Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 102 - 2. juni 2009 Fríggjamorgunin varnaðust menn um­ borð á West Freezer, at maskinrúmið stóð nærum hálvt í sjógvi LEKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo West Freezer hevur júst verið til klassingar og lá fríggjamorgunin við bryggju í Sørvági. Knappliga varnast manningin, at maskinrúmið stendur hálvt í sjógvi. Sløkkiliðið í Sørvági varð boðsent og tað eydnaðist at pumpa skipið lens. Tað vísti seg, at ein slanga var lopin av og sjógvur fossaði inn í maskinrúmið. Av einari ella aðrari orsøk var alarmurin ikki farin í gongd, og tí varnaðist manningin ikki í fyrstu syftu, at nakað var áfatt. Tað hendir seg viðhvørt, at manningin slær alarmin frá, tí hesin í heilum ílur uttan grund, men hetta var ikki tilfeldið í hesum føri. Sløkkiliðið pumpaði 10 tons av sjógvi úr skipinum, og síðani eydnaðist tað at umvæla lekan og fáa slanguna á aftur. Hóast talan var um mánaðarenda, og fólk júst hava fingið løn, var vikuskiftið óvanliga friðarligt hjá løgregluni. – Talan var bert um smáttaríir, sigur vakthavandi LØGREGLUTÍÐINDI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fríggjadagin hendi hvørt av sínum. Eldur kom í eitt gamalt úthús í Syðrugøtu, sum menn nýttu til egn­ ingarskúr. Ungdómar høvdu kynt bál nærhendis, og antin eru leivdir frá bálinum tveittar inn í skúrin, ella eru tær foknar á hann og harvið fest í. Skúrurin brann mest sum í grund. Í øðrum føri varð sløkki­ liðið í Havn boðsent til eina bingju úti við Reynsgøtu á Argjum, sum bussførarar nýta, tá teir skifta buss. Ein bussførari varnaðist, at ein kókipláta stóð frá, og hitin frá hesari hevði smeltað húsan á málaranum um­ framt nakrar plastkoppar við tí úrslitið, at fitt av royki stóðst av. Sløkkiliðið kom á staðið, men kundi staðfesta, at talan ikki var um eld, einans royk. Tað er ikki staðfest, um nakar hevur verið inni í bingjuni og tendrað kókiplátuna, ella talan er um eitt óhapp. Fríggjadagin varð sløkki­ liðið eisini boðsernt í sambandi við eina olju­ dálking á Vestaruvág við keiina hjá Skipasmiðjuni. Tað lógu nøkur skip við bryggju og tey vórðu kann­ að, eins og kannað var eftir, um dálkingin kundi vera komin frá skipasmiðjuni. Men tað hevur ikki borið til at staðfesta, hvaðani teir umleið 1000­1500 litrarnir, sum lógu á sjónum, eru komnir frá. Av tí at hann var vestan í ættini, kann dálkingin stava frá øðrum enn skipunum ella skipasmiðjuni. Royndir eru tiknar av oljuni. Fríggjadagin var eisini eitt óhapp við Norðskála­ tunnilin, har ein bilur rendi inn í autoverjuna og rullaði einaferð runt. Fýra ungir menn vóru í bilinum, og bilførarin fekk eitthvørt hvast í armin, annars sluppu teir uttan meir. Eingin av teimum fýra vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Leysir hundar ein trupulleiki Annars verður sagt av løgreglustøðini, at leysir hundar eru ein afturvend­ andi trupulleiki. Um viku­ skiftið hevur ein hundur runnið eftir seyði í Hoyvík, og tað er so javnan, at løgreglan fær fráboðanir um slíkar hendingar. Trupulleikin er allarhelst, at fólk binda hundin í garðinum, tá tey fara til arbeiðis. So standa teir har og goyggja og órógva fólk. Stundum gnaga teir so reimina av ella smoyggja hálvbandið av sær, og so eru teir leysir, sigur vakt­ havandi á løgreglustøðini. Hann heitir tí á fólk, um at hava hundar sínar forsvarliga í bandi til allar tíðir. Men saman um tikið sigur vakthavandi, at tað hevur verið eitt stak frið­ arligt vikuskifti, og teir hava bert havt full fólk at taka sær av, og tað slepst ikki undan heldur hann. Leki umborð á West Freezer Nú verður neyðugt at umvæla maskinrúmið á West Freezer, eftir at tað stóð hálvt undir í sjógvi Tónleikabólkurin ORKA Føroyski vistfrøðiligi tónleikabólkurin ORKA varð innstillaður til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, men mátti lúta fyri avgerðini hjá Norðurlandaráðnum, sum valdi at heiðra klarinettúrmælinginum úr Finnlandi, Kari Krikku. Kari Kriikku hevur vunnið stóra altjóða viðurkennig, og verður mettur sum eitt sera gott umboð fyri nútím­ ans norðurlendskan tónleik. Nevndin skrivar soleiðis í sínari grund­ geving: ”Kari Kriikku er ein sannur virtuosur á sínum ljóðføri, klarinettini. Framførslur hansara eru eyðkendar av fleksibiliteti og stórari spæligleði – hann er ein spælimaður í orðsins sanna týdn­ ingi. Sum einleikari er Kari Kriikku slóðbrótandi innan sítt tónleika­ øki, og av somu orsøk hevur hann samstarvað við eina røð av nútímans tónaskøldum, hvørs verk hann eisini hevur frumframført. Innan kamartónleik hevur hann eisini roynt nýggjar leiðir út yvir tær meira siðbundnu klassisku siðvenjurnar. Kari Kriikku hevur staðið fyri hópin av útgávum, sum fevna um alt frá C.M. von Weber til Kimmo Hakola og Magnus Lindberg, og við einstøkum frávikum til tey meira fólksligu og populeru tónleikasløgini. Hansara eyðsýnda talent á pallinum styrkir myndina av einum einastandandi og evnaríkum listamanni.” Virðislønin á 350.000 DK verður latin í sambandi við tingsetuna hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi síðst í oktober í ár. Les meira um tónleikavirðisløn­ ina: http://www.norden.org/nr/pris/mus_pris/sk Óvanliga friðarligt Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni