týsdagur 2. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2009
15
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Blokkurin kann tiðnast aftur
Danska stjórnin er sinnað
at viðgera spurningin um
at strika verandi fast
frysting av ríkisveitingini,
um landsstýrið ynskir
tað. Hetta váttar danski
forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen
Endaorðaskiftið í Fólkatinginum mikudagin var
áhugavert.
Tað vísti, at møguligt er at viðgera spurningin um at
strika verandi fastfrysting av ríkisveitingini. Fast fryst
ingin hevur verið galdandi síðani 2001 og kostar
samfelagnum uml. 110 mió. kr. árliga.
Fastfrystingin merkir, at ríkisveitingin er ein føst
upphædd ár undan ári. Meðan alt annað í samfelagnum
náttúrliga hækkar í prísi, stendur virðið á ríkisveitingini í
stað. Soleiðis gerst veitingin í veruleikanum støðugt
minni verd.
Ríkisveitingin er eitt týðandi íkast til føroyska búskapin
og er 615,5 mió. kr. árliga sambært avtalu millum
Landsstýrið og stjórnina.
Tá hugsað verður um vánaligu búskaparstøðuna í
Føroyum, er tíðin komin til at strika fastfrystingina av
ríkisveitingini. Búskaparliga sæð er fastfrystingin sera
óklók. Hetta førdi undirritaði fram í endaorðaskiftinum
mikudagin.
Í svari sínum staðfesti forsætisráðharrin, at fastlæsingin
er gjørd eftir ynski úr Føroyum.
Kemur ein nýggj støða, ella eitt nýtt ynski kemur úr
Føroyum, eru vit sjálvandi sinnað at taka málið upp til
nýggja viðgerð, segði Lars Løkke Rasmussen.
Sostatt ber væl til at taka fastfrystingina av ríkis veit
ingini upp av nýggjum, um Landsstýrið setur fram eitt
tílíkt ynski.
Í løtuni arbeiðir Landsstýrið við einum kreppupakka,
sum ber í sær stórar sparingar á mongum økjum í Før
oyum. M.a. skal sparast innan eina røð av vælferðar
tænastum. Mítt uppskot er, at Landsstýrið – sum part av
kreppupakkanum – heitir á stjórnina um at strika fast
læsingina av ríkisveitingini. Hetta gevur helst góðar 100
mió. kr. árliga í inntøku!
Samfelag okkara hevur í hesum tíðum brúk fyri hvørj
ari krónu, ið útvegast kann.
Landsstýrið eigur ikki at spara hjá teimum veikastu í
samfelagnum og samstundis tveita stórar millióna
uppaftur burtur orsakað av Misskiltari Nationalismu.
Tillukku til »Óðamansgarð«
Enn einaferð hava okkara
úrmælingar á mentanar
pallinum prógvað, at tey
skara framúr, eisini á
altjóða leikpalli. Sunleif
Rasmussen, tónaskald er í
dag tilnevndur til íslendsku leiklistaheiðurslønina
“Grímuna” fyri tónleikin, sum hann hevur komponerað
til operuna “Í Óðamansgarði”. Eisini Lárus Bjørnsson er
tilnevndur til eina Grímu fyri avrík sítt at skipa
ljóssetingina til Óðamansgarð.
Hjartaliga tillukku til Sunleif Rasmussen og til tykkum
øll, sjónleikarar, tónleikarar, sangarar, dansarar, palsmiðir,
Aldubáruna, Tjóðpallin og øll onnur, sum hava lagt lív og
sál í at skapa eitt listaverk á høgum, sera høgum støði.
Tit eru besta prógv um, at ein íløgu í egna mentan, er
tann besta íløgan, mann kann gera.
Tá ið operan varð framførd í Norðurlandahúsinum í
oktober í 2006, eydnaðist tað mær tíbetur at fáa eitt
atgongumerki.
Tað var eitt stórt listarligt upplivilsi. Eg eri eingin
operaummælari, men eg minnist, at tað sum serliga
hugtók meg var tann væleydnaða samansjóðingin av
nógvum ymiskum listargreinum, nútímans tónleiki hjá
Sunnleifi og operasangi á høgum støði, dansi og ballett
eins og sjónleiki somuleiðis á hægsta stigi. Burturúr
hesum spurdist eitt nýtt og spennandi listaverk.
Pallmyndin var hugtakandi og avbjóðandi, eitt visuelt
listaverk í sjálvum sær. Hugsaði tá ikki so nógv um, at
tað var ljóslist, ið setti sín dám á, men skilji tað nú, ið
Lárus er tilnevndur eina Grímu fyri avrik sítt.
Ein gomul søga um teir afturvendandi stóru tilveru
spurningarnar í nýggjum kørmum og hami. Og so at tað
bar til at seta so stórt listaverk upp í Føroyum, har
ressursurnar eru so avmarkaðar. Flott!
Enn einaferð. Hjartaliga tillukku. Vóni, at tað fer at
eydnast at koma á pall í øðrum londum eisini.
Tann virðingin, ið sein
astu árini miðvíst er
vunnin fyri føroyingum á
fólkatingi og víðari út í
heim, fekk eitt dyggiligt
afturstig, tá Edmund
Joensen í eini undir
brotligari sambandsrøðu
gjørdi føroyingar til
ómyndug stakkaladýr, ið
mugu bidda Danmark
um pening fyri egið
ábyrgdarloysi
Sjáldan havi eg fingið so
nógvar afturmeldingar frá
politikarum úr øllum
flokkum á fólkatingi, sum
mikudagin 29. mai í ár.
Fólkatingið hevði enda
orðaskifti, tey kalla, har
støðan sum heild í bæði
uttanríkispolitikki og
innanlandspolitikki er á
skránni.
Sjálvur helt eg eina
røðu, har eg legði dentin á
uttanríkis og heims poli
tikkin. Frá altjóða fíggjar
og orkukreppuni og tørvin
á, at heimsins fólkaræði
standa saman um at leggja
um framleiðsluhættir og
orkunýtslu og stjórna tí
ótálmaða fíggjarmarkn
aðinum. Til tann sosiala
ójavnan í heiminum,
støðuna í Miðeystri og
Asia, og vandan fyri
nýggjum blóðugum
kríggjum, um ikki heim
sins lond nýta kreppuna til
veruligar broytingar og
umleggingar.
Ostaklokkan í
heimastýrinum
Endaði røðuna við at vísa
á, at føroyska fullveldi
stríðið snýr seg um at berja
okkum burturúr teirri
undirbrotligu og ábyrgdar
leysu ostaklokku undir
heimastýrinum, har vit
halda, at onkur annar skal
verja okkum móti heimsins
gongd og avbjóðingum, og
at vit skulu sleppa undan at
býta okkara egnu sam
felagsvirðir rættvíst. Setn
ingurin er, at Føroyar fáa
beinleiðis atgongd til
altjóða samstarv og taka
ábyrgd av okkara egna
búskapi og luti í heim in
um. Vit kunnu ikki sita
sum áskoðarar og bara
rópa eftir leikarunum á
vøllinum, men mugu sjálvi
fara á vøllin at leika og
standa okkara royndir.
Vísti á, at síðani full
veldisgongdin varð parker
að undir ABCflokkana
tilvild í Føroyum, var øll
búskaparlig og politiskt
ábyrgd slept – og at tað
neyvan fór at verða leingi,
áðrenn onkur teirra kom til
Danmarkar at bidda um
hjálp til tess at sleppa
undan skeivu politisku
gerðunum hjá sær sjálvum.
Sjón gekk fyri søgn
Politikarar úr flestu flokk
um komu aftur í tingsalin
at práta og róstu røðuni.
Men teir hildu, at eg hevði
tikið dekan ov rívan til um,
at sitandi stýri í Føroyum
fór at biðja um pening úr
Danmark.
Men í somu løtu trein
Edmund Joensen upp á
røðarapallin. Tað var sum
at hoyra røddir úr fortíðini.
Sum tá ein bólkur av før
oyskum bøndum skrivaði
til kong í 1850’unum og
bønaðu hann um ikki at
taka av Kongliga Eina
handilin, tí tað fór at verða
til skaða fyri “Det fattige
folk udi Færø”, sum bert
kundi liva, um kongur
ambætaði teimum og vísti
teimum vælvild.
Edmund Joensen greiddi
frá, at føroyingar høvdu
ongan kjans at klára seg,
um tað ikki var fyri danska
hjálp, og hann takkaði so
miriliga donsku stjórnini
fyri at hava loyvt føroy
ingum at verða partur av
danskari lóggávu – tí
annars høvdu vit ikki stað
ið á fótum nú. Síðani
harm aðist hann um full
veldislandsstýrið frá 1998
2004, og um at føroyingar
høvdu tikið politiska
ábyrgd av málsøkjum fyri
eina stóra upphædd og
hartil høvdu fryst
sonevndu blokkveitingina.
Edmund Joensen endaði
við at siga, at nú megnaðu
føroyingar so lítið, at tað
var neyðugt at hækka
blokkin aftur!
Men eftir sat allur fólka
tingssalurin og hugdi niður.
Tey, sum eg hevði staðið
og prátað við, søgdu, at
hesum høvdu tey tó ikki
trúð, og bóðu meg um
umbering fyri at tey høvdu
hildið meg vera ov
hvassan, tá eg lýsti støðuna
í føroyskum politikki.
Frels okkum frá okkum
sjálvum
Valdi at gera viðmerking
til Edmund Joensen, har eg
spurdi, um hann veruliga
meinti tað, hann segði. At
tá hansara flokkur hevði
sitið á fíggjarmálum í 4 ár
og nú hevði leiðsluna í
landsstýrinum, hevði givið
skattalættar fyri 400 milli
ónir árliga og slept allari
fíggjarstýring, so bóðu teir
nú Danmark um at bjarga
sær frá egnum ábyrgdar
loysi?
Kundi havt lagt afturat –
men vildi ikki siga tað á
fólkatingi – at við stuðli
frá Edmundi Joensen hava
ABCflokkarnir givið
skattalættar fyri 400 mió.,
sum bert hava hækkað
kostnaðarstøðið og grivið
djúpar gjáir ímillum
samfelagsólkar. Uppsagt
allar avtalur við kommunur
um fíggjarloft. Tømt lands
kassan við undirskotum ár
eftir ár, hóast øll hjólini
mólu skjótari og skjótari
og onki arbeiðsloysi var.
Forðað fyri loysnum, har
útlendsk arbeiðsmegi
kundi sleppa til landið.
Slept øllum íløguætlan
unum, ið vórðu lagdar
undanfarnu árini. Givið
serligar skattafyrimunir til
fíggjarliga spekulasjón.
Yvirtrekt játtanir í heim
ildarloysi fyri omanfyri
300 mió., meðan sam
bandsflokkurin sat við
fíggarmálum (hetta váttaði
Hans Pauli Strøm í vikuni).
Flutt skúlar og steðgað
íløgum, sum hava havt
meirkostnað við sær fyri
omanfyri 100 mió. Og enn
hevur ongin tikið ábyrgd
ella gjørt nakað tiltak.
Leggja vit bara hesar
upphæddir saman, síggja
vit skjótt, at hallið hjá
landskassanum hevði verið
burtur, um bara eitt
minstamark av ábyrgd
hevði verið sýnd undan
farnu 4 árini. Men um
ynskt verður at liva
politiskt av danskari hjálp
og at skumpa ábyrgdina
víðari til onnur, so er tað jú
so lætt at skapa ta støðuna
sjálv.
Tann flokkur, sum hevur
vanstýrt búskapinum í
Fíggjarmálaráðnum, situr
nú í løgmanssessinum. Og
tann løgmaður, sum hevði
evstu ábyrgdina av van
stýringini, situr nú í
fíggjar málaráðharra
sessinum – og í 10 mánaðir
hava teir onki átak gjørt,
men hava bert víst til
danskar loysnir.
Hvat hyggja fólk niður á?
Á fólkatingi hugdu tey
niður undir røðu Edmund
ar. Eisini forsætisráðharrin,
hóast hann kortini segði
seg ikki vera ófúsan at
hjálpa sínum bróðurflokki,
sambandsf lokkinum, við
pengum (og soleiðis verður
politiska valdið eisini
keypt, sum gonding hevur
verið undir heimastýr in
um). Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, hevur síðani
sagt alment, at hann og
hansara flokkur stuðla
boðskapinum hjá
Edmundi. Sanniliga ein
politisk leiðsla, ið setur
stór mál og kýtir seg fyri at
taka ábyrgd.
Verri er, at tann virð
ingin, ið miðvíst er vunnin
millum vanligar danskar
politikarar fyri føroying
um, fór longur niður. Boð
skapurin fer eisini út til
allar útlendskar sendistovur
í Keypmannahavn og til
útlendsk fjølmiðlafólk.
Úrslitið er, at ikki bert
hyggja fólk niður, tí tað er
so pínligt at lurta eftir
undirbrotligum og nalva
skoðandi røðum. Tey
kunnu eisini fara at hyggja
niður á føroyingar og
Føroyar sum heild.
Hesum eiga vit ikki at
finna okkum í.
Eftirskrivt:
At so ein útvarpsmaður
tekur hetta málið upp og
letur Edmund Joensen billa
fólki inn, at danskir pengar
gjalda fyri sosialu
skipanirnar í Føroyum, og
ikki setur Edmundi nakran
spurning um egna ábyrgd
og hvussu vit býta tey
virði, ið fólk sjálv skapa í
Føroyum, sigur rættiliga
nógv um, hvussu undir
brotligheitin kann fáa
fastartøkur. Útvarps mað
urin hevði bert spurningar
um, hvussu stórur møgu
leiki var fyri at blokkurin
kundi hækkast aftur!
landsstýriskvinna í
mentamálum
Helena Dam á
neystabø
HøgnI
HoyDal
løgtings- og
fólkatingsmaður
eDmunD
Joensen
Tá øll á fólkatingi hugdu niður...