týsdagur 2. juni 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 101 - 2. juni 2009 ]
Guus Hiddink fekk
enn eitt steyp til
høldar
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Leygardagin var finalan í
heimsins elstu fótbóltskapp
ing – FA cup – á Wembley
leikvøllinum í London.
Chelsea vann finaluna 2
1, men tað var kortini
Everton sum byrjaði best.
Everton gav bóltin upp, og
teir fóru beinleiðis í álop.
Eitt innlegg úr vinstru bleiv
bara lutvíst ruddað burtur
av Chelsea. Bólturin endaði
hjá Fellaini, sum beindi
bóltin yvir til fraklendingin,
Louis Saha, sum bankaði
bóltin í netið. Tá vóru bert
25 sekund farin av dyst
inum, og er talan um skjót
astu skoring í einari FA Cup
finalu nakrantíð. Gamla
metið
átti
Roberto
di
Matteo, sum spældi við
Chelsea, tá gamal metið var
sett. Ì FA Cup finaluni í
1997 skoraði di Matteo
aftaná 43 sekund í finaluni
ímóti Middlesbrough.
Chelsea tók yvir
Chelsea tók meir og meir
yvir, og tá 21 minuttir vóru
farnir javnaði Londonliðið
til 11.
Florent Malouda sendi
bóltin inn til Didier Drogba,
som stútaði bóltin framvið
Tim Howard í Everton
málinum til javnleik 11.
Tá ein tími var farin var
Nicolas Anelka spældur
leysur av Frank Lampard,
men fraklendingurin lobb
aði bóltin við síðunnar av
málinum.
Lítla løtu seinni fekk
Louis Saha ein stóran mál
møguleika, men hann stút
aði bóltin upp um málið.
Tá 72 minuttir vóru farn
ir, skoraði Chelsea sigurs
málið. Frank Lampard fekk
góða tíð til at leggja sær
bóltin til rættis, og frá 20
metra fjarstøðu setti hann
bóltin í netið til 21 til
Chelsea. Løtu seinni hevði
Chelsea møguleikan til at
koma uppá 31. Florent
Malouda skeyt eitt dundur
skot frá 30 metra fjarstøðu,
sum rakti yvirleggjarin og
fór niður á málstrikuna, har
Tim Howard fekk fangað
returin. Everton royndi at
stríðast, men teir komu ikki
til nóg nógvar málmøgu
leikar, og máttu boyggja
seg fyri yvirmaktini.
Seinasti hjá Hiddink
Dysturin
gjørdist
tann
seinasti hjá Guus Hiddink,
sum Chelseavenjari, men
Chelseavenjarin hevði ikki
hug at feira sigurin.
– Eg má fara beina leið
avstað, fyri at fyrireika
russiska landsliðið til tann
komandi
HMkvalifika
sjónsdystin, segði Hiddink
við enska blaðið, Daily
Mirror.
Hiddink er nøgdur við, at
tað hevur eydnast honum at
lyfta liðið ta tíðina hann
hevur verið venjari hjá
Chelsea.
– Vit hava fyrireikað
okkum væl. Steypakapping
in hevur stóran týdning, og
tað hevur stóran týdning at
vinna eitt heiti hetta kapp
ingarárið. Vit eru ovurfegnir
um
sigurin,
staðfesti
Hiddink.
Kortini er tað rættiliga
hugtungt hjá hollendska
meistaravenjaranum
at
skulu fara úr London.
– Eg havi sagt farvæl fyrr
í øðrum størvum, men
aftaná at hava arbeitt saman
við spælarunum, og teimum
sum starvast rundan um
liðið, so gerst tað rættiliga
kensluborið at siga farvæl.
Guus Hiddink sigur seg
havai dámt hvønn minutt í
starvinum sum venjari hjá
Chelsea. Talan er um fimta
FA Cup steypaheiti hjá
Chelsea.
Chelsea
hevur
áður
vunnið
FA
Cup
kappingina í 2007. Guus
Hiddink hevur áður, sum
venjari
vunnið
steypa
kappingina í Hollandi fýra
ferðir. FA cup kappingin er
fyrsta
steypakappingin,
sum
Hiddink
vinnur
uttanfyri heimlandið.
Árið hjá Chelsea bjargað
Hóast hann alla tíðina visti, at starvið í Chelsea bara var fyribils, so staðfesti hollendski venjarin
hjá Chelsea, at talan var um eitt sorgblítt farvæl, tá hann saman við spælarunum hevði fegnast
um FA-Cup sigurin
Mynd: Polfoto/AP
So tapti Nadal
Eftir at hava sett met við 31 sigrum á rað
í French Open í Tennis, mátti Rafael
Nadal púrasta óvæntað lúta móti svenska
Robin Söderling. Söderling vann dystin í
fjórða umfarið 62, 67, 64, 76, og so
stóð greitt, at Nadal fyri fyrstu ferð yvir
høvur hevur tapt á Roland Garros. Við
hesum eru meistararnir hjá bæði kvinn
um og monnum úti, nú farið verður undir
fjórðingsfinalurnar.
Føroyingar hjálpa Frem
Frem er í tungum sjógvi. Í morgin skal felagið hava eina millión um
hendi, um arbeiðarafelagið ikki skal fara av knóranum. Fólk hava
higartil stuðla við góðum 250.000 krónum, og hjálp er eisini komin
úr Føroyum. Eg vóni, at mítt íkast er við til at tryggja, at vit eisini
komandi árini fáa møguleika at síggja evnaríkar føroyskar leikarar í
Fremtroyggjuni – eg vóni, at tað eydnast felagnum at bjarga sær,
sigur Steffen Stumman Hansen, sum er búsitandi í Leirvík og hevur
stuðlað, við heimasíðuna hjá Frem. Formaðurin Hans Hermansen er
framvegis bjartskygdur. Tað eru fjepparar hjá Frem í øllum konga
ríkinum. Ja, vit hava eisini fingið íkast úr Føroyum og málingameist
aranum í Gormfelt, sigur Hans Hermansen, formaður í Frem.
Tillukku
Jens Erik
Super-veteranurin, sum hevur
víst seg drúgvari enn teir flestu,
heldur í dag 41 ára føðingardagin
á næst ovasta sessinum á føroyska
máltindinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir 10 umfør er myndin av ársins útgávu av
Vodafonedeildini av álvara við at tekna seg.
Hóast 07 Vestur framvegis liggur á
niðurflytingarplássi, so er eingin ivi um, at
dagsins føðingardagsbarn telist millum heilt
stóru profilarnar í fótbóltslandskappingini.
Sjálvur hevur Jens Erik skotið átta mál í ár,
og saman við TórIngar Akselsen og Hendrik
Rubeksen hevur hann staðið fyri einum flottum
álopsparti hjá 07 Vestur. Ein álopspartur, sum
hevur viðført, at 07 Vestur hevur skotið fleiri
mál enn bæði ÍF og KÍ tilsamans. Og einsamallir
hava teir tríggir skotið 14 mál!.
Verjuparturin hevur tó ikki staðið mát hjá 07
Vestur, og tí ríður liðið framvegis sera tungt.
Mánadagin tóktist liðið annars hava gjørt nóg
mikið, men við trimum deyðbóltum sluppu
meistararnir úr EB/Streymi úr saksinum,
soleiðis at teir enn halda lív í vónini um at
renna kapp móti oddaliðunum.
Har eru HB, Víkingur og NSÍ annars í fullari
ferð við at draga frá restini. HB spældi javnt í
trupla útidystinum á Toftum, og hóast tað er
svárt at missa 31 leiðslu, so man talan vera um
úrslit, sum HBlegan væl kann liva við móti
formsterku toftamonnunum. Víkingur vann
aftur í grannauppgerðini, men skaðar merkjast
væl hjá tunna hópinum.
Stóra brakið komandi umfarið – sum tó ikki
verður fyrr enn um tvær vikur – verður, tá NSÍ
vitjar í Havn. Higar til hevur NSÍ vunnið allar
sínar útidystir, og halda tey hagtølini, eru útlit
fyri, at oddurin tá telur tvey og kanska trý –
lið, sum øll eru ájøvn í stigum.
Í botninum er myndin framvegis, at KÍ er
púrasta avbyrgt, og meðan 07 Vestur roynir at
vinna seg upp um ÍF. Og ansar B36 sær ikki,
kann árstalsfelagið eisini gerast partur av tí
bólkinum. Ikki minst, tá hugsað verður um, at
teir báðir næstu dystirnir eru móti ÍF og KÍ.
Hesa ferð tapti B36 á Argjum, har eingi tekin
um niðurflytingarvanda eru at hóma. Tvørtur
ímóti hevur AB við einum einstøkum undantaki
prógvað, at teir kunnu geva einum og hvørjum
liði í deildini dygga mótstøðu. Ikki minst á
Argjum, har tað bert er Víkingur, sum hevur
vunnið í ár.