týsdagur 2. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 101 - 2. juni 2009 ]
AB annað beinið í finaluni
AB vann greiðan sigur í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá
kvinnum. AB var á vitjan í Vágum, har felagsliðið 07V/MB tók
ímóti. Úrslitið av dystinum gjørdi 6-1 sigur til oddaliðið av
Argjum. Hóast avgerðin mann vera fallin í hesari hálvfinaluni, so
skulu liðini spæla ein dyst afturat. Hann verður spældur á Argjum.
Forlan er vandamiklast
Diego Forlan er vandamiklasti álopsspælarin í Europa í
hesum kappingarárinum. Forlan, sum er ættaður úr Uruguay,
spælir fyri Atletico Madrid, og hann skoraði ikki færri enn
32 mál í farna kappingarári. Hetta ger hann til besta
málskjútta í Europa í ár, og hann verður heiðraður við gylta
bólinum. Nummar 2 á listanum er Samuerl Eto’o, og
nummar 3 er Marc Janko, sum spælir fyri Salzburg í
Eysturríki.
Fyri fyrstu ferð í
søgu felagsins hevur
AB lyft seg upp um
eitt av teimum báðu
stóru feløgunum í høv
uðsstaðnum. Sigurin
á grannunum úr B36
var fult uppiborin og
undirstrikar, at AB als
ikki ætlar sær úr aftur
bestu deildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lagið var framúr á Argjum
mánadagin. Sum lítlibeiggi í
høvuðsstaðaðarøkinum hev-
ur AB í mangar mátar havt
eitt slag av undirlutakenslu
mótvegis teimum báðu stóru
feløgunum, HB og B36.
Ikki tí. Tá AB var í For-
mula-deildini í 2007 eydn-
aðist tað at fáa fýra stig til
høldar móti teimum báðum
grannunum, og í steypa-
kappingini sendu teir eisini
B36 út. Men í samlaða
roknistykkinum hava argja-
menn kortini altíð verið teir
minnu í høvuðsstaðnum.
Men hetta broyttist mána-
dagin
B36 domineraði
AB-veitslan byrjaði longu
eftir bara einum minutti.
Fyrsta álopið hjá heimaliðn-
um kastaði hornaspark av
sær, og tá Alex Mellemgaard
sera væl sendi hetta innfyri,
kundi Tehe Aristide stýra
bóltinum í netið til sítt
fyrsta mál fyri argjamenn.
Málið átti at givið vertun-
um eitt fínt útgangsstøði til
restina av dystinum, men
ístaðin hendi tað, sum so
ofta hendir í slíkum førum.
Nevnliga at liðið fór ov
nógv í verjustøðu.
Tað gav B36 alt initiativið
úti á vøllinum, og størsta part-
in av fyrra hálvleiki varð het-
ta eisini gagnnýtt til at leggja
eitt stórt trýst á AB-málið.
Tað var tó langt ímillum
veruliga opnu møguleikar-
nar, men eftir 12 minuttum
spurdist tó úrslit burturúr.
Janus M. Joensen varð dømd-
ur fyri at toga Johan Ellings-
gaard niður í brotsteiginum,
og so fekk Klæmint Matras
møguleikan úr 11 metrum.
Í fyrstu atløgu bjargaði
Tórður Thomsen skotinum,
men Høgni Eysturoy var
skjótur á returinum, og so
stóð á jøvnum.
Málið gav B36 mót til at
halda fram ágangandi spæl-
inum, men tað var ov sjáld-
an, at B36 veruliga hótti.
Næstur við var Høgni Eyst-
uroy, sum fyri fyrstu ferð
byrjaði millum teir fyrstu
11, men Tórður Thomsen
fekk væl jústað følda skotið
út til horna.
Uppiborið
Eftir steðgin var myndin í
spælinum
kanska
tann
sama, har tað var B36, sum
hevði bóltin mest. Og har
tað eisini vóru teir, sum
royndu at trýsta.
Munurin hjá heimaliðnum
var tó nú, at AB í nógv
størri mun var til reiðar at
svara aftur. Støðugt vóru
kantarnir við til at breiða
spælið út á vøllin, og við
djúpum sendingum niðan
um hornið varð B36-verjan
fleiri ferðir tagað sundur.
Og tað var eisini AB, sum
hevði so nógv teir størstu
møguleikarnar
í
seinna
hálvleiki. Fleiri av teimum
fyrstuvórðu tó misnýttir,
men tá Høgni M. Joensen
hevði misnýtt tann størsta
av hesum, mundu heimafólk-
ini ivast í, um tey nú skuldi
fáa nakra løn fyri stríðið.
Men tað fingu tey so hóast
alt. Janus M. Joensen slapp
at hevna seg fyri sítt
brotsspark, tá Klæmint Matr-
as mest sum fløktist upp í
beini hjá Dánjal Róa Olsen,
tá hesin gjørdi sær dælt av
misskiljing í B36-verjuni.
Brotssparkið varð sent
trygt í netið, og hesa ferð
gjørdi AB ikki sama mistak-
ið, sum teir gjørdu fyri steðg-
in. Teir hildu fyri tað mesta
rimmar fast um konseptið,
har denturin varð lagdur á
ein kompaktan verjupart,
fyri síðani at dúva upp á
drepandi kontra-álop, sum
skuldu lukka dystin.
Ikki minst var Tehe Ari-
stide ein brandur í verjuni,
men í yvirtíðini var tó um
reppið, at eitt mistak frá
hansara síðu kostaði tvey
stig. Brima Koroma vann
bóltin, tá Aristrede skuldi
skerma út til málspark, men
lukkutíð fyri AB sendi Johan
Ellingsgaard rimmarkjansin
framvið málinum. Og tá AB
so bara fá sekund seinni kom
upp á 3-1, tá Herbert í Lon
gjørdi sjálvmál, var alt farið
hjá gestunum. Fyri fjórðu
ferð á rað noyddist B36 av
vøllinum uttan stig, og nú
byrjar ein ávísur likams-
partur spakuliga at orna.
Lokali samleikin
Hjá AB er sami likamspartur
tó púrasta kaldur. Við hørð-
um arbeiði og góðum treysti
hevur AB longu skapt sær
eitt sera gott útgangsstøði
fyri restina av árinum, og
seinastu dystirnar er kontra-
parturin av spælinum ment-
ur sera nógv.
Og ikki minst tað vera
hugagott hjá argjafólki at
staðfesta, hvussu væl fleiri
av lokalu spælarunum standa
seg. Alex Mellemgaard var
framúr mánadagin, eins og
Rói Danielsen var tað í
verjuapartinum.
Jobin
Drangastein arbeiddi hart, og
innkomin vísti Dánial Rói
Olsen, at hann eisini væl
kann blanda seg í kappingini
um plássini. Ein kapping,
sum bara tykist harðna í AB-
leguni, og sum uttan iva er
gleðilig hjá venjaraparinum.
Fagnaðurin var stórur hjá
AB, tá teir í gjár vunnu á
B36. Sigurin ber við sær,
ta AB fyri fyrstu ferð í
søgu felagsins er upp um
ein av stórubeiggjunum í
høvuðsstaðnum
Mynd: Terji S. Johansen
AB-B36 3-1 (1-1):
Upp um stórabeiggja
B36
AB
Tungt at
venda
Eftir fjórða tapið á rað var
tað sjálvandi ein vónbrotin
liðskipari hjá B36, sum vit
fingu orð á, tá tapið móti
AB var veruleiki.
- Hetta er avgjørt ikki
nøktandi hjá okkum. Eg
veit ikki reiðiliga, hvat tað
er, men tað virkar, sum um
koppar alt alla tíðina ímóti
okkum fyri tíðina, sigur
Klæmint Matras.
Tit síggja út til at hava
gott tak á dystinum fyri
steðgin. Hvat gongur gal-
ið í seinna hálvleiki?
- Eg veit ikki, um tað
gongur nakað galið. Og vit
eru sum so eisini stýrandi
eftir steðgin. Men teir fáa
eitt straffi, sum eg ikki dugi
at síggja. Og tað tykist, sum
er tað alla tíðina soleiðis, at
tingini ikki koppa til okkara
fyrimun.
So tað er kanska ein
spurningur um hesar væl
kendu marginalarnar?
- Í øllum førum er tað
øgiliga ringt at koma burtur
úr hesum ringa stimanum.
Men tað mugu vit so royna
at arbeiða okkum úr, sigur
Klæmint Matras.
-mørk
Nógvar orsøk
ir til úrslitini
Lagið í AB-leguni var fram-
úr eftir dystin mánadagin.
Góða gongdin hevur higar
til givið AB 14 stig, og John
Petersen, sum er annar av
venjarunum hjá felagnum,
staðfestir, at hesi ikki eru
komin av tilvild.
- Tað eru fleiri ting, sum
hava gjørt tað. Menninir
eru sera nærlagdir til bæði
venjing og dyst. Vit hava
ein heimavøll, har næstan
eingin fær nakað við sær
aftur. Og so hava vit eisini
leikaratilfar til at skapa
dystir. So sjálvt um vit eru
uppflytarar og spáddir at
flyta niður aftur beinan-
vegin, so meta vit, at vit
hava dygdir á liðnum, sum
kunnu avgera dystir. Og
tað síggja vit eisini í dag,
sigur John Petersen.
- Vit hava eisini arbeitt
við nógvum tingum, sum
vit vilja gera betri. Fyrst og
fremst er tað sjálvandi
verjuparturin, sum skal
rigga nóg væl. Men haraft-
urat hava vit eisini arbeitt
við nøkrum tingum fram-
eftir vøllinum, og vit komu
til kjansirnar. Enntá somik-
ið nógvar kjansir, at vit í
dag burdu havt lukkað
dystin longu miðskeiðis í
seinna hálvleiki, segði ein
væl ngødur AB-venjari.
-mørk