týsdagur 2. juni 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 102 - 2. juni 2009
Danskt uppskot hevur áhuga
Nú ES-londini arbeiða við at endurskoða fiskivinnupolitikkin hjá
samveldinum, hevur Danmark lagt fram eit uppskot, sum skal fáa
fiskimenn at gevast við at tveita fisk útaftur. Eftir uppskotinum, sum varð
lagt fram á fundi í Bruxelles fyri átta døgum síðani, skal kvotuskipanin
broytast soleiðis, at allur fiskur skal upp á land, og at eingin fiskur verður
tveittur útaftur. Danski fiskimálaráðharrin, Eva Kjer Hansen, sigur við
Ritzau, at ES hevur ikki brúk fyri fleiri reglum og meiri eftirliti, men
einum heilt nýggum politikki á fiskivinnuøkinum. Hon sigur, at hennara
starvsbrøður hava víst danska uppskotinum stóran áhuga, og tí hevur hión
góða vón um semju.
Stóreldur í Grønlandi
Rættiligur stóreldur var í grønlendska býnum
Uummannaq um vikuskiftið, tá eldur kom í elverkið og
vatnverkið í býnum. Eldurin kyknaði seinnapartin
fríggjadagin lokala tíð, og um kvøldið bleiv fráboðað, at
bæði verkini vóru uppkolað. Tað eydnaðist tó rættiliga
skjótt at tryggja borgarunum vatn, og fólk fingu eisini
streym frá eykaverkinum, skrivar Sermitsiaq. Sambært
blaðnum er tað ikki greitt, hví eldurin kyknaði, men tann
spurningurin verður nú kannaður.
Síðan juli 2007,
tá skipið var tikið
fyri ólógligan
fiskiskap í
norskum sjógvi,
hevur trolarin
Casablanka
ligið bundin við
bryggju. Mann
ingin rýmdi í des
ember og skipið
má lensast fyri
at flóta. Bjarti
Mohr er eigari av
skipinum, men
hevur ikki víst
hvørki ábyrgd ella
vilja til at loysa
støðuna
SpøkilSiSSkip
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Enn eitt lík er dottið úr skáp-
inum hjá Bjarta Mohr.
Fríggjadagin bar norskur
miðil tíðindi um ein trolara,
ið hevur ligið við bryggju í
Ålesunds-økinum
síðan
hann var tikin fyri ólógligan
fiskiskap í juli mánaði í
2007 og fekk álagt eina bót
á 300.000 norskar krónur.
Men bótin varð ongantíð
goldin, og skipið varð liggj-
andi við bryggju. Umborð
gekk russiska manningin
og bíðaði eftir at reiðarin
loysti skipið út aftur, og tað
sama gjørdu norskir mynd-
ugleikar. Men reiðarin hev-
ur ongantíð goldið bótina
og hevur ikki latið við seg
koma.
Nú hava norsku myndug-
leikarnir uppgivið at fáa
bótina goldna, og hava loyst
bátin úr arrestini, til tess at
fáa hann burtur hagani.
- Báturin hevur ligið uttan
manning síðan desember í
fjør. Nú liggur hann fyri
vág og vind, og eingin tykist
vilja taka ábyrgd av bátin-
um. Hol er á skipinum, og
tað má haldast lens við
jøvnum millumbili. Men nú
varar eingin av bátinum, og
vandi er fyri at hann søkkur,
sigur Gunnar Godø, ið er
umhvørvisráðgevi í Åle-
sund
Kommunu
við
Sosialin.
Skrásettur í Murmansk
– Føroyskur eigari
Norska avísin Sunnmørs-
posten skrivaði fríggjadagin
á heimasíðu sínari um trolar-
an, ið hevur ligið svína-
bundin síðan juli 2007. Teir
skriva, at trolarin siglir undir
russiskum flaggi, skrásettur
í Murmansk, men at tað er
ein føroyskur reiðari, ið
eigur bátin.
Agentfelagið Tyrholm &
Farstad hevur í eina tíð havt
ábyrgdina av Casablanka í
Noregi, men hevur nú frá-
sagt sær hesa ábyrgd, tá teir
ikki longur hava fingið dekk-
að útreiðslurnar av hesum.
- Eg kann vátta, at tað er
Bjarti Mohr, ið eigur skipið,
sigur umboð fyri Tyrholm
og Farstad við Sosialin.
Hava tit havt stórar út
reiðslur av skipinum?
- Ja, tað hava vit. Vit hava
fingið flestu útreiðslurnar
dekkaðar, men jú, vit hava
havt nakað av tapi av hes-
um, staðfestir umboð fyri
Farstad & Tyrholm, ið nú
hevur frásagt sær uppgávuna
sum agentar fyri Casa-
blanka.
Manningin rýmdi
– onga løn
Trolarin
Casablanka
er
skrásettur í Murmansk, og
hevði russiska manning, tá
trolarin varð tikin fyri ólóg-
ligan fiskiskap í norskum
sjógvi. Men teir eru rýmdir
av søkkandi skútuni.
- Teir síðstu av manningini
rýmdu í desember í fjør.
Teir fingu heldur ikki løn,
tá teir vóru her og ansaðu
bátinum,
sigur
Gunnar
Godø við Sosialin.
Eftir at manningin rýmdi,
hevur eingin hugt til skipið,
undantikið nakrar fáar upp-
gávur, ið agenturin Tyrholm
& Farstad hava loyst.
Nú er manningin rýmd
og agenturin hevur boðað
løgregluni frá, at teir ikki
longur hava nakað við
skipið at gera, og teir heldur
ikki longur hava ábyrgdina
av útreiðslum í samband
við uppihaldið.
Má lensast
Hol er á skipinum, sum hev-
ur við sær, at tað má pump-
ast við jøvnum millumbili.
Tað er higartil gjørt av ein-
um verkstaði, og kostnaður-
in er dekkaður innanfyri ta
avtalu, ið er við Sunnmøre
sýslu. Havnastýrið hevur
eisini fingið dekkað áløgd
havnagjøld
og
streym,
higartil.
- Nú liggur báturin við
Humla, avlæstur, og er ligg-
ur
sum
ein
potentiell
umhvørvisbumba. Reiðarin
er í Føroyum, sigur havnar-
fútin
Birger
Flem
við
Sosialin.
»Tað verður loyst«
Agenturin, ið vit hava tosað
við, sigur at teir hava verið
í samband við Bjarta Mohr
fleiri ferðir. Men hann hev-
ur eftir øllum at døma einki
gjørt fyri at loysa málið.
- Hann hevur sagt við
okkum, at tað skal nokk
verða loyst. Hetta hevur
hann sagt upp til fleiri ferð-
ir, sigur agenturin.
Bjarti
Mohr ikki
at hitta
Vit hava roynt at fingið
fatur á Bjarta Mohr, til
tess at fáa eina við-
merking til hetta málið,
ið líkist enn einum Top-
az-máli.
Men
Bjarti
Mohr hevur í dag ikki
verið at hitta, hvørki
heima ella gjøgnum far-
telefon.
Bjarti Mohr eigur eftir øllum at døma enn ein “Topaz” í Noregi. Casablanka varð tikin fyri ólógligan fiskiskap í juli 2007, og hevur ligið við kei í Ålesund líka
síðani. Manningin er rýmd, og taksametrið hevur koyrt í hálvtannað ár. Harafturat er skipið hol, og má lensast við jøvnum millumbili. Eigarin hevur tó ongan vilja
víst til at loysa málið
Tilgjørd mynd: Jóannes Nielsen/Álvur Haraldsen
Bjarti Mohr enn ein Topaz í Noregi