týsdagur 2. juni 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 101 - 2. juni 2009 ]
ÍF var væl við og
hevði tamarhald á
dystinum í løtum,
tá Víkingur vitjaði í
gjár. Men heimaliðið
tók býttar avgerðir
í seinna hálvleiki,
sum høvdu við
sær, at vónbrotnu
fuglfirðingarnir stóðu
við níggju leikarum
og ongum stigi, tá
dómarin bríkslaði
fyri seinastu ferð
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Fuglfirðingar iðra seg. Teir
níggju, sum eru eftir á vøll
inum í reyðari troyggju,
liggja á vøllinum og halda
fyri høvdið. Einstakir hava
dirvið til at takka mót støðu
liðnum fyri dystin bein
anvegin. Aðrir gremja seg.
Og tað er einki galið í tí.
Tey vistu ikki, um tey
skuldu tosa um uppreisn í
Fuglafirði í gjár. ÍF, sum
hósdagin í farnu viku tapti
við fimm málum móti Vík
ingi, tapti í gjár við einum
máli móti sama liði. Fram
gongd, um tú hyggur at
úr slitinum, men tað vóru
fuglfirðingar alt annað enn
nøgdir við.
Skiftu tvær ferðir
Veðrið var frálíkt til fótbólt,
og áskoðararnir vóru í góð
um hýri, tá Rúni Gaardbo,
dómari, blásti í floytuna
fyri fyrstu ferð. Men tað
var skjótt, at sólskinssøgur
frá vikuskiftinum og njót
ingin av góða veðrinum var
broytt til ókvæmisorð og
illbønir.
Jógvan Martin Olsen,
venj ari hjá Víkingur, noydd
ist at fremja tvær útskift
ingar í fyrra hálvleiki. Bæði
Sam Jacobsen og Finnur
Justinussen fóru av vøllin
um við skaða, og tað darv
aði sjálvsagt ætlanunum hjá
venjaranum. Serliga varð
hugsað um, at Víkingur
bara áttu eina útskifting til
góðar at svara aftur við í
seinna hálvleiki. Men fugl
firðingar syrgdu fyri, at tað
skuldu gestirnir ikki hugsa
um.
Dysturin var javnur við
einstøkum møguleikum í
fyrra hálvleiki. Andy Olsen
úr ÍF og Hans Jørgen Djur
huus úr Víkingi vóru nær
við, men tað var málleyst í
steðginum.
Men á tímanum eydnaðist
tað heimaliðnum at leggja
seg á odda. Innskifti Hanus
Eliasen hevði ríkiligt av tíð
og plássi, tá hann var spæld
ur leysur við málverjan.
Framherjin var ísakaldur í
hitanum, og sendi í handara
síðunet.
Mistu tolið og skilið
ÍF tóktist hava tamarhald á
støðuni hesa løtuna. Víking
ur sókti at í løtum, men tað
vóru ábendingar um, at
fugl firðingar fyri fyrstu
ferð av fýra møguligum í
hes um
kappingarárinum
fóru at vinna á grannunum
úr Gøtu og Leirvík. Men
tað vendi skjótt.
Dánjal á Lakjuni var frá
byrjan í seinna hálvleiki
flutt ur aftur á vongverja
plássið í høgru. Hann spældi
sum einsamallur fram herji
undan hvíldini, men mátti
víkja plássið, tá Hanus Elia
sen var innskiftur í steðg in
um. Dánjal á Lakjuni hevði
í løtum stórar trupulleikar
av ágrýtna Andriasi Lava
Olsen. Tvær ferðir var fugl
firðingurin ov seinur í nær
dystum, og seinnu ferðina,
tá hann steðgaði Magnusi
Skoralíð í skjótálopi, sá
hann gult fyri aðruferð. Tá
var javn leikur, tí Súni Olsen
hevði fimm minuttir framm
an undan smekka bóltin í
netið við beinleiðis frísparki
úr
25
metra
fjarstøðu.
Leður kúlan sat í nettakinum,
har Andras Gango, málverji,
helst skuldi verið og vart
fyri. Frísparkið, sum var
framt miðskeiðis á hálvuni
hjá
fuglfirðingum,
var
óneyð ugt.
Heimaliðið megnaði ikki
at halda høvdinum uppi
hesa løtuna. Ov ofta var
bólt urin sparkaður burtur,
og í fleiri førum tóktist tað
sum, at fuglfirðingar høvdu
mist vónina. Málið hjá
Súna Olsen rakti meint, og
tað gjørdi støðuna meira
keðiliga hjá ÍF.
Tá seks minuttir restaðu í
av dystinum eydnaðist tað
Andriasi Lava Olsen at
leggja gestirnir á odda.
Hann var fyrstur á bóltinum
við fremru stong eftir
horna spark, og við høvd
inum stýrdi hann í málið
handan Andras Gango.
Seinastu
løtuna
misti
Balazs Sinkó skilið, tá hann
óneyðugt
rendi Andrias
Lava Olsen um koll. Leir
víkingurin fór kanska held
ur harðliga í ryggin á ung
aranum, men tað eru dømi
um tílíkar støður í hvørjum
fótbóltsdysti.
Sinkó
var
burtur frá sær sjálvum, og
syrgdi fyri, at hann verður
leikbannaður, tá ÍF vitjar í
Gundadali, har B36 bíðar,
næstuferð.
Høgni í miðverjuni
Høgni Zachariasen røkti í
gjár sessin sum miðverji.
Hvørki Bartal Eliasen ella
Poul Ennigarð, sum hava
spælt á plássunum, vóru
tøkir vegna skaða og leik
bann. Tískil var Jón Simon
sen, venjari, noyddur at
gera broytingar, og hann
gjørdi av, at Zachariasen
skuldi royna seg í nýggjum
leikluti.
Og tað eydnaðist væl.
Hann var millum teir heilt
frægu á liðnum hjá fugl
firð inum í gjár. Serliga í
luft spælinum
var
hann
stinnur, og fleiri ferðir var
hann fyrri á bóltinum enn
mótstøðuleikararnir í renni
dystum.
Hinvegin
merkist
tað
kanska í framrættaða spæl
in um, har Høgni Zacha
riasen ikki luttók. Lítli og
klæntrasligi Dánjal á Lakj
uni flutti seg væl millum
stóru og tungu Atla Greger
sen og Niclas Niclassen í
miðverjuni
hjá Víkingi.
Men ov lítil tyngd var í
álopinum undan steðginum,
og tað bøtti um støðuna, at
Hanus Eliasen varð inn
skiftur eftir hvíldina.
Víkingur vann fyri fjórðu
ferð í hesum kappinga r
árinum á grannunum úr
Fuglafirði. Í gjár eydnaðist
tað at fáa fult, hóast spælið
í løtum ikki riggaði serliga
væl, og liðið var í mótgongd.
Tað er altíð umráðandi hjá
oddaliðnum at vinna tílíkar
dystir, og havandi í huga
teir 90 minuttirnar í gjár,
vísti Víkingur seg sum
oddalið. Súni Olsen og
Andrias Lava Olsen, sum
eru í landsliðshitanum, tóku
ábyrgd og vendu dystinum
til seinast, og tað er serliga
umráðandi, nú HB misti
stig.
Drogba bíðar eftir leikbanni
Enn er ikki gjørt av, hvussu langt leikbann Didier Drogba fær sítt ógvusliga
mótmæli eftir hálvfinaluna í Champions League kappigini. UEFA viðger
málið í løtuni, og roknað verður við einari avgerð í næstum. Eg góðtaki tað
revsing, sum eg fái, tí mín atburður var ikki soleiðis, sum nakar ynskir hann
skal vera, sigur Drogba.
Zlatan droymir um Barca
Svenski álopsspælarin Zlatan Ibrahimovic, sum var toppskjútti
í italsku landskappingini farna kappingarár, er farin at droyma
søtar dreymar um Barcelona. Eg eri ikki tann spælarin, sum
verður í sama felag alt lívið. Og tað virkar, sum Barcelona
spælir tað slagið av fótbólti, sum verður spældur í 2015. Teir
gera alt rætt, sigur Zlaatan við blaðið Aftenposten.
Knæskelin fór úr lið
Tað rann kalt eftir rygginum á teimum flestu, tá Sam
Jacobsen miðskeiðis í fyrra hálvleiki brádliga small
niður í vøllin og ýldi av pínu. Miðvallarin var skjótt
fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, og tað varð staðfest, at
knæskelin var farin úr lið. Hann verður neyvan tøkur
komandi fimm til seks vikurnar. Finnur Justinussen
noyddist tíggju minuttir seinni eisini av vøllinum við
skaða í hondini. Tað var tó ikki líkt til, at hann verður
tøkur aftur skjótt.
-uni
Málið hjá Súna
avgerandi
Høgni Zachariasen, sum spældi í miðverjuni hjá ÍF, var
sera vónbrotin, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
Hann staðfestir, at útjavnandi málið hjá Súna Olsen
fekk avgerandi týdning til dystin.
Tað tykist sum, at vit hava tamarhald á støðuni tá.
Men brádliga fáa teir mál, og tað gevur teimum trúnna
aftur. Eg eri vísur í, at um bólturin ikki hevði farið inn,
so høvdu vit vunnið dystin.
Høvdu tit væntað stig í dag eftir 50 tapið hós kvøld
ið?
Fortreytirnar vóru sjálvsagt ikki góðar, tí Bartal
Elia sen, Poul Ennigarð, Rógvi Jacobsen, Fritleif í
Lamb anum og Hans Paule Petersen ikki vóru tøkir. Men
vit vildu prógva, at vit heilkiksaðu í farnu viku, og vit
vóru uppsettir at fáa stig, sigur Høgni Zacharisen.
Fuglfirðingurin røkti í gjár plássið sum miðverji, og
tað gekk honum væl.
Eg noyddist aftur, tí vit høvdu so nógv avboð. Men
tað var bara fínasta slag, sigur Høgni Zacharisen.
-uni
Deyðbóltarnir riggaðu
Súni Olsen skeyt flottasta málið í Fuglafirði í gjár, tá
hann við beinleiðis frísparki úr 25 metra fjarstøðu sendi
bóltin í málið handan Andras Gango. Eitt skot, sum
Gango helst skuldi vart fyri.
Gango stóð sum heild ein framúr dyst í gjár. Men
skotið var hart, og tað tóktist sum royndi hann at boksa
bóltin ella okkurt. Men tílíkt hendir fyri allar málverjar.
Eg legði so eisini upp til málið hjá Andrias Lava Olsen,
so tað gekk bara væl við deyðbóltunum í dag, sigur
Súni Olsen.
Tit vóru væl betur við í seinna hálvleiki?
Ja, eg haldi tað. Vit løgdu ikki serliga bragdliga fyri,
men fingu betri tamarhald á í eftir steðgin. Vit stríddust
meira og løgdu meira fyri í nærdystunum. Men tað var
ein strævin dystur, har bæði liðini høvdu tørv á stigunum
í hesu grannauppgerðini, sigur Súni Olsen.
-uni
ÍF-Víkingur 1-2 (0-0):
Fuglfirðingar mistu skilið
Andras Gango fær bara nevað bóltin upp undir nettakið, og so er Víkingur aftur við í dystinum.
Víkingur vann at enda 2-1, og við bara 9 monnum eftir á vøllinum hevur ÍF gjørt útgangsstøðið
truplari undan týdningarmiklu vitjanini hjá B36 í Havn Mynd: Álvur Haraldsen
Víkingur
ÍF