Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 102 - 2. juni 2009 Petur Mohr Rein­ ert sigur, at talið av vitjandi á fiski vinnu­ stevnuni Fish Expo Faroes 2009 helst var umleið helm­ ing in minni, enn van ligt hevur verið til eina slíka stevnu í Føroyum. – Fyri fram sýn ararnar nýt­ ist hetta ikki at merk­ ja nakað, men fyri fíggjar liga partin ger hetta sjálvsagt mun, sig ur hann Fish Expo FaroEs Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskivinnustevnan North At lant ic Fish Fair, sum í nøk ur ár varð hildin á øki­ num hjá Runavíkar havn, end aði í stóru høllini hjá Poul Mohr á Sand víkar­ hjalla. Tá teir, sum løgdu lunn ar undir hesa stevnu, sleptu, tóku aðrir yvir, og stevn an broytti navn og skifti eigara. Í síðstu viku varð so Fish Expo Faroes hild in í tveimum stórum tjøld um á niðara vølli í Gunda dali. Tjøldini vórðu leig aði úr útlandinum, og tá eitt slíkt tiltak verður sett upp á einum fótbóltsvølli, sku lu nógv fyrivarni takast, so vøllurin ikki tekur skaða. Petur Mohr Reinert, sum er ein av fyriskiparunum aftan fyri Fish Expo Faroes, sigur, at bæði loysnin við tjøld un um og økið á fót­ bólts vøllinum, har tjøldini vórðu sett upp, riggaði væl, men hann dylur ikki fyri, at tað hevur sínar vansar við at skipa eina slíka fram sýn­ ing á einum fótbóltsvølli. ­ Í fyrsta lagi gingu nógv á býráðið, tí tey høvdu brúk fyri fótbóltsvøllinum hesar dagarnar, tjøldini stóðu á vølli num. Í øðrum lagi er neyðugt við stórum fyri­ varni, tá tú arbeiðir á einum slíkum vølli. Hetta krevur nógv eykatilfar til at verja vølli n, bæði í finéri og koyri plátum, sum eru dýrar at leiga og frakta. Tú kanst ikki gera nakrar rørslur á øki num við vogni uttan so, at tú koyrir á koyriplátum, og tað kann gerast nokso tru pult. Petur Mohr Reinert sigur, at tá eftirmetingarfundur verð ur, verða eisini umboð fyri Tórshavnar býráð við, tí Tórshavnar kommuna er ein so stórur partur í hesum tiltaki. Hann dylur ikki, at hóast Gundadalur er væl egnaður sum framsýningarstaður, tí økið liggur væl fyri í mun til eitt nú Sandvíkarhjalla, hevði eitt økið sum Skála­ trøð verið tað heilt perfekta, sum hann tekur til. ­ Vit fara tí at reisa málið á eftirmetingarfundinum um henda møguleika til næs tu stevnu, sum longu er á sett at verða í døgunum, 25­27. mai í 2011, sigur Petur Mohr Reinert. Fyrireikarin vísir á, at økið við Skálatrøð er nóg stórt, og her hevði tú rætti­ liga verið í hjartanum á høvuðs staðnum. ­ Nakað annað er so, um tað ber til at fáa hetta økið til endamálið, og so er spurn ingurin, hvussu park­ er ings við ur skiftini kun nu loys ast, meðan Skála trøð verð ur brúkt til fiski vinnu­ stev nu, um so verður. Petur Mohr Reinert sigur, at um tiltakið lá á Skálatrøð við asfalti rundan um tjøld­ ini, hevði tað bert tikið hálv an annan dag at sett tjøld ini upp og ein hálvan dag at tikið tey niðuraftur. ­ Nú tjøldini vórðu reist á nið ara vølli í Gundadali, tók tað okkum hálvan fjórða dag at seta tey upp og hálvan triðja dag at taka tey Ikki óhugsandi at Skálatrøð verður karmur um næstu Fish Expo Faroes Brown fer ongan veg Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni orsakað av gøluni um samsýningar hjá tingmonnum, men hann hevur kortini ongar ætlanir um at stinga í sekkin. Tað segði hann í samrøðu við kringvarpið BBC nú á hvítusunnu. Hetta er heldur ikki tann besta tíðin at tosa um eitt skifti í Labour­leiðsluni. Í dag skulu bretar velja umboð í ES­tingið, og meiningakanningar benda á, at stjórnarflokkurin fær ein frammaná og endar á triðja plássi aftan fyri tey konservativu og liberala flokkin. Kurdar útflyta egna olju Kurdarnir har norðuri í Irak fóru í morgun undir at útflyta olju úr teimum stóru keldunum í tí kurdiska landspartinum. Kurdarnir hava gjørt avtalu við stjórnina í Bagdad, og sambært henni kunnu teir útflyta 90.000 tunnur um dagin í fyrsta umfari. Kurdiska oljan verður flutt ígjøgnum rørlieðingar í Turkalandi, og kurdarnir avgera sjálvir, hvussu og hvar teir selja oljuna á heimsmarknaðinum, skrivar Reuters. Ein talsmaður fyri kurdisku myndugleikarnar sigur við tíðindastovuna, at ætlanin er at tvífalda útflutningin tey bæði næstu árini. Hóast talið av vitjandi var væl minni hesaferð enn til aðrar fiskivinnustevnur, sum hava verið í Føroyum, væntar Petur Mohr Reinert, fyriskipari, at tiltakið hongur saman fíggjarliga Mynd: Jens Kristian Vang - Tað hevur nakrar eyka- útreiðslur við sær at hava eina slíka framsýning á einum fót bólts vølli, sigur Petur Mohr Reinert, fyriskipari Mynd: Jens Kristian Vang