týsdagur 2. juni 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 101 - 2. juni 2009 ]
Hóast teir vóru illa
kroystir, so eydnaðist
tað í evstu løtu meist
arunum at vinna
fulla úrtøku, eftir at
teir høvdu fingið mál
burtur úr trimum
deyðbóltsstøðum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Um tvær vikur fer EB/
Streymur at fáa vitjan av
HB. HB er oddalið, og EB/
Streymur er meistaralið.
Meistararnir hava havt ilt
við at fáa spælið at handa
soleiðis saman, sum tað
gjørdi í fjør, tá ið einki hefti
fyri teimum, og teir bæði
vunnu steypakapping og
meistaraskap.
Hjá HB hevur tað higartil
í ár gingið sum eftir ánni. Í
gjár stevndi HB ímóti sigri
á Toftum, men tað endaði
við javnleiki. EB/Streymur
var tríggjar ferðir aftanfyri í
Sørvági, men tað endaði
við, at meistararnir struku
avstað við øllum stigunum.
Um tað hevði havt gingið,
sum tað leingi sá út til, at
tað skuldi gera, so hevði
tað mest sum verið vónleyst
hjá EBStreymi at komið
sær upp í aftur meistara
spælið. Úrslitini í gjár bóru
við sær, at EB/Streymur
fær enn ein møguleika. Um
tað eydnast at vinna, tá ið
HB fer at vitja við Margáir,
so verður teinurin upp til
toppin so mikið lítil, at teir
í EB/Streymi fara at hava
orsøk til at trúgva uppá, at
tað skal bera til.
Avrikið í Sørvági boðaði
ikki frá meistaramøguleika.
Tað eru nógvir góðir fót
bóltsspælarar í Sundalagn
um, men tað sást ikki í
Sørvági. At tað kortini
eydnaðist at vinna øll stigini
komst fyri ein part av fullari
nyttu
burturúr
trimum
deyðbóltsstøðum, tá ið tað
sá svart út:
Santos javnaði til 33, tá
ið hann úr høgru sendi
horna beinleiðis í málið,
Arnbjørn Hansen var ein
metur frá málstrikuni, tá ið
hann setti krúllin undir
hornasparksinnlegg
úr
vinstru, og so var 43 til
meistararnar. Og so staðfesti
Hans
Pauli
Samuelsen
sigurin, tá ið hann sendi
fríspark upp í málhornið.
Betri uppiborið
Meistararnir fegnaðust, og
tað
var
væl
skiljandi.
Avrikið hevði ikki verið so
sannførandi. Í staðin fyri
meistaraspæl høvdu teir
verið kroystir og strongdir,
men tað boðar sjálvandi
eisini frá potentiali og
dygdum, tá ið tað kortini
eydnast at vinna.
Heimamenninir
hingu
við nevinum. Tað var lætt at
skilja. 07 Vestur er upp
flytari, og liðið er á niður
flytingarplássi. Men avrik
ini hava ikki bent á niður
flyting, og heldur ikki í gjár
var talan um máttloysi og
uppgávulyndi.
Heldur var tað tvørtur
ímóti. Við TórIngari Aksel
sen og Jens Erik Rasmussen
á odda var 07 Vestur leingi
omaná. Heimaliðið skoraði
trý mál. Teir vóru tríggjar
ferðir á odda, og teir høvdu
møguleikar at økja um
leiðslurnar, men teir kendu
ikki sínar vitjunartíðir, og
so endaði tað soleiðis, sum
tað gørdi.
Eftir eitt korter setti Jens
Erik Rasmussen hol á.
Frísparksroyndin
tók
í
manngarðin og snýtti full
komuliga Gunnar á Steig í
EB/Streyma málinum. Lítla
løtu seinni varð Jens Erik
púra leysur eftir langa
framlegging frá málverjan
um, Trygva Askham, men
veteranurin fekk ikki tam
arhald á bóltinum, og so var
tann møguleikin burtur.
Tíggju minuttir undan
steðginum
varð
javnt:
Heimaverjan tøvdi, mál
verjin royndi at leypa út, og
Sorin Anghel stýrdi við
høvdinum bóltin upp um
málverjan.
Tveir minuttir seinni var
heimaliðið aftur á odda.
EB/Streyma málverjin var
óheppin, tá ið hann sendi
bóltin
út
til TórIngar
Akselsen, sum takkaði fyri,
spældi Jens Erik leysan, og
veteranurin var tryggur.
Seks minuttir eftir steðgin
javnaði Levi Hanssen. Hans
Pauli
Samuelsen
legði
innfyri úr vinstru, bólturin
hoppaði einar tvær ferðir í
brotsteiginum, og so var
miðvallarin fyrstur á.
Tjúgu minuttir fyri leik
lok legði TórIngar Akselsen
07 Vestur framum aftur.
Teir gjørdu skjótt av eftir
fríspark, og Jens Erik Ras
mussen spældi TórIngar
leysan.
Tá tóktist tað sum um, at
heimaliðið skuldi vinna.
Men Sigfríður Clement
sen
spenti
álopsbogan.
Pætur Dam Jakobsen og
Levi Niclasen vórðu skiftir
inn síðstu løtuna, og tað
eydnaðist!
Meistararnir stórfegnað
ust yvir úrslitið, og upp
flytararnir harmaðust. Tað
var einki at siga til!
Tem yvirlivdi í 2. deild
Søllerød/Vedbæk var í vanda fyri at flyta niður úr 2. deild
eystur í Danmark, men felagið, har Tem Hansen spælir,
bjargaði sær lívinum í deildini við einum góðum sigri á
Stenløse í gjár. Nógv mál komu í dystinum, men tá ið dóm
arin bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan 43 til Søllerød/
Vedbæk. Avgerandi málini í dystinum gjørdi Thomas
Myssing, sum áður hevur spælt fyri Fremad Amager.
Popczynski misti sigurin
Aarhus Fremad spældi um vikuskiftið ímóti Hobro í
donsku 2. deild vestur. Liðið hjá Krzysztof Popczynksi
spældi á heimavølli og stóð til at vinna dystin. Tá ið 10
minuttir vóru eftir at spæla, var Aarhus Fremad á odda
31, men seinastu løtuna skrædnaði hjá teimum og
Hobro fekk tvey mál. Seinna málið var við brotssparki
í síðsta minutti.
EB/Streymur
07 Vestur
07 Vestur-EB/Streymur 3-5 (2-1):
Uppflytararnir mistu
á stokkinum
Tór-Ingar Akselsen og 07 Vestur høvdu meistararnar í sekkinum í 89 minuttir, men seinastu løtuna reistust Levi Hanssen og
liðfelagarnir, tá tríggir deyðbóltar góvu trý mál
Mynd: Sofus D. Johannesen
Bjørk setti
nýtt met
Í sterkari kapping
í Lyngby um viku
skiftið eydnaðist
tað Bjørk Herup
Olsen at kvetta
12/100 av metin
um hjá sær á 1.500
metra teininum
Frælsur
ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bjørk tók um vikuskiftið
lut í Lyngby Games, sum
er ein av sterkaru kapp
ingunum í Danmark.
Leygardagin
var
1.500 meturin á skránni,
og her kvetti Bjørk
12/100 sekund av før
oyska metinum á teinin
um. Tíðin leygardagin
var
4.44,71.
Gamla
metið átti Bjørk sjálv.
Men hóast metið, so
eydnaðist tað ikki at
vinna gull kortini, tá
tvær aðrar kvinnur vóru
enn skjótari enn før
oyska essið á teininum.
Í so máta gekk betur
sunnudagin,
tá
hon
kappaðist á 3.000 metr
um. Her eydnaðist tað
nevnliga at vinna silvur
við tíðini 10 minuttir
og 20 sekund. Hetta eru
tó fimm sekund seinni
enn metið, sum Bjørk
setti í Tårnby fyri fýra
vikum síðani.
Á oyggjaleikum er
Bjørk millum føroysku
heiðursmerkjavónirnar,
og tekur hon tá lut í
kappingini á 5.000 og
10.000 metrum.
Eitt føroyskt met, eitt
bronsumerki og eitt silvu-
merki. Tað var úrtøkan
hjá Bjørk Herup Olsen, tá
hon um vikuskiftið tók lut
í Lyngby Games