týsdagur 2. juni 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 101 - 2. juni 2009 ]
Bestubitar úr
3. hálvleiki
Niðanfyri eru
nøkur av teimum
mongu SMS’unum,
sum vórðu send til
3. hálvleik hjá Rás2
mánadagin. Besta
SMS’ið fær send
andi eitt gávukort
upp á 500 kr. frá
Bygma, og er hetta
tað SMS’ið, sum
stendur ovast
í røðini
»Argir havnamenn«
»Óli Olsen er ikki lìka
gòdur sum landkrabbi«
»Frensurin pissadi upp
eftir rygginum à tikar
anum...so er tad sagt«
»Uha uha, White
Tigers i ferd vid at
verda utruddadir i
Frensalandi«
»Samkensluskriv. HB
vit hava samkenslu vid
tykkum. B68 gjørdi
sama nr i Sarpugerdi
Heilsan 1 VIKINGUR«
»Enn einaferd prògv
andi vikingur at teir
eru betri enn if... Og
enn einaferd helvadi
ultras, red dragons av«
»Visti ikki at føstan var
so long men frenrarnir
klora og fýsa enn«
»Jògvan Martin hevur
ikki bara broytt spæli
stìlin hjà Vìkingi, men
eisini hugburdin hjà
teirra vidhaldsfòlki, tì
nù eru tey farin at
grenja um at mòtstøu
lini spæla for hart.«
»Hilmar jan segdi at
jàkup var seldur. Veit
nakar hvar hann er
farin..??..:P«
»Man Havnin ikki
hava skyldina av at KÌ
tapir alla tíðina? :)«
»Blàa bylgjan skoladi
ùt ì avløbid. Medan
vespurnar stungu vid
byrjan og enda.«
Tá hvørki FC Hoyvík
ella TB fingu fult
burtur úr sínum
dystum, yvirhálaði
HB tey og legði
seg á odda
í 1. deild
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Framvegis er ikki til at siga,
hvussu tað fer at spæla av í
næstbestu mansdeildini í
fótbólti, tá hon eina ferð
endar í heyst. Til tað eru
avrikini alt ov óstøðug og
eingin favorittur hómast í
havsbrúnni.
Fremstu kandidatarnir í
løtuni, FC Hoyvík og TB,
høvdu
møguleikan
at
styrkja um sína støðu í
oddanum í 10. umfari leyg
ardagin, men bæði snávaðu,
tá hoyvíkingar taptu og
tvørámenn
bert
fingu
javnleik. Heldur ikki B71
slapp undan at seta stig til.
Hinvegin
hevur
VB/
Sumba nú aftur fingið fatur
í rætta endanum, eftir at
liðið bert hevði fingið eitt
stig síðstu tríggjar dystirnar,
og tað kann verða so skjótt,
at VB/Sumba er við heilt
har frammi.
NSÍ og Víkingur, sum
ikki
kunnu
flyta
upp
allíkavæl, liggja oman fyri
niðurflytingarstrikuna,
meðan Skála og serliga MB
stríðast í botninum.
Vunnu í minniluta
Dysturin í Gundadali var
bara fimm minuttir gamal,
tá
Christian
Restorff
Mouritsen fekk reyða kortið
fyri hevnissøku, og tí mátti
HB spæla so at siga allan
dystin við einum manni í
minniluta. Hetta var tó ikki
nóg mikið til at forða
havnarfelagnum í at vinna
dystin og oddasessin.
Steffan Frederiksberg gav
annars unga Skálaliðnum
góða byrjan, tá hann skoraði
til 10, men í fyrra hálvleiki
javnaði Rani Debes Christ
iansen
við
brotssparki,
áðrenn hann í seinna hálv
leiki staðfesti sigurin við
einum góðum langskoti.
Rani kundi gjørt sigurin
uppaftur tryggari, tá hann
ímóti endanum aftur skjeyt
brotsspark,
men
Eyðun
Ryggshamar í Skálamáli
num bjargaði. Ímóti endan
um kundi Skála eisini kom
ið afturíaftur, tí tvær ferðir
stakk bólturin í stongina
aftan fyri Marcin David…
Oddaliðið fall
Leygardagin hevði oddaliðið
úr Hoyvík vitjan av teimum
næstbestu hjá Víkingi, sum
eina ferð fyrr hava vunnið á
FC Hoyvík, og tað gjørdu
teir aftur hesa ferð. Hetta eru
teir einastu sigrar higartil hjá
teimum ljósabláu.
Mitt í fyrra hálvleiki
skoraði Per Gregersen til 1
0, og kundi Víkingur fara
til hálvleiks við einari fult
uppibornari leiðslu, tí liðið
hevði verið klárt betri fyrstu
45 minuttirnar.
Eftir steðgin spenti FC
Hoyvík seg út og vendi
dystinum, men hóast greiða
yvirvág í spæli og upp
løgdum
málmøguleikum,
spurdist einki burturúr. Í
staðin endaði eitt mótálop
hjá Víkingi fimm minuttir
fyri tíð við einum brots
sparki, sum Bárður Hansen
setti í kassan, og so var
sigurin vísur.
Dramatiskur endi
TB, sum ikki hevur verið
partur av bestu mansdeildini
síðani 2005, er eitt av
feløgunum, ið livir í vónini
um aftur at koma upp
millum tey bestu. Men ikki
gongst heilt eftir vild – og
tað gjørdi tað heldur ikki
leygardagin.
Í dystinum í Runavík
ímóti NSÍ vóru tað vertirnir,
sum høvdu teir heldur betru
kjansirnar fyri steðgin, men
sum seinni hálvleikur leið,
økti TB trýstið. Tó kom ikki
hol á fyrr enn í 89. minutti,
tá Petur Mortensen legði
TB á odda 10 eftir sending
frá Joseph Bassene.
Nú
skuldi
alt
verið
avgjørt, men NSÍ kastaði í
einari desperatari roynd alt
fram, og í triðja minutti av
yvirtíðini spurdist eitt brots
spark burturúr, sum Øssur
Dalbúð kundi seta inn, so
dysturin fekk ein dramat
iskan enda og altso endaði
við javnleiki 11.
Jøvn miðjulið
B68
hevði
vitjan
á
Svangaskarði av B71, men
fyrsta hálva tíman vóru tað
toftamenn, sum sótu á
øllum. Áðrenn 10 minuttir
vóru farnir, hevði umskúlaði
miðverjin, Oddur Højgaard,
sum nú er framherji, skorað
til bæði 10 og 20.
Ikki
fyrr
enn
síðsta
korterið av fyrra hálvleiki
raknaðu gestirnir við, og
beint fyri hálvleik vísti
Clayton Soares, at hann
helst
er
ov
góður
til
næstbestu deildina, tá hann
minkaði um munin.
Tað var eisini hann, sum
mitt í seinna hálvleiki
javnaði fyri B71, sum nú
hevði fingið fótin fyri seg
og sat á tí mesta. Men hóast
tað, so mundi javnleikurin
vera eitt úrslit, ið samsvaraði
væl við samanløgdu avrik
ini hjá liðunum.
Kundu vunnið meira
VB/Sumba hevur ikki júst
havt eydnuna við sær í
síðstuni, men dysturin í
Miðvági var ein lítil vend, tí
har vann VB/Sumba ein
sannførandi sigur á MB,
sum framvegis bara hevur
fingið tvey stig.
Hartmann Hansen legði
VB/Sumba á odda tíðliga í
fyrra hálvleiki, og tá hálvur
tími var spældur, økti Palli
Augustinussen til 20. 10
minuttir inn í seinna hálvleik
minkaði Jón Poulsen um
munin, men mótbrekkan var
tung hjá MB, sum um sama
fekk ein mann útvístan.
Gestirnir høvdu nógvar
møguleikar og fingu eisini
tvey mál kolldømd, umframt
at bæði lið raktu træverkið,
men tað var ikki fyrr enn í
yvirtíðini, at Henning Joen
sen kundi tryggja VB/
Sumba sigurin og trý týdn
ingarmikil stig, so liðið aft
ur er í nánd av oddanum.
HB á næstbesta oddasessinum
Hóast ein mann í minniluta í 85 minuttir,
vunnu teir næstbestu hjá HB heimadystin ímóti
Skála, og av tí at bæði FC Hoyvík og TB settu
stig til leygardagin, er HB nú oddalið í 1. deild
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Menchov vann í Italia
Russiski Denis Menchov vann sunnudagin stóru
súkklukappingina, Giro d’Italia. Á seinasta teinin
um, sum var ein einkultstartur, var tó um reppið,
at tað gekk galið. Menchev reyk í vátu flísurnar á
seinasta kilometrinum, men ein hjálpari var nær
hendis, og so eydnaðist tað 31 ára gamla súkklar
anum at vinna sín fyrsta sigur í stóru italsku kapp
ingini. Undan hesum hevur Menchov tvær ferðir
vunnið Vuelta a España.
Spæla í Graz og í Guingamp
Nú er ásett, hvar útidystirnir hjá føroyska Alandsliðnum í fót
bólti móti Eysturríki og Fraklandi verða spældir í ár. Í Eysturríki
verður spælt á UPC Arena í Graz, og er tann dysturin 5. Septemb
er. UPC Arena er heimavøllur hjá Sturm Graz og Grazer AK.
Tann 10. oktober spæla Føroyar í Fraklandi, og verður tann dyst
urin í Guingamp, sum liggur í útnyrðingshorninum av Fraklandi,
Bretagne, tætt við Ermasundsstrondina. Fýra dagar seinni spælir
landsliðið á útivølli móti Rumenia.