Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 102 • 1. juni 2009 2 Tivoli í Keyp manna­ havn er nakað heilt ser ligt. Tú kanst enn­ tá detta uppeftir Tú hevur staðið í kø í næstan ein tíma. Sólin bakar, og tú kennir, hvussu kroppurin hungrar eftir vatni. Brádliga fara tey beint frammanfyri teg eitt sindur fram. Nú er sloppið. Har stendur hon. Blíða daman við kurluta ljósa hárinum. Hon biður tær vælkomnum at sessast, og so ger hon teg fastan. Tú fært at vita, hvat er loyvt og ikki loyvt. Tað er gloymt, hvussu tystur tú ert. Tú sært bara hetta: Ein flúgvari, tú sjálvur sleppur at stýra. Soleiðis! tær nýtist ikki at fara í kríggj fyri at sleppa at flúgva. Nú er tú ordiliga spentur. Hyggur eitt sindur at stýripinninum. Altíð gott at hava ein tílíkan. So fert tað í gongd. Fyrst rættiliga spakuliga, og síðani skjótari og skjótari. Tit mala, snúra og økja ferðina, og við hvørt, so detta tit uppeftir eisini. So er liðugt. Ferðin minkar. Tú skalt niður aftur, so onkur annar sleppur at royna at flúgva í onkran minutt av lívinum. Tú hugsar. Stóð eg í kø í ein tíma til hatta? Sjálvandi, tú kundi funnið uppá at gera tað einaferð enn. Men konan sær út, sum at hon ætlar sær víðari, og tað má heldur fylgjast. Men Vertigo í Tivoli, tað er ikki so galið. Nú var hasin stuttleikin liðugur, men Tivoli í Keypmannahavn er ikki bara teir ógvusligastu túrarnir. Har eru nærum endaleyst við matstovum, og tað ber altíð til at finna sær okkurt leskandi. Eisini seinnu túrarnir eru. Tað ber til at vitja heimin hjá H.C. Andersen, tá tit seta tykkum í flúgvandi kuffertini. Radiobilarnir eru altíð eitt hitt, so mamma líka kann vísa, at hon eisini dugir, og beiggjarnir kunnu kappast um at renna mest á pápa. Og Tivoli er ikki nakað bara bara. Setir tú ein tíma av til tað, so kanst tú næstan spara tær, tí Tivoli er ein dagsgerningur. Tú kanst vera har frá morgni til myrkurs uttan at keða teg, samstundis, sum øll fáa rørt seg eina rúgvu. Og nú vit eru við hasi flippini, sum eru í løtuni, so hevur Tivoli avtalu við DONG, sum hevur við sær, at Tivoli koyrir so grønt, sum yvirhøvur gjørligt, so tú skalt ikki hava ringa samvitsku, tá tú grýtir teg inn í Vertigo, sum kastar teg langt upp í luftina. Tivoli hevur gjørt samstarvsavtalu við DONG, og tí er ein vindmylla í Tivoli Eru tit heppin, so sleppa tit at møta Tivoli vaktunum, sum altíð eru blíðar Inngongdirnar til Tivoli eru ikki ringar at finna, og tað er ikki løgið, tá staðið næstan er hjartað í Keypmannahavn Keypmannahavn Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vertigo er staðið, har tú veruliga sleppir at detta uppeftir. Hetta og »Det gyldne Tårn« eru ógvusligastu tingini, tú kanst royna