Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 102 - 2. juni 2009 Við fundi í Miðla­hús­ inum fríggja­kvøld­ ið vísir Ja­vna­ða­r­ flokkurin, a­t hó­a­st flokkurin enn er sa­nnførdur um, a­t leiðin, sum er løgd við­ víkja­ndi millumla­nda­ sa­msta­rvi, er røtt, so heldur flokkurin, a­t ES­kja­k má á bredda­n ES Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fyri at birta upp undir kjak millum fólk um ES, skipaði Javnaðarflokkurin fyri almennum kjakfundi um ES fríggjakvøldið. Fyrst vóru tríggir fyrilestrar hildn­ ir, og síðani var kjak um fyrimunir og vansar við ES, og um tað er nakað, ið støða skal takast til í dag. Skal nøkur niðurstøða gerast av fundinum, so er hon, at politikarar halda, at fólk vita ov lítið um ES, at politiska økið hevur forsømt at tosa um ES fram til sein­ astu tvey árini, og tí má ferð fáast á hetta kjak, so mann er betri rustaður at taka ein støðu til ES, um ein støða nakrantíð skal takast. Fyri at fáa eitt sindur av fjølbroytni á kvøldið vóru tríggir fyrilestrarhaldarar til staðar: Erik Boel, sum er formaður í donsku ES rørsl­ uni, Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki. Millum spurningarnar eftir fyrilestrarnar var mill­ um annað spurt, um Javnað­ arflokkurin hevur broytt sína støðu mótvegis ES, men tað hevur flokkurin ikki, og at hann heldur, at ein millumloysn kann finn­ ast millum ES og EFTA. Nakað, sum er juridiskt ógjørligt í verandi løtu. Eisini er ein greið niður­ støða av fundinum, at tey, sum tóku orðið vóru samd um, at fer Ísland og møgu­ liga eisini Noreg upp í ES við seravtalum um fiskivin­ nu, so eru fyritreytirnar hjá Føroyum munandi broyttar. Jóannes Eidesgaard: Pragmatikarin ­ Tað ber til at velja EFTA uttan at avskriva ES og umvent. Politiskt ber til at uppfinna juridiskar veru­ leikar, og hóast tað í dag ikki ber til at gera bæði, so kann tað bera til, segði Jóan­ nes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, og dróg heimastýrislógina fram sum eitt dømi um hetta. Somuleiðis er hann av tí sannføring, at núverandi evropapolitikkur er fínur, men at mann eisini verður noyddur til at taka støðu til, hvat mann vil. Eisini er hann sannførdur um, at ES er um at finna útav, at fiskivinnupolitikurin hjá samveldinum hevur slig­ ið feil, og tí verður hann helst endurskoðaður, og hetta kann geva Føroyum fyrimunir. Sonja Jógvansdóttir: Verji ímóti lønardumping Til at fáa ein heldur øðrvísi vinkul á ES, var Sonja Jógv­ ansdóttir, samskipari hjá Samtaki, eisini við á fund­ inum. Hon ber stóran ótta fyri, at arbeiðsmarknaðurin fær trupulleikar, um flytingin av fólki verður aktuell at verða púra frí, samstundis, sum hon øtast av dómum í ES, sum hava havt við sær, at rættindini hjá arbeiðstak­ arum er avmarkað munandi. Og at ES kann skapa møgu­ leikar fyri, at arbeiðsmegi beinleiðis verður misnýtt. Eisini metir hon, at tað fólksliga í ES manglar í ein stóran mun. ­ Tað vóru fleiri, sum atkvøddu til Big Brother tað eina árið, enn tað vóru til ES val, staðfesti hon turt, fyri at vísa, hvussu lítlan áhuga fólk hava fyri ES. Eisini metir hon, at ávirk­ anin hjá Føroyum í samband við ES verður nærum ong­ in, og at umsitingin skuldi vaksið ómetaliga nógv, um gjørt verður álvara av at fara upp í ES. Erik Boel: ES-apostul Hinvegin heldur hann ikki, at ríkisrættarliga støðan er nøkur stór forðing, tí fer Føroyar upp í, so fær Keyp­ mannahavn helst minni ávirkan á Føroyar. Somuleiðis sær hann stórar fyrimunur við útbúgving, ferðavinnu og umhvørvi, um føroyingar gerast partur av ES. Tó staðfestir hann eisini, at ES ikki so fegið vil taka lond inn í løtuni, men at Føroyar høvdu havt betri møguleika enn nógv onnur lond. Javnaðarflokkurin vil tosa um ES Formaðurin í Javnaðarflokkinum er sannførdur um, at kjak má vera um ES, tí vit mugu taka veruliga støðu til, hvat vit vilja Samskiparin í Samtaki er bangin fyri at fara Føroyar upp í ES, tí so kann arbeiðsmegi missa rættindi Erik Boel, ið er heitur forsprákari fyri ES, metir ikki, at Føroyar eiga at hava so nógvan áhuga í ES, um tað ikki ber til at gera okkurt serligt við fiskivinnupolitikkin Eini 35 fólk vóru møtt upp til kjakfund um ES í Miðlahúsinum fríggjakvøldið Blív flogskipari Tað finnast helst mong ung og tilkomin eisini, sum hava ein dreym um at gerast flogskipari. Komandi dagarnar er møguleiki fyri at fáa kunning um møguleikarnar. Mikukvøldið klokkan 19.30 verður kunningarfundur í Miðlahúsinum um flogskiparaútbúgving í Danmark. Fundurin verður endurtikin í hølunum hjá Atlantic Airways í Sørvági hóskvøldið klokkan 19.30. Tað finnast fleiri skúlar, sum útbúgva fólk til flogskipara. Ein teirra er Center Air í Roskilde, sum hevur drúgvar royndir innan hetta yrkið. Á fundunum í Havn og í Sørvági fer Anna Kjær Thorsøe, stjóri at greiða frá útbúgvingini hjá Center Air Pilot Academy. Har eru í løtuni tríggir føroyingar, sum nema sær flogskiparaútbúgving. Ein av næmingunum, Jan Lauritsen, verður við á fundunum og verður eisini høvi at seta honum spurningar.