Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 101 - 2. juni 2009 ] Í dýrdarveðrinum á Svangaskarði borgaðu seks mál fyri fínum undirhaldi, tá ið heimaliðið spenti álopsbogan og kom aftur í aftur ímóti oddaliðnum, sum vísti seg ikki at vera so sannførandi í verjupartinum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Álop er besta verja. Soleiðis plagar at verða tikið til, og tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð í undir haldandi og intensu uppgerðini í dýrdar veðr­ inum á Svangaskarði í gjár, so bar tað ikki til annað enn at staðfesta, at tað var eirindarleyst álopsspæl síðsta hálva tíman, sum hevði veirð orsøk til, at B68 megnaði at venda hóttandi 3­1 tapi til javnleik. HB eigur fínar bóltspæl­ arar og eitt fínt fótbóltslið, og tað er eingin, sum megn­ ar fínt fótbóltsspæl soleiðis, sum HB ger tað. Hetta hevur borið oddasessin við sær. Men at liðið ikki er uttan veikleikar sást væl á Svangaskarði. Í 1. hálvleiki setti HB dagsskránna, og aftur hesa ferð megnaði HB at vinna seg framum í evstu løtu undan hvíldini. Eftir horna og út frá mistu toftamenn, og tá ið innleggið kom inn­ fyri, tveitti Fróði Benjamin­ sen seg fram og skoraði. 2­1 og tá ið Rógvi Poulsen lítið korter eftir steðgin eftir fríspæling frá væl upplagda Andrew av Fløtum økti um HB leiðsluna, kundi tað sæð út til, at stigaposin skuldi verða fullur, tá ið gestirnir fóru aftur til Havnar. Men tá var tað, at tað eydnaðist Bill Jacobsen og hansara monnum at vísa, at HB er at tosa við: B68 hevði longu frá fyrsta bríksli eftir steðgin lopið so nógvar ferðir meiri á, enn heimaliðið hevði gjørt í 1. hálvleiki, tá ið mest sum alt hevði gingið fyri seg eftir treytunum hjá HB. Og hóast 3­1 bar við sær, at tað kendist heilt møtimikið, so megnaðu heimamenninir bæði at arbeiða og spæla seg upp í part aftur. Øssur Hansen var ikki við, men kortini eydnaðist tað at stríða seg ígjøgnum bæði í síðunum og eftir miðásinum, sjálvt um heimaspælið ikki var so polerað, og tað var týðuligt, at HB ikki treivst serliga væl við at verða sett undir trýst. Pól Jóhannes Justinussen hevur so ofta víst, at hann hevur nøs fyri málmøgu­ leikum og málum. Hann varð fluttur úr miðverjuni og fram í álopið, meðan kviki Dánjal Pauli Højgaard varð settur at ansa Andrew av Fløtum. Pól Jóhannes minkaði um munin úr eitt sindur spískum í vinstru eftir fríspæling frá Jóan Símuni Edmundsson. Í hesi støðuni var HB verjan tøvandi, og tað sá heldur ikki sannførandi út, tá ið innskifti Jonleif Høj­ gaard tríggjar minuttir undan leikloki fekk fatur á innleggi og úr brotsteiginum sendi í málið. Stórur fagnaður á heima­ fólkinum, sum sjálvsagt kendi seg hava vunnið eitt stig, meðan HB legan eftir 3­1 leiðslu kendis eg hava mist tvey stig. Í 1. hálvleiki, tá ið tað gekk fyri seg upp á treyt­ irnar hjá HB, meðan B68 tóktist trilvandi og alt ov verjukent, hevði Andrew av Fløtum sett hol á fyri HB eftir fríspæling frá Páll M. Joensen. Málið var nátúrlig avleiðing av spælbýtinum, men ta ferðina svaraði B68 aftur í næsta minutti. Upp­ spælið í vinstru áttu Pól Jóhannes Justinussen og Jóan Símun Edmundsson, og tað var Keita, sum við høvdinum stýrdi bóltin inn um Símun Rógva Hansen. Tá var HB omaná, men so var tað, at B68 eftir steðgin hvesti vápnini og vísti bæði sær sjálvum og hinum, at um hugsningur skal vera um at taka oddaliðið, so skal verjan setast undir trýst. Álop er besta verjan! Bill frøddist um moralin B68 venjarin, Bill Jacob­ sen, var fegin um, at tað hevði eydnast hansara monnum at venda hótt­ andi 3­1 tapi til javnleik. ­ At spæla javnt á heimavølli er ikki nóg gott, um tú ætlar tær at vera við í toppinum, men sum tað lagaði seg í dag kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir. HB vísti betri fótbóltsspæl enn vit, men moralurin var góð ur, og enn eina ferð eydnaðist tað at svara aftur. Við hesum sipaði Bill til, at fleiri ferðir fyrr í ár hevur B68 ligið undir við einum og tveimum mál um og kortini fingið úrtøku. ­ Í 2. hálvleiki fluttu vit nógv fólk fram, og tá spældu við longdum sendingum og primitivt. Vit spældu ikki so væl, sum HB gjørdi, men kort ini eydnaðist tað at vinna úrtøku, og tað eri eg nøgdur við, staðfesti B68 venjarin. -jh HB misti tamar haldið Tað var einki at siga til, at lagið í HB leguni ikki var serliga gott, tá ið spæl­ ararnir hvíldu seg eftir stríðið á Svanga skarði: ­ Tað er positivt, at vit spældu væl, og at vit skoraðu trý mál og spældu okkum til aðrar møguleikar. Men vit vóru ikki nóg góðir í 2. hálvleiki. Tá ið vit høvdu økt um leiðsluna til 3­1, áttu vit at havt tamarhald á støðuni, men tað høvdu vit ikki. Uppskriftin átti at havt verið, at vit skuldu havt hildið upp á bóltin, men tað megnaðu vit ikki, og tá ið tað gekk fyri seg upp á teirra treyt ir, so vóru vit ikki nóg góðir, staðfesti Páll M. Joensen í HB. Um tvær vikur fer HB at vitja meistararnar í Streymnesi: ­ Vit kunnu fegnast um, at á Svangaskarði spældu vit betri, enn vit ofta hava gjørt á útivølli. Tað kunnu vit í hvussu so er taka við okkum, helt Páll M. Joensen. -jh Gudjohnsen aftur til Onglands Kendasti íslendski fótbóltsspælarin í okkara tíð, Eidur Gudjohnsen, sleppur ikki rættiliga fram at liðnum hjá Barcelona, og hann er hugaður at skifta aftur til Onglands, har hann var ein profilur í Bolton og Chelsea. ­ Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum í Barcelona, men eg ivist ikki í, at eg endi aftur í Onglandi. Antin nú í summar ella um eitt ár, sigur Gudjohnssen. Rosenborg er flúgvandi Tað gongur strúkandi hjá Rosenborg í norsku fótbóltskapp­ ingini. Rosenborg er ósigrað í 12 dystum, og um vikuskiftið økti liðið úr Tróndheim um leiðsluna í toppinum. Rosenborg vann heili 4­0 á útivølli ímóti Bodø/Glimt. Start, sum liggur næstfremst, var undan dystunum um vikuskiftið trý stig aftanfyri Rosenborg, men Start tapti sín dyst. HB B68 HB var leingi omaná, men seinastu løtuna setti B68 seg á alt, og so prógvaðu teir, at góða gongdin seinastu vikurnar langt ífrá er úrslit av nakrari tilvild Mynd: Álvur Haraldsen B68-HB 3-3 (1-2): Álop er besta verja