Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 101 - 2. juni 2009 ] Tvøramaður toppskjútti í Danmark Við tveimum málum í seinasta dystinum hetta kappingarárið skeyt Marc Nyggard, sum er hálvur tvøramaður, seg upp í oddasessin á danska máltindinum. Randers vitjaði í Parkini hjá nýkosnu meistarunum úr FCK, og í sannari mál- og fótbóltsveitslu fekk Randers ein flottan 3-3 javnleik. Marc Nygaard átti tvey av málunum hjá Randers, og við hesum kom hann upp á 16 mál hetta kappingarárið. Frank Kristensen hjá FCM og Morten Nordstrand hjá FCK skutu báðir 15 mál. KÍ vann fyrra dystin Kvinnurnar hjá KÍ vunnu í gjár fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. KÍ hevði vitjan av Víkingi, og KÍ vann dystin 2-0. Í fyrra hálvleiki hevði Víkingur munin, men KÍ skoraði einasta málið – málskjútti var Tove Sólheyg. Í seinna hálvleiki var KÍ vandamiklara liðið, og Rannvá Andreasen økti til 2-0 seint í dystinum. Seinna hálvfinalan verður spæld í Gøtu. Størsti føroyski fót bóltsprofilurin nakrantíð leitar nú heimaftur til Klaksvíkar at spæla fótbólt. Næsta vikuskiftið spælir Todi Jónsson aftur í KÍ-troyggju - 17 ár eftir at hann fór úr barndómsfelagnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Todi Jónsson verður nú aft- ur at síggja í KÍ-troyggju. Tað eru liðin 17 ár, síðani Todi Jónsson flutti úr KÍ, har hann annars fekk sín fót bóltsuppvøkstur. Men nú fáa klaksvíkingar og føroyingar annars møgu- leikan at síggja Toda Jóns- son spæla aftur í KÍ. Tað verð ur í serligum Norðoya- stevnudysti, sum verður spældur sunnudagin kl. 15.00. Tá fara føroya meist- arar hjá KÍ í 1991 at spæla ímóti dagsins KÍ-liði. Millum spælararnar, sum vunnu føroyameistaraheitið við KÍ í 1991, vóru Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen, Todi Jónsson, Allan Mørk- øre, Kurt Mørkøre og Har- ley Bertholdsen. Todi Jónsson var við á KÍ-liðunum, sum vunnu steypakappingina í 1990 og føroyameistaraheitið í 1991. Í 1993 spældi hann hálvt ár í B36, áðrenn hann legði leiðina til Danmarkar at royna síni fóbóltsevni. Í donskum fótbólti gjørd- ist ein av kendastu og bestu útlendsku spælarunum, sum hava spælt í donskum fótbólti, og í stórfelagnum FC Keypmannahavn upp- livdi hann eisini at vinna danska meistaraheitið. Todi Jónsson royndi seg eisini í norskum fótbólti, og eftir at hann gavst at spæla sjálvur var hann oddamaður í Fremad Amager, sum her- fyri gavst við sínum virk- semi. Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr hava longu fleiri ára royndir at kappast á hægsta stigi, og at kappast ímóti hvørja aðra um sama pláss á ovastu rók, hóast tær eru bara 13 ár. Onkuntíð hevur Birita vunnið á Poulu, og aðrar tíðir vinnur Poula á Biritu. Nú skulu tær báðar á fyrsta sinni umboða Føroyar á Oyggjaleikum, sum yngstu luttakarar hjá føroyska svimji- landsliðnum Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tær hava báðar hava umleið somu sergreinar, rygg og frí svimjing, og hava tí kappst, líka síðani tær vóru heilt smáar. Í vetur dróg Birita eitt sindur frá Poulu og restini av gentunum í ár gangi 1995, við longu á stevnu í Klaksvík í februar at svimja undir kravtíð til Norðurlendsku Jun ior- Meist arastevnuna og Oyggja leikir, og á Oyggja- leikaúttøkustevnuni at kvali fisera seg í rygg svimj- ing til heimsmeistara stevn- una í Rom. Út á várið kom Poula sterkt aftur, við á Oyggjaleikaúttøkustevnuni at kvalifisera seg til Oyggja- leikir og Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna, og síðani á Føroyameistara- stevnuni at taka juniormetið frá Biritu í 50 metra frí- svimjing. Tær hava tikist øgiliga á báðum meistara- stevnunum í vár, og vunnið bæði eitt og annað í hvør sín part, men eru tó enn øgi liga væl, tvørtur um heið ursmerki og kravtíðir, svimjifeløg og met. Í summar skulu tær altso luttaka fyri Føroyar á Oyggja leikum, og fáa heilt víst báðar avgerandi leik- lutir í bæði einstaklinga- kapp ingum og liðsvimj- ingum. Birita hevur kvali- fiserað seg til Oyggjaleikir í 50 rygg, og svimur hartil sum einstaklingur 100 og 200 rygg. Poula hevur kvalifiserað seg í somu 50 rygg, og hartil svimur 100 blandað. Men sum nummar 3 og 5 av øllum í 50 frí á Føroysku Meistarstevnuni herfyri, kann tað so væl hugsast, at har verður boð eftir teimum eisini í 4x50 frí stafettini, umframt at tann skjótara av teimum skal svimja rygg í 4x50 blandað. So ungu vinkonurnar fáa nokk at síggja til, á Oyggja- leikum. Todi aftur í KÍ-troyggjuna 17 ár eftir at hann gavst í KÍ, verður Todi Jónsson aftur at síggja í bláa búnanum. Tað hendir sunnudagin, tá KÍ anno 1991 spælir móti KÍ anno 2009 Poula og Birita eru kappingarneytar og vinir Tær eru vinkonur og kappast móti hvørjari aðrari í so at siga øllum kappingum. Á oyggjaleikum skulu Birita Debes og Poula Ø. Mohr royna at toga heiðursmerki heim fyri Føroyar