Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 101 - 2. juni 2009 ] Silkeborg var heppið Silkeborg hevur í løtuni beina kós móti uppflyting í bestu donsku fótbóltsdeildina. Felagið, sum er oddalið, hevur í løtuni sjey stig niður til triðja plássi, og tveir dystir eru eftir at spæla. AB, sum er nummar trý, hevur tó ein dyst til góðar. Í gjár eydnaðist tað Christian Holst og liðfeløgunum at vinna við 2-1 á útivølli móti Næstved. Rajko Lekic skeyt bæði málini hjá gestunum. Heimaliðið minkaði um leiðsluna, tá eitt gott korter restaði í av dystinum. Men hóast áhaldandi trýst seinastu løtuna, eydnaðist tað ikki at fáa útjavnandi málið. Christian Holst var innskiftur, tá 74 minuttir vóru leiktir. Chelsea fingið nýggjan venjara Tað kom ikki óvæntað á, tá ið Chelsea í morgun boðaði frá, at Carlo Ancelotti verður nýggjur venjari í felagnum. Søgurnar hava gingið um hetta í ensku miðlunum í fleiri vikur, og nú er tað so váttað alment av Chelsea. Chelsea segði í farna kappingarári venjaran Luiz Felipe Scolari úr starvi, og Guus Hiddink røkti starvið fram til summarsteðgin. Carlo Ancelotti er 49 ára gamal. Hann hevur vant feløg sum Reggiana, Parma og Juventus, og seinastu átta árini hevur vant italska stórfelagið AC Milan. -Carlo hevur ígjøgnum langa tíð víst síni evni at skap alið, sum fáa úrslit, og sum kunnu spæla um meistaraheiti bæði í heimligu kappingini og í europeiskari kapping, sigur Chelsea á heimasíðu sínari. 32 heiðurs­ merki í væntu Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sambært styrkismetingini skulu føroyingar rokna við 13 gullheiðursmerkj um í svimjing á Oyggja leikunum á Álanda Føroyingar luttaka í 47 einstaklingakappingum og níggju liðsvimjingum, og eru í løtuni styrkismett at vinna heiðursmerki í 32 einstaklingakappingum og øllum liðsvimjingum. Tað vil siga, at vit kunnu vænta okkum vinna heið ursmerki tvær ferðir fyri hvørjar tríggj ar ferðir ein føroyingur kappast, og hvørja ferð tá ið eitt før oyskt lið kappast. Sambært núverandi start- lista vinna vit tí 13 gull - heið ursmerki, 14 silv ur - heiðursmerki og 5 bronsu - heiðursmerki í ein stak- linga kappingunum, um - framt at okkara svimj arar koma í 10 einstak linga- finalur afturat. Av gull- merkj unum er Pál Joensen styrkismettur til seks gull. Og hartil koma so tær níggju liðsvimjingarnar, har vit vegna væntandi til- meldingartíðir ikki hava nakra beinleiðis styrkis met- ing, men út í frá ein stak- lingavánunum kunnu vænta at vinna heiðurs merki í øll- um. Tað er nevni liga so, at okkara svimjarar liggja til at vinna heiðursmerki í øll- um einstaklinga kapp ingum á 50 og 100 metra teinunum uttan 100 bringu. Talan er um ein breiðan hóp av óvanliga góðum før- oyskum svimjarum, sum allir uttan undantak liggja til at vinna heiðurs merki í onkrari ein stakl ingakapp- ing. Sjálvt tær báðar yngstu 13 ára gomlu, Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimji felag, sum í 50 rygg liggja til at vinna ávíkavist gull og silvur. Men størsta vón irnar eru sjálvsagt til Pál Joensen, sum er styrkis mettur at vinna einar 6 gull og 6 silv- ur sum einstaklingur, og sum væl kann hugsast at gera minst 1 silvur heiðurs- merki afturat til gull. - Vit eru her til at skera krabbameinið burtur, segði FINA ovastin Cornel Marculescu hósdagin við fjølmiðlafólk á Palace Hotel í Lausanne. Tekniska nevnd í altjóða svimjisambandinum møttist herfyri endur viðgera støðuna við víkjandi nýggju superdraktunum Svimjing www.svimjing.com post@sosialurin.fo Trupulleikin við super- drakt unum er í veruleikanum ikki nakað nýtt mál, men heldur eitt sum er komið sníkjandi inn á svimjingina, áðrenn reglurnar kundu verja fyri tí. Svimjingin hev ur altíð havt greiðar reglur um at svimjarin ikki má nýta til dømis fitjur ella flótiamboð til at betra um svimjievnini, men hevur ikki vart nóg væl ímóti at sjálv draktin kundi gerast eitt amboð, ið betraði um svimjaran. Og tí sóu vit fyrst í hesu øld draktir sum kleimdu vøddar og bróst og líknandi inn, til at minka um vavið á svimjaranum, á størri og størri parti av kroppinum. Reglurnar siga at draktin skal vera í einum, og úrslitið gjørdist tí ein heildrakt, sum gekk heilt út á øklar og handlið. Og nú svimjarin dekkaði allan kroppin allíka væl, so hildu fram- leiðararnir at teir tað sama kundi royna at eftirgera náttúruna, við at geva svimjarunum hála húð sum hvalir, ella rúruta sum hávar. Speedo LZR Racer broytti alt Hesar fyrstu draktir verða í dag hildnar at bara optimera evnini hjá svimjaranum, með an tær nýggju super- draktirnar hinvegin eitast at geva meira enn hvat svimj- arin náttúrliga hevur í sær. Fyrsta veruliga super drakt- in var Speedo LZR Racer, framleidd við hjálp av vís- indafólki hjá NASA, sum við hjálp av óelastiskum reimum um miðjuna styðjar svimjaran so væl, at hann fær lættari við at halda bein unum uppi í vatn skorp- uni, og harvið flóta betur. Hartil formar hon kroppin við hjálp av óelastiskum evn um, so at til dømis sneið ingin frá lendum til afturpart verður meira líð- andi, og vatnið tí lættari fær farið framvið og uppum svimjaran. Hendan draktin kom á marknaðin stutt upp undir Beijing, og átti tá meira ella minni allan heims markn- aðin, inntil aðrir framleið- arar sum til dømis Blue- Seventy og Jaked komu við draktum ið toygdu reglurnar enn meira. Teir fóru nevni- liga undir at brúka Neopren í draktunum, sum er sama evnið sum verður brúkt til at framleiða vátdraktir við, og sum fólk væl vita flýtur. Men teir brúktu tað sjálv- sagt í so lítl an mun, at tað gekk undir reglurnar hjá FINA, og tí ikki kundi for- bjóðast. FINA sigur stopp Støðan gjørdist tí, at tað í vár var serliga Jaked draktin sum var á øllum teimum svimjarum ið settu heims- met, og svimjiheimurin byrj aði tí av álvara at tala at. Hesar nýggju draktir eru sum heild ógvuliga dýrar og viðbreknar, og uttan stýr ing fóru draktirnar so líðandi niður gjøgnum ald- ursbólkarnar. Og tí sóu vit millum annað á Føroya- meist ara stevnuni í vár, at flest allir finalistar valdu at gjalda fleiri túsund krónur fyri eina drakt, sum kanska helt til FM og eina stevnu afturat. Longu í desember í fjør kallaðu serfrøðingar evropameistarastevnuna fyri eina 'farsu', har eingin kundi gera seg galdandi uttan drakt. Og FINA íverk- setti tí í januar eina tilgongd, til at fáa stýring aftur á støðuna viðvíkjandi super- draktum. Allar draktir skuldu tí latast inn til eftirkanningar tann 31. mars, líka mikið um tær høvdu verið góð- tiknar fyrr ella ei, og tann 19. mai kom so út ein listi frá FINA yvir góðkendar draktir, har Speedo LZR draktin yvirlivdi, meðan kapp ingarneytarnir Blue- Seventy, Jaked og Arena mistu síni bestu boð uppá superdraktir. BlueSeventy og Jaked eru bæði bílligari og haldbærari enn Speedo LZR draktin, og hartið er Speedo ein av høvuðs- stuðlunum hjá FINA, og svimjiheimurin hevur tí meira ella minni staðið í einum roki, síðani tá. Til FINA nú á fundi í Lausanne meldar út, at ætlanin altso upp á sikt er at sleppa av við allar superdraktirnar, so at svimjingin aftur kemur at handla um svimjarar, heldur enn um útgerð. Støðan er í løtuni, at FINA forbjóðar draktum sum á einhvønn hátt fær svimjaran at flóta betur, annaðhvørt beinleiðis við at vera gjørd av evni sum flýtur, ella óbeinleiðis við at fanga luft millum svimj- ara og drakt. Hartil settu tey tann 31. mars forboð ímóti at kunna brúka fleiri av hesum superdraktum í senn, til at umganga at svimj arar tann vegin fóru uppum ólógliga markið fyri flóting. Og frá 1. januar 2010 er so ætlanin at fara at forbjóða eisini 'kom press- iónini', sum er tað at svimj- arin verður kroystur saman, og styrktur við bardun- líknandi skipanum tvørtur um miðjuna. Tá verður mest sannlíkt eisini Speedo LZR draktin forbjóðað, í øllum førum í tí líki sum hon er nú, umframt tær TYR draktir sum Pál Joen- sen hevur brúkt í sein ast- uni. Føroysku svimjar ar­ nir ongan trupulleika Men í løtuni hava føroysku svimjararnir ongan trupul- leika, við tað at teir flestu av teimum brúka Speedo ella TYR, sum eru og allatíð hava verið góðkendar drakt- ir. Onkur einstakur svimjari hevur klárað oyggjaleika- kravtíð í BlueSeventy, og onkur hevur eisini sett met í eini Jaked drakt; men sum heild er talan um svimjarar ið svimja líka skjótt í eini Speedo ella TYR. Og før- oyski hópurin hevur tí minst líka góðar vánir nú til Oyggjaleikir, EJM og HM, sum áðrenn góðkenningar- listin hjá FINA kom út tann 19. mai. Tí tað kann jú hugs ast, at onkrir av okkara kappingarneytum hava klár að sínar tíðir í Blue- Seventy ella Jaked, sum ikki eru loyvdar nú. FINA vil sleppa av við super­ draktirnar Spanski Rafael Muñoz Pérez í Jaked drakt á EJM í Rijeka í desember. Hann setti seinni heimsmet í 50 metra firvald, í hesi kontroversiellu flótidrakt