjartaliga vælkomin og vóna vit at síggja mong!!