Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 29. mai 2009 37 og víst á hvørjar trupulleikar norðurlendsk matlist søguliga hevur havt at dragast við, hóast tilfeingið hevur verið stórt. Gleðin at njóta mat hevur altíð verið undirkúgaður í Norðanlondum og hevur tað havt tað avleiðing, at skuldarkensla er bundin til at eta eina máltíð í Norðanlondum. Rituelt hevur tað ikki verið góður tóni at fagnast og njóta góðan mat. Tvørturímóti hevur gerandismatur sum oftast verið asketiskur, litleysur og eiðasørur fyri passión. Men alt tað er nú farið í londunum rundan um okkum, kundu ambassadørarnir greiða frá. Ein áhugi og fagnaður fyri øllum tí norðurlendska spírar fram nú. Skuldarkenslan er burtur, politikarar stinga miðvíst út í korti, ætlanir at menna eina matmentan at taka upp kappingina við størri londum. -Norðurlendsk matmentan er eyðkend við frískleika, reinleika og tí einfalda og tað er framúr pallur at smíða á til framtíðina, slóð formaður fyri Ny Nordisk Mad-stýrið, Eivind Hålien fast á tíðindafundinum. Greiði boðskapurin frá norðurlendsku matambassadørunum er at ein livandi og sterk matmentan við sjálvsáliti kann vera grundarlag fyri at fremja matstovuvinnuna, matvøruvinnuna, útflutningsvinnuna, ferðamannavinnuna og ikki minst tjóð-samleikan. Løgmaður, Vinnumálaráðharrin og Mentamálaráðharrin tóktust at sita nakað kløkk á tíðindafundinum meðan tey lurtaðu á. Tað er okkurt sum bendir á, at tey eru vaknaði við kaldan dreym og nakað seint á sjóvarfallinum eru vorðin var við hendan møguleika. Trubadoururin í Roykstovuni Igulker frá Birgir Enni Tíðindafundur, sendiharra-liðið Ein føroyskur kokkur við einari visión Tíðindafundur, Landsstýrið Sigurður Hall og Leif Sørensen, matambassadørar Ein betri føroyskur biti í Kirkjubø Filmslið tekur upp matlist í Føroyum Hummari, visnaður toskur og føroysk kryddurt