Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 213 - 3. november 2001 Nr. 213 - 3. november 2001 3 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu og stuðlaðu okkum, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara, Rudolf Tausen Vági doyði og varð jarðaður Tøkk fyri vísta samkenslu, fyri blómur og heilsanir, fyri gávur til eldrabýlið og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Brynhild Tøkk Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu, tá ið elskaði sonur, beiggi og mammubeiggi okkara Eiler Sonni Danielsen andaðist og varð jarðaður. Takk fyri sýnda samkenslu og umsorgan, fyri alla hjálp, blómuheilsanir, uppringingar, brøv og til tykkum, ið fylgdu Eiler til hansara seinasta hvíldarstað. Sofía, Bjarni, Beinta og Mariann FØÐINGARDAGUR Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Hetta vikuskiftið er stórt føðingardagshald í SMS. Tað er tí SMS nú fyllir 24 ár, og verður hetta hátíðar- hildið við einum stórum braki. Byrjað varð longu fyrra- partin í gjár, tá kakao, køkur og Pop Top vóru at fáa á torginum. Eisini fingu børnini ókeypis ballónir. Tá klokkan var umleið 10.30 var torgið fult av fólki í øllum aldri. Dag- røktir, barnagarðar og enntá heilir skúlaflokkar høvdu leitað sær niðan í SMS í kuldanum fyrrapartin í gjár. Ikki kann sigast annað enn, at heldur trongligt var á torginum við øllum barna- vognum, ballónunum og innkeypsvognunum, tí øll vildu fáa sín part. Klokkan 11.00 var undir- hald fyri børn á skránni. Angela úr Fres, klovnurin Hannibal og búktalarin Absalon við dukkunum, Nikláa og Korneliusi komu á pallin at vísa síni kynstur. Føðingardagurin hjá SMS heldur fram í dag. Klokkan 14.00 vera Angela og Hannibal saman við Fjotta og Bobo aftur á pall- inum. Klokkan 16.00 fær SMS vitjan av Trølla Pæturi og Trølla ommuni og teimum fýra fjørugentunum. Eisini fer Trølla Pætur at býta út ókeypis plakatir til børnini. Whauu SMS heili 24 ár Norröna hevði stórar trupulleikar at sleppa frá bryggju í Havn, tá hon beint eftir midnátt legði leiðina til Danmarkar. Í nógva vindinum rak skipið inn í krókin undir Skipafelagnum, og bæði hekka og stevni tóku í land ÓHAPP Eirikur Lindenskov Áki Bertholdsen Tað mundi endað galið, tá ið Norröna legði frá bryggju í Havn seint hó- skvøldið. Skúmarin hjá Skipa- smiðjuni var og hjálpti No- rrönu at sleppa frá bryggju í nógva vindinum, men av eini ella aðrari orsøk sleptu teir endanum ov tíðliga, og skipið rak inn í krókin und- ir Havnarskrivstovuni, og bæði hekka og stevni tóku land. Hekkan tók í bryggjuna undir Skipafelagnum, með- an stevnið tók í molan. Innan fyri skipið lá út- róðrarbáturin Tindur, sum var í vanda fyri at verða kroystur í spønir. Fyri at tryggja seg móti hesum, varð reyvin á Nor- rønu bundin í bryggjuna, meðan Skúmarin royndi at fáa stevnið leyst av molan- um aftur. Bógskrúvurnar mólu við fullari ferð, og Skúmarin gav alt hann átti. So fór skipið einar tveir metrar út frá, men so kom ein hvirla, og skipið rak innaftur. So- leiðis gekk á eina góða løtu, til vindurin gav eitt andarhald, og so glapp. Skúmarin hálaði stevnið so langt burtur frá molanum, sum til bar, og so setti Nor- röna fulla ferð út um molan. Nakrar skoynur sóust á bakborðshorninum á reyv- ini, men hvussu var statt við kúluni á stevninum, sóu vit sum eygnavitni ikki... Nakað av vindi Tað var nakað av vindi í Havn hóskvøldið. Hann var útsynningur vestan í ættini. Veðurstøðin upplýsir, at klokkan seks hóskvøldið, var vindmegin 16 metrar um sekundið, við hvirlum upp í 24 metrar um sekundið. Á midnátt, beint tá ið Norrøna skuldi fara, var vindmegin 17 metrar um sekundið við hvirlum upp í 26 metrar um sekundið. Sama vindferðin var máld á Havnarskrivstovuni. Hon heldur at líkindini vóru vánalig, tí vindurin lá beint inn á síðuna og tá ið vindurin er so nógvur, kann tað vera so skjótt, at trupul- leikar standast av. Annars halda teir ikki, at hetta var so nógv at gera nakað burturúr. – Hetta var eitt óhapp av tí slagnum, sum av og á henda í eini havn, verður sagt av Havnarskrivstovuni. Haðani verður eisini sagt, at skaðin, sum bryggjan hevur fingið, er nevnivert. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Smyril Line, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár. Norröna bar við land C M Y K 3 2 Møguleika at velja... Eitt hav av møguleikum liggur fyri framman. Ein kapitalpensjón gevur tær frælsi og møguleika at velja. Støkk inn á gólvið og fá meir at vita… www.sparikassin.fo www.reproz.com