Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 102 - 2. juni 2009 Á Ársins Íverksetara­ degi fríggjadagin kunngjørdi Jóhan Dahl, vinnu mála ráðharri, at Regin W. Dalsgaard, er kosin Íverksetan 2009 ÍVERKSETAN Í einum fulsettum Listakála bar fyrst Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, eina heilsan til dagin, áðrenn dagurin varð settur av vinnumálaráð harr­ anum. Síðani helt stjórin í Íverk­ setarahúsinum, Rani Nolsøe, framløgu um týdn ingin av at arbeiða fyri at skapa eitt effektivt grund arlag fyri at fáa meiri íverksetan framda. Framløgan fevndi eisini um eina video­presentatión av tveimum áhugaverdum verk ætlanum, sum íverk­ setarnir Heri Schwartz, Jóhann Fagraklett og Grettir Hammer, saman við Íverk­ setarahúsinum, hava arbeitt við seinastu mánaðirnir. Síðani greiddi Óla Kristian á Torkilsheyggi fangandi frá síni fyritøku NAVIA, sum nú er komin í ein áhugaverdan vøkstur. Eftir ein steðg og inniligar tónar frá fløguaktuellu Guðr­ ið Hansdóttir, trein ein dani á pallin, sum kallar seg The Madman. At hann livdi fult og heilt upp til sítt navn kundu allir áhoyrararir sanna, tá sera lívliga framløgan endaði við, at øll fingu høvi til ­ í besta karate stíli ­ at bróta hópin av vælvaksnum fjal um í lutir tvá. Væl at merkja, um tann einstaki tordi at smekka til! Tað tyktist, sum eingin av luttakarunum spardi seg tað allarminsta, tí tá royk urin legði seg, lógu hundr að tals sundursligdnar fjalar um alt gólvið. Tann einfaldi boðskapurin hjá The Madman kann sam­ ankókast til vísuligu orðini: Tú skapar antin gleði tá tú kemur, ella tá tú fert. Valið er títt! ­ Eftir væleydnaða tiltak ið er lítið at ivast í, at Ársins Íverksetaradagur er komin fyri at verða, skrivar heima­ síðan hjá Íverksetara hús­ inum. Franska Airbus­flog­ farið datt eftir øllum at døma niður í Atlantshavið, eftir at eitt ella fleiri snarljós høvdu rakt tað. Tað mest sannlíka er, at snarljósið hevur elvt til okkurt skammlop, soleiðis at eldur er komin í tað. At flogfarið hvarv so brádliga av radaranum kundi sambært fleiri bent á, at eldur kom í brennievnið, og at flogfarið sprongdist FlogVANluKKA Árni Joensen arni@sosialurin.fo ­ Datt flogfarið niður, tí tað bleiv rakt av einum snar­ ljósi, hava vit alla orsøk til at seta spurnartekin við, hvussu tey annars so álít­ andi Airbus 330­flogførini er bygd, skrivaði blaðið Times á sínari heimasíðu í gjár. Serefrøðingar, sum blað ið hevur tosað við, hella meiri til óvanliga harð ligan turbolens sum frá greiðing um, hví flog­ farið hvarv so brádliga av radaranum. Hendir fleiri ferðir árliga Tey seinastu 40 árini er eingin stór flogvanlukka hend orsakað av, at eitt ella fleiri snarljós hava rakt eitt flogfar. Tað er rættiliga vanligt, at snarljós raka stór flogfør, men tað er sera sjáldsamt, at flogfarið fær nakran skað, tá snarljósið rakar skrokkin. Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at sambært amerikonskum hagtølum verður eitt flogfar í regluligari flúgving rakt av snarljósi eina ferð um árið. Harafturímóti kann ógvus ligur turbolensur í "eyg anum" á illveðrinum hótta sjálvt tey størstu flog­ førini, og tey flestu flog­ feløgini broyta tí farleiðirnar fyri at sleppa uttan um tað ringasta. Sambært teimum fyrstu upplýsingunum úr Fraklandi og Brasil vita myndug leik­ arnir har ikki, um van­ lukkuflogfarið hvarv av radaranum orsakað av einum snarljósi ella onkrum álvarssomum breki. Seinastu boðini Tey fyrstu tíðindini frá brasilska verjumálaráðnum søgdu, at tað franska flog­ farið hevði havt trupulleikar við trýstinum inni í ferða­ fólkarúminum, og at flog­ farið eisini hevði boðað frá trupulleikum við streym in­ um, áðrenn tað hvarv. Sambært brasilska verju­ málaráðnum var tað sein­ asta radiosambandið við flogfarið klokkan 22.33 lokala tíð. Tá hevði flogfarið samband við eftirlitsstøðina Brazilian Cindacta­3 Atlantic area á Recife. Hetta er ein av teimum fýra eftirlitsstøðunum, sum held ur eyga við brasilska loftrúminum. Tá flogfarið setti seg í samband við Cindacta­3, var tað statt umleið 565 kilo metrar frá býnum Natal, sum er við brasilsku strond­ ina. Tá flogfarið aftur setti seg í samband við eftir lits­ støðina á Recife 50 minuttir seinni, boðaði flogskiparin frá, at flogfarið var á veg inn í senegalska loftrúmið 1.228 kilometrar frá Natal. Klokkan var nú 23.20 brasilska tíð. Klokkan 22.48 fór flog­ farið av radaraskíggjanum hjá Cindacta­3 við oynna Fernando de Noronha. Tá var flogfarið í 35.000 fóta hædd, og sambært brasilska loftferðslueftirlitinum sá alt út til at vera í lagi. Flogfarið hevði ikki samband við eftirlitið aftan á hetta, men nakað seinni fekk Cin­ dacta­3 eina tekniska frá­ boðan um, at trýstið inni í flogfarinum var fallið, og at flogfarið hevði alaktriskar trupulleikar. Eftir hetta hoyrdist einki frá Air France­flogfarinum. Franska flogfarið fór á flog úr floghavnini í Rio de Janeiro klokkan 19 sunnu­ kvøldið lokala tíð (klokkan 23 okkara tíð). Hálvan fjórða tíma seinni, klokkan 22.33, hevði flogfarið radio samband við loft­ ferðslueftirlitið og var tá 565 kilometrar frá Natal við kós ímóti Dakar í Sene­ gal. Flogfarið skuldi eftir ferðaætlanini seta seg í París klokkan 6.10 brasilska tíð (klokkan 10.10 okkara tíð). Helst turbolensur Eftir tí, sum loftferðslu­ myndugleikarnir í Brasil og Fraklandi hava sagt, er tað greitt, at tað franska flog­ farið var í einum tropiskum illveðursøki, og at flogfarið brádliga misti streymin. Alt samband millum eftirlitið og flogfarið slitnaði, og hvørvki flogskipararnir ella tann sjálvvirkandi fráboð­ anarskipanin sendi nakað neyðarkall. Times skrivar, at tað er ikki óhugsandi, at eitt snarljós hevur fingið ein brennievnistanga at spreingj ast og vísir á, at tað hendi eina ferð í seksti­ árunum. Somu frágreiðing hellir fyrrverandi ovastin í Kastrup til. Summir serfrøðingar hella kortini meiri til at geva turbolensinum skyld­ ina, tí tað kann vera sera ógvusligur turbolensur í einum tropiskum illveðri. Eitt nú kann turbolensurin hava gjørt, at flogfarið er fallið so skjótt, at flog skip­ ararnir hava mist tamar­ haldið á tí, og at streymurin so er farin. Millum teirra, sum hella til hesa frá greið­ ingina, er tann franski van­ lukkuserfrøðingurin Roman Hubert. Hann segði við franskt sjónvarp í gjár, at tað er alment kent, at fleiri smá flogfør eru farin á hendan hátt, og sjálvur helt hann tað mest sannlíka vera, at Air France­flogfarið hevur fingið somu lagnu. Formaðurin í flogskipara­ felagsskapinum Cockpit, Jürg Handwerg, heldur tað sama. ­ Tað er ikki serliga sann­ líkt, at eitt snarljós er or ­ søkin til vanlukkuna. Tað kann heldur vera turbo­ lensur, sigur hann við týska blaðið Spiegel. (Keldur: DR, TIMES, Aftenposten) Rakt av snarljósi ella hørðum turbolensi Hendan myndin, sum brasilski fylgisveinurin GOES tók yvir Atlantshavinum, vísir tjúkk skýggj á leiðini, har tað franska flogfarið hvarv gjáranorgunin (Mynd: Brasilska veðurstovan CPTEC) Regin W. Dalsgaard er Íverksetin 2009