Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 101 - 2. juni 2009 ] Helgi er besti telvarin Helgi Dam Ziska vann ikki óvæntað heiðurin sum árs­ ins telvari 2008/09 Talv Jógvan Joensen jogvan@kallnet.fo Í sambandi við steypa­ kappingina og Talvgalla við Gjógv, atkvøddu 6 umboð úr hvørjum talvfelagi um Ársins Telvarar 2008/09. Inn­ stillaðir vóru 3 telvarar: Herborg Hansen, úr Klakvík, IM Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen, báðir úr Tórshavn. Eftir at drigið varð saman um atkvøðu­ úrslitið gjørdist greitt, IM Helgi Dam Ziska ­ 3. árið upp í slag ­ varð kosin Ársins Telvari 2008/09. Hóast bert 18 ára gamalur, hevur Helgi megnað at bitið seg fastan á 1. plássinum á føroyska styrkilistan­ um. Søguligt NM Gull til Føroyar og sera munadygg OL­úrtøka í Dresden, eru bara nøk­ ur av avrikunum, sum teir, ið atkvøddu iva­ leyst hava heft seg við. Umframt heiðurin, stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Telvarar, við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina. ­ Eg havi livað og andað fyri fótbóltin seinastu seks árini, og vil nú fegin royna okkurt annað, sigur Jón Rói Jacobsen, sum um vikuskiftið tók avgerð um at gevast við fótbóltinum fyribils FóTbólTur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Jón Rói Jacobsen verður komandi tíðina ikki tøkur hjá landsliðsvenjaranum Brian Kerr ella øðrum fótbólts­ feløgum. Hann boðaði um vikuskiftið frá, at hann fyri­ bils gevst við fótbóltinum. 26 ára gamli havnarmað­ urin hevur seinastu árini verið búsitandi í Danmark, har hann fyrst og fremst hevur roynt seg sum yrkis­ leikari. Tað er hugurin ikki av álvara til longur, og útbúgving fyribils hevur drigið hann burtur frá fótbóltinum. Torfor avgerð Jón Rói Jacobsen, sum seinasta árið hevur spælt við Frem í næstbestu donsku deildini, ætlar sær nú at royna nýggjar av­ bjóðingar. Hann fer eftir summarfrítíðina undir út­ búgving, men hann veit framvegis ikki, hvat hann ætlar at lesa. ­ Eg havi livað og andað fyri fótbóltin seinastu seks árini, og vil nú fegin royna okkurt annað. Var avgerðin torfør at taka? ­ Ja, sjálvandi. Eg havi prátað við familjuna um tað í eina tíð, og nú er avgerðin tikin, sigur Jón Rói Jacobsen, sum higartil hevur umboðað barndóms­ felagið HB, Brøndby, AaB og Frem. Kerr var bilsin Jón Rói Jacobsen var ein av bjartastu stjørnunum á føroyska fótbóltshiminum, tá hann, sum 18 ára gamalur, fyri fyrstu ferð royndi seg á landsliðnum. Tað var, tá Sveis vitjaði á Svangaskarði í 2001. Hann var tá yngsti føroyingur, sum hevði roynt seg í altjóða skrásettum landsdysti. Jón Rói Jacobsen, sum higartil hevur spælt 31 landsdystir fyri Føroyar, boðaði í farnu viku Brian Kerr, landsliðsvenjara, frá sínu avgerð. Og írin var sjálvsagt harmur um, at hann ikki hevur 26 ára gamla verjuleikaran tøkan til uppgávurnar, sum bíða før­ oyska fótbóltslandsliðnum. ­ Hann var eitt sindur bilsin, tí hann hevði neyvan væntað tað. Hann sá fegin, at eg var við í hópinum, tí eg við tíðini eri vorðin ein av teimum meira royndu í landsliðshøpi. Men hann skilti mína støðu, sigur Jón Rói Jacobsen, sum ikki vísir aftur, at hann eina ferð verður at síggja á fótbólts­ vøllinum aftur. ­ Tú skal ongantíð siga ongantíð. Satt at siga veit eg ikki, hvat framtíðin fer at bjóða. Tí dugi eg hvørki at svara, nær eg fari at spæla fótbólt aftur, ella um eg fari at spæla fótbólt aftur, stað­ festir Jón Rói Jacobsen. Jón Rói gevst fyribils Navn: Jón Rói Jacobsen Føddur: 7. apríl 1983 Aldur: 26 ár Tjóðskapur: Føroyar Landsdystir: 31 dystir Pláss: Verjuleikari Hædd: 1,86 m Yrkisleiðin: 1999-2003: HB Tórshavn, 52 dystir og 25 mál 2003: Brøndby IF, leigusáttmáli, fýra dystir 2004-2005: Frem, 42 dystir og fimm mál 2006-2008: AaB Aalborg, 14 dystir og eitt mál 2008-2009: Frem, 14 dystir Kelda: wikipedia.org FAKTA um Jón Rói Jacobsen Ólavur átti vakrasta talvið Heiðurin fyri vakrasta talvið frá FM fyri einstaklingar, sum varð telvað á Páskum í Tórhavn, varð latin Ólavi Simonsen, úr Klaksvíkar Talvfelag. Eftirmetingarnevnd gjørdi úrskurð ímillum innsendu talvini. Ólavur var avgjørdur favorittur at vinna heiðurin, við atliti at sera snøgga sigrinum á Finnbirni Vang. Hinvegin metti nevndin, at sigurin á Helga Dam Ziska var vakrasta talvið í FM kappingini. Ólavur hevur við heiðurinum lagt seg klárt á odda í vakurleikasteypum. Ofta undirhaldandi álopstelvingin hevur higartil givið heili fimm vakurleikasteyp. Hjalti er stjørnuskotið 16 ára gamli Hjalti Toftum Jógvansson, varð kosin Ársins Stjørnuskot, tá Steypa­ kappingin og Talvgallaveitslan varð hildin leygardagin við Gjógv. Innstillaðir vóru 3 unglingar, sum hvør í sínum lagi hava staðið seg væl í farna kappingarárinum. Unglingar í sera stórari menning. Umframt Hjalta vórðu innstillaðir: Unglingafør­ oyameistarin, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sanda­ vági. Tá talt varð saman, mettu telvararnir, at Hjalti hevði uppiborið heiðurin í ár, eftir eitt sera gott kappingarár. Styrkitalið er hækkað 255 stig og FM gull varð vunnið í 1. bólki á Páskum, umframt at FM heitið í U16 varð vunnið fyrr í kapp­ ingarárinum. Umframt snotuliga minnisplátu, stuðlar Talvsamband Føroyar Ársins Stjørnuskoti við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina. Sera fegin formaður í Havnar Telvingarfelag, Ronny í Lon, tók ímóti heiðurinum, vegna Helga, sum hevði forfall Eftir 31 dystir á føroyska fótbóltslandsliðnum hevur Jón Rói Jacobsen fyribils takkað fyri seg