Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast vit ofta nýta Keyp mannahavn til eina millumlending, so er høvuðsstaðurin í Danmørk væl verdur at vitja Vit seta ofta Keypmannahavn í sam band við eitt stað, har vit eru noydd at fara. Vit lesa, vitja familju ella millumlenda fyri at koma til heit ari himmalhválv. Men tímir tú ik ki ógvusliga hitan sunnanfyri, ella hevur nakrar dagar eyka, so er Keyp­ manna havn ein deiligur býur. Tað eru rættiliga nógvir møgu leik­ ar at vitja. Har er lítla havfrúgvin, ráð hús plássið, rundatorn, Tivoli, planet ar ium, eksperimentarium, djóra garð og so framvegis. Og kennist visakortið ov tjúkt, so er tað upplagt at fara í Fields, á Strøgið, á Fiskatorgið og Amager­ sentrið, har tú sjálvandi fært tynt eitt sindur um tað. Keypmannahavn er somuleiðis ein veldigur býur í so máta, at har er ein rúgva av føroyingum, so tú kenn ir ivaleyst onkran, har tú kanst beita mannin saman við børnunum, meðan tú sjálv gongur við visa korti­ num hjá honum á strøgnum, og keyp ir jólagávurnar til teg sjálva. Fert tú við familjuni, so er altíð stutt ligt at ganga ein túr í býnum, og tosa um, hvørjar av gøtunum børn ini ofta hava keypt í Matador, og so kunnu tey eisini læra, hví ráð hús­ plássið er dýrasta gøtan í spælinum, áðr enn tit seta tykkum væl til rættis á Jensens Bøfhus, har tú kanst eta so nógvan ís, sum tú vilt, ella eitt ann að stað í miðbýnum í hugnaliga umhvørvisvinarliga býnum. Ein annar stórur fyrimunur við Keyp manna havn, í mun til aðrar býir, er at Danmark hevur eina serstakliga góða skipan við almennum flutningi, so tá tú setir teg í tokið frá Kastrup til hovedbanegården, so kanst tú við góðari samvitsku hugsa um um­ hvørvið. Næstseinasti møguleikin, ið her verð ur nevndur, er sjálvandi at nýta Keypmannahavn til basa fyri øðr um lítlum ferðum. Til Noregs við Oslo­ bátinum, til Svøríkis yvir um Oyra­ sund, har brúgvin er ein sonn sjón í sær sjálvum, samstundis, sum tað al tíð ber til at taka tokið á túrinum nið ur gjøgnum Evropa, tá tú veruliga hev u r góða tíð. Skeldast tú og maðurin nakað nógv í løtuni, so ber eisini til at rýma til Keypmannahavnar saman í eitt viku skifti. Býurin er romantiskur sum fáur, við øllum teimum gomlu støðu num tit kunnu vitja, og so inn á hotellið, har ongin skal hugsa um morgun mat, døgverða ella nakað ann að, ið hoyrir vanliga dagliga stríð num til. So tær nýtist ikki neyðturviliga at vera noydd til Danmarkar at lesa ella læra, fyri at kunna njóta deiligu Keypmannahavn, sum lokalu ferða­ stovur nar hava doypt stórbýin. Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Áðrenn tú fert til Keyp­ manna havnar er altíð eitt hugskot at vitja heima síðuna, www. visit copen hagen.com, har tú kanst kanna, hvat gongur fyri seg í bý num, samstundis, sum eitt stórt arbeiði verður lagt í at greiða frá, júst hvørj­ ar møguleikar tú og tín familja hevur. Keypmannahavn Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ráðhúsplássið er altíð eitt gott stað at byrja, um tú ikki reiðiliga veitst, hvat tit skulu finna uppá í deiligu Keypmannahavn Oyrasundsbrúgvin er eitt meistaraverk, sum eigur at skoðast, hóast tit ikki hava ætlanir at fara yvir um Vika 23: Leiðin til Keypmannahavn 8 síður við spenn­ andi tilfarið um summar Tann deiliga Keypmannahavn