Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 102 - 2. juni 2009 Um ein mánað verður klárt at seta spakan í størstu almennu bygg­ ing nakrantíð í Vági Almenn bygging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er komið so langt við fyrireikingunum at byggja ellis- og røktarheim og økis- depil fyri sinnisveik í Vági, at alt talar fyri, at tað verður klárt at seta spakan í longu um ein mánað. Tað siga bæði Herman Lindberg á Landsverki, sum er byggiharri og Kristj- an Árnason, sum er limur í bygginevndini. Løgtingið hevur avgreitt alt lógarverkið í sambandi við byggingina og so skjótt lógirnar eru lýstar og sostatt komnar í gildi, er klárt at fara undir byggingina. Inntil lógirnar eru lýstar, verður kortini ymiskt fyri- reikandi arbeiði gjørt, so at tað verður klárt at byrja, so skjótt sum gjørligt eftir at lógirnar eru lýstar. 85 milliónir Ellis- og Røktarheimið og økisdepilin verða bygd sam- an og tilsamans er talan um eitt arbeiði, sum kostar 85 milliónir, tá ið projektering, eftirlit, prísvøkstur, og ann- að, eru tikin við. Ellis- og røktarheimið kostar tilsamans 52 millión- ir við projektering og eftir- litið og øðrum. Men afturat tí skal so innbúgv keypast og tað er mett at kosta 1,7 millión. Landið letur 16,8 milliónir í stuðuli til byggingina og tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, taka so 35,2 milliónir í láni til restina. Hinvegin betal- ir landið allan raksturin. Økisdepilin kostar 33 milliónir og har betalir land- ið alt gildið, bæði bygging og rakstur. Tað verður pláss fyri 24 fólkum á ellis- og røktarheim- inum og fyri átta fólkum á økisdeplinum fyri sinnisveik, men harumframt er eisini tvey umlættingarpláss. Byggingin er mett at taka tvey ár, so á jóansøku í 2011 er komið heilt væl áleiðis til at tað kann takast í nýtslu Ongar treytir Tað verður íslendska byggi- virkið TG-Verk, sum skal gera arbeiðið. Tað hava verið nógvar atfinningar ímóti at lata byggivirki úr Íslandi fáa so stór arbeiði í Føroyum, helst í hesum tíðum, nú før- oyska byggivinnan eisini hungrar eftir arbeiði. Men TG- Verk var 6,4 milliónir bíligari enn næst- lægsta tilboði og Landsverk hevur áður sagt, at har verð- ur bara hugsað um at fáa sum mest fyri skattgjaldar- ans pening og tí verður tikið av bíligasta tilboðnum. Tað hevur eisini verið ført fram, at í slíkum føri eiga krøv at verða sett til byggivirki um at tað skal búka lokala arbeiðsmegi. Men Herman Lindberg á Landsverki sigur, at tað verður ikki gjørt. - Hetta er ein útbjóðing sum allar aðrar og málið verður viðgjørt har eftir og sostatt verða ongar serligar treytir settar til arbeiðsmegi, staðfestir hann. Á jóansøku fara 85 milliónir á rull í Vági Hóast fleiri løgtings­ limir hava kravt tað, verður arbeiðið at byggja ellis­ og røktarheim og økis­ depil fyri sinnisveik í Vági, ikki boðið út av nýggjum, tí vandin er alt ov stórur Almenn bygging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið at byggja ellis og røktarheim í Vági og økis- depil fyri sinnisveik, eigur ikki at verða ikki boðið út av nýggjum. Tað siga bæði limir í bygginevndini fyri verkætl- anini og Landsverk. Sostatt er tað greitt, at teir løgtingslimir, sum fleiri ferðir hava kravt, at arbeiðið verður boðið út av nýggjum, fáa ikki viðhald frá teimum, sum varða av sjálvari bygg- ingini. Løgtingslimir hava ann- ars ført fram, at samstundis sum tíðirnar eru versnaðar, eru almenn arbeiðið blivin bíligari og tí kann landið og kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy spart upp í 20 milliónir við at bjóða út av nýggjum. Vit hava spurt Kirstin Strøm Bech, sum er borgar- stjóri í Vági og limur í byggi- nevndini, um tað ikki hevði verið vert hjá kommunum og skattaborgarunum í syðru helvt í Suðuroy at tikið við eini ein sparing upp á upp ímóti 20 milliónir, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu fíggjarstøðan er. Hon er samd í, at øll sparing er vælkomin. Men eftir hennara tykki er vansin við at bjóða út av nýggjum alt ov stórur. - Lægsta tilboðið hjá TG- Verk var 6,4 milliónir bílig- ari enn næstlægsta tilboðið og skuldi arbeiðið verðið boðið útaftur og TG-Verk av einhvørjari orsøk tekur seg aftur, kann tað endað við, at arbeiðið verður uppaftur nógv dýrari sigur hon. Hon vísir eisini á, at tekn- iski ráðgevarin hjá tí almenna, sum er Landsverk, hevur eisini mælt frá at bjóða út av nýggjum. Borgarstjórin í Vági staðfestir somuleiðis, at eft- ir tógvið stríð hevur løgting- ið samtykt at veita kommun- unum í syðru helvt í Suð- uroy rentufrítt lán til bygg- ingina. Verður byggingin dýrari enn tað nú er, skal alt málið einaferð afturat fyri Løg- tingið og sum støðan er nú, er vandi fyri, at tað heilt dettur niðurfyri. Kristjan Árnason á almanna- og heilsumálaráð- num er eisini limur í byggi- nevndini og hann er samdur í, at verkætlanin eigur ikki at verða bjóðað út av nýggjum. Hann sigur, at Landsverk er tekniskur serkunnleiki á økinum og at tey halda seg til tilmælið frá honum. Og hann mælir frá at bjóða út av nýggjum. - Nú eru allar lógir avgreiddar í sambandi við byggingina og nú arbeiða vit víðari eftir tí, sum sam- tykt er, sigur hann. Ikki takast í álvara Herman Lindberg, sum hev- ur við málið at gera hjá Landsverki, hevur onga við- merking til kravið um at bjóða út av nýggjum. Tað einasta hann sigur, er, at hann hevur verið í sambandi við TG –Verk og felagið hevur váttað, at tað stendur við tilboðið. Og so verður arbeitt víð- ari, soleiðis sum málið liggur nú. Hinvegin hevur Oyvindur Brimnes, stjóri á Lands- verki, ført fram fyri Løgting- inum, at tað er ikki vanligt at bjóða út av nýggjum og verður útbjóðingin nú annul- erað, so at tað verður bjóðað út av nýggjum, fara byggi- fyritøkur ikki at taka tað í álvara. Hann førir eisini, fram, at hetta fer at seinka verkætl- anini - Vit hava ikki ábendingar um at kostnaðurin lækkar nógv við eini nýggjari útbjóðing, sigur Landsverk. Hann leggur afturat, at eftir kostnaðarmetingin vóru tilboðini lág. Landsverk sigur, at ábend- ingar eru um, at ógvusligu príshækkingarnar fyri kort- um, eru hæsaðar av og tí mugu vit rokna við, at kostn- aðarstøðið er á leið tað sama sum fyri nøkrum árum síðani, møguliga við einum vøkstri upp á tvey prosent um árið. Tað eru eisini tey, sum meta, at verður arbeiðið boðið út, hóast tað eru yvir 10% á muni ímillum lægsta og næstlægsta tilboðið, er líka stórur vansi fyri, at eitt gott tilboð verður mist á gólvið, sum tað, at tilboðini verða enn bíligari. Havast skal eisini í huga, at tað er als ikki ókeypis at bjóða út av nýggjum, tí so skal alt málið ígjøgnum mylnuna einaferð afturat og í øllum førum er púra onki hald í eini sparing upp á 15- 20 milliónir, um tað so verð- ur boðið út av nýggjum. Bjóða ikki út av nýggjum Um ein mánað verður klárt at fara undir at byggja ellis- og røktarheim og økisdepil fyri sinnisveik í Vági Norðpólurin flýtur í olju og gassi Serfrøðingar hava leingið hildið, at olja og gass eru í undir- grundini undir Norðpólinum, og nú vísir tann fyrsta veruliga kanningin, at har er so mikið av olju, at økið kann nøkta oljutørvin hjá øllum heimsins londum í trý ár og gasstørvin í heili 14 ár. Tað skrivar Politiken. Sagt verður, at tað mesta av gassinum er í tí russiska partinum av póløkinum, og at tað styrkir støðu Russlands á gassmarknaðinum, har landið longu er tað fremsta í heiminum. Enn er ikki semja um, hvussu ræðisrætturin yvir økinum við Norðpólin skal býtast, og Russland, Kanada, USA, Noreg og Danmark krevja øll part av økinum. Tyrla hjá ferðamannaskipi Fyrrakvøldið bað portugisiska ferðamannaskipið Funchal íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna um hjálp, tí eitt av ferðafólkunum var vorðið sjúkt og mátti fáa læknahjálp. Vaktar- og bjargingartænastan sendi eina tyrlu við einum lækna, og eftir hansara ráðum bleiv tann 67 ára gamla kvinnan tikin av skipinum og flutt á sjúkrahús í Reykjavík. Funchal var statt 85 fjórðingar í landssynning úr Vestmannaoyggjunum, tá tað bað um hjálp. Skipið, sum er 10.000 tons stórt, hevði júst verið Íslandi, har tað vitjaði á Ísafirði og í Reykjavík, skrivar Morgunblaðið.