Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 101 - 2. juni 2009 ] Pellegrini venjari í Madrid Real Madrid skal hava nýggjan venjara, og nú er greitt um, at Manuel Pellegrini skal taka við leiðsluni í kongaliga felagnum. Pellegrini hevur venjari í Villareal, og í gjárkvøldið váttaði Real Madrid søgurnar um, at Pellegrini er nýggjur venjari í felagnum. Real Madrid ætlar eisini at fáa fyrrverandi stórspælaran Zinedine Zidane til felagið sum serligan ráðgeva. Royna máldómarar Altjóða fótbóltssamgongan ætlar at royna serligar máldómarar í europeiskari kapping seinni í ár. FIFA umhugsar at gera eina roynd, har tveir serligir máldómarar skulu halda til aftanfyri málið. Hesir máldómarar skulu halda eyga við tí, sum fer fram í brotsteignum og fylgja við, um bólturin hevur verið í málinum, tá ið ivi er um tað. Hóast KÍ stríddist væl í fyrra hálvleiki, munaði tað bara einki, tí NSÍ fekk málini og sat á øllum eftir steðgin, tá munurin á toppi og botni gjørdist alsamt sjónskari. Uttan at vísa sítt besta, megnaði NSÍ við einum jøvnum arbeiðsinnsatsi at vinna trý stig FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Uttan mál vinnur tú ongar dystir, og tað mátti KÍ enn eina ferð sannað í gjár, tá NSÍ var á vitjan. Í dystinum hevði KÍ einar tríggjar ella fýra rættiliga góðar møgu­ leikar, men fekk einki burt­ ur úr teimum. Og tað kost­ aði í síðsta enda, tí NSÍ brúkti tveir av sínum við fullari úrtøku – og vann. Ikki tí, KÍ arbeiddi væl fyri sakini mestsum allan fyrra hálvleik, og hóast NSÍ beinanvegin kom á odda, tók tað ikki mótið frá klaks­ víkingunum. Teir stríddust væl og kundu enntá sigast at hava yvirvág í spæli fyrstu trý korterini, tá tað mesta av spælinum gekk fyri seg á miðjum vølli. NSÍ fekk ikki so nógv at bera til í fyrra hálvleiki, og einki sást til munin, ið skuldi verið á einum liði á triðja plássi og einum í botn­ inum. Men NSÍ fekk so mál, og tað var so í øllum førum ein avgerandi munur, ið skuldi vísa seg at blíva størri seinni í dystinum. Tað vóru ikki meira enn fimm minuttir farnir, tá Hjalgrím Elttør stríddi seg til bóltin í vinstru síðu, beint framman fyri miðjuna. Hann setti ferð á fram ímóti KÍ­baklinjuni, haðani hann legði innfyri til Károly Pot­ emkin, sum mitt fyri málin­ um var púra leysur og ósvikaliga tryggur. Einfalt og gott, 1­0. Lítið var at tosa um mál­ møguleikar allan fyrra hálv­ leik, men tó var Kristoffur Jakobsen nær við at javna, tá eitt korter var farið. Hann kom einsallur ímóti Mein­ hardt Joensen, ið kom út ímóti og fekk fótin á bóltin, so Kristoffur noyddist at reka út í síðuna, haðani vink­ ulin gjørdist ov spískur. Øðrvísi eftir steðgin Eftir tama fyrra hálvleikin sá beinanvegin eftir steðgin út til, at meira lív fór at koma í dystin. Innan fyri fyrstu gott og væl 10 minutt­ irnar høvdu bæði lið havt hvør sínar tveir góðar kjans­ ir, men hvørki ein ella annar av spælarunum megnaði at snýta málverjarnar, ið báðir vóru tryggir, tá ástóð. Kristoffur og Leon Bjarta­ líð áttu tilboðini hjá KÍ, men í báðum førum bjargaði Meinhardt, og tað sama var í hinum endanum, har Ják­ up Mikkelsen fekk víst sín­ ar dygdir, tá Klæmint Olsen og Bogi Løkin royndu seg. Um seinna hálvleik er annars at siga, at NSÍ sá út til at hava tikið seg saman, tí eftir lívligu byrjanina frá báðum pørtum, var tað stórt sæð NSÍ, ið sat á øllum. KÍ hótti so at siga slett ikki, meðan NSÍ í so mikið stór­ an mun var ráðandi á vøllin­ um, at tað var rárasta hend­ ing, at meiri enn tríggjar sendingar vóru millum KÍ­ spælarar, fyrr enn NSÍ aftur hevði tikið bóltin av teim­ um. Í yvirtíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist so Pot­ emkin at staðfesta sigurin og sína egnu støðu sum topp­ skjútti í Vodafonedeildini. Tað sá út, sum gjørdi hann fríspark ímóti Jan Andrea­ sen, tá hann vann bóltin av honum, men floytan tagdi, og so gjørdi ungarin skjótt av og smekkaði til, uttan at Jákup í KÍ­málinum fekk gjørt stórvegis. So var 2­0. Eftirfylgjandi fekk Jan Andreasen reyða kortið, tá hann mótmælti, men tað broytti so einki upp á úrslitið og heldur ikki upp á tann veruleika, at so leingi KÍ ikki megnar at fáa mál, megnar liðið heldur ikki meira enn eitt pláss í botnin­ um. Lukkutíð fyri klaksvík­ ingar, fóru vágamenn og fuglfirðingar heldur ongan veg hesa ferð… NSÍ gjørdi hinvegin bara sína skyldu sum topplið ímóti botnliði, og við einum jøvnum arbeiðsinnsatsi eydnaðist teimum gulu úr Runavík at halda fast um góðu úrtøkuna á útivølli, tí hetta var fimti útisigurin av fimm møguligum. Károly Potemkin, sum skoraði bæði málini hjá NSÍ í Klaksvík og útbygdi toppskjúttastøðu sína, fær klemm og viðurkenning frá liðformanni sínum, Óla Hansen Mynd: Álvur Haraldsen KÍ-NSÍ 0-2 (0-1): Gestirnir gjørdu bara sína skyldu Lítið vantar í hjá okkum Kristoffur Jakobsen var enn eina ferð einsamallur á toppinum hjá KÍ, og hann hevði eisini onkrar møguleikar. Men ikki bar til, og fyri sættu ferð fór KÍ av vøllinum sum tapari. – Í fyrra hálvleiki spældu vit nógv betri enn teir og høvdu eisini kjansir, men teir fingu tíðliga hol á. Soleiðis er tað viðhvørt í fótbólti, og vit blivu so revsaðir hesa ferð, sigur Kristoffur, sum trýr uppá, at tað fer at venda hjá KÍ: – Hetta er jú slett ikki tað, vit hava ætlað, tí vit royna at vinna okkara dystir. Tað má so bara verða næstu ferð, og helst skal eisini eitt sindur av hepni til. Vit hava gott spæl og góðar spælarar, og eg haldi, at lítið vantar í hjá okkum, til vit aftur vinna. hil NSÍ KÍ Eitt mál hvønn dyst Károly Potemkin skoraði bæði málini hjá NSÍ ímóti KÍ og er framvegis toppskjútti í Vodafonedeildini, nú við 10 málum eftir 10 dystir FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Hesin dysturin ímóti KÍ var fyrst og fremst eitt liðav­ rik. Eg væntaði, at vit fóru at vera betri og meira skipaðir enn síðst, tá vit taptu fyri AB, og so var. At eg skoraði tvey mál, er bara mítt arbeiði sum framherji, men liðið eigur hesi málini líka nógv sum eg, sigur tvífaldi NSÍ­málskjúttin, Károly Potemkin, ið heldur tað vera torført at spæla í Klaksvík. – Tað er trupult at byggja spælið upp her, tí vøllurin er lítil og tað eru ikki so nógv umráði at spæla á. Vit vildu lata teir hava bóltin, fyri síðani at fáa fatur á honum og fara í skjótálop. Tað virkaði sera væl, tí vit høvdu fleiri góð álop av tí slagnum. Potemkin heldur, at tá hugt verður at, hvussu ging­ ist hevur higartil, er hann nøgdur við, at NSÍ er mill­ um trý tey fremstu og bert trý stig frá oddasessinum. Men hann dylir ikki fyri, at hann hevði væntað sær meira: – Vit løgdu út við at vinna á bestu liðunum, so eg hevði væntað, at vit fóru at vera á odda. Men á heimavølli hevur gingist okkum illa, tí vit hava mist nógv stig, men hinvegin hava vit vunnið alt á útivølli. Ymiskt er tó, sum vit eiga at betra og gera nakað við, sigur ung­ arin, ið væntar, at nógv kann broytast enn, tí so nógv eftir av kappingini. Nú hevur tú fingið 10 mál í 10 dystum. Fert tú at hava 27 mál, tá 27 dystir eru spældir? – Tað hevði sjálvandi verið deiligt, men eg veit ikki. Hetta er akkurát tað, sum er so torført við at vera framherji, tí tú veitst ongantíð, hvussu tað verður. Onkuntíð spælir tú sera væl og misbrúkar kjansir, men aðrar tíðir kanst tú spæla illa og kortini skora mál, sigur Károly Potemkin.