Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 213 - 3. november 2001 Nr. 213 - 3. november 2001 5 Við nýggja formann- inum verður Sjálv- stýrisflokkurin ein meira høgravendur og meira loysingar- sinnaður flokkur, enn hann hevur veirð í 100 ár. Og samstundis minka møguleikarnir fyir at samstarva við allar flokkar á tingi, metir formaðurin í Javnaðarflokkinum FORMANSSKIFTI Edvard Joensen Møguleikarnir hjá sjálv- stýrisflokkinum fyri at samstarva við allar flokkar, sum hann higartil hevur gjørt, fara at minka mun- andi við nýggja formann- inum, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum. Jóannes Eidesgaard, for- maður í Javnaðarflokk- inum, sigur, at tað er iva- leyst, at Sjálvstýrisflokk- urin eftir formansskiftið fer at broyta skap. Hann held- ur, at tann leikluturin, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur havt sum tann flokkur, sum hevur kunnað samstarvað allastaðni í føroyskum politikki, fer at hvørva við nýggja formanninum, Sám- ali Peturi í Grund. Hansara persónligu po- litisku hugsanir fara at mynda flokki, sigur Jó- annes Eidesgaard. Og tær eru nógv meira loysinga- sinnaðar og høgravendar, enn Sjálvstýrisflokkurin nakrantíð hevur verið tey næstan 100 árini, hann hevur verið til. Jóannes Eidesgaard vísir aftur gitingum um, at Javn- aðarflokkurin hevur boðið Helenu Dam á Neystabø upp í flokkin. – Skemtar tú? spyr hann, og tekur aftur í aftur, at tað hevur als ikki verið við- gjørt. Hann var eins ov- farin, tá hann frætti, at hon ikki stillar upp aftur til formansvalið í Sjálvstýris- flokkinum, sum flestu onnur vóru. Helena Dam á Neystabø var annars virkin limur í Javnaðarflokkinum til fram móti valinum í 1990, tá hon skifti til Sjálvstýrisflokkin. – Men vendir hon sær til okkara, verður tað viðgjørt eins og allar aðrar áheitanir og uppskot, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Samstarvsmøguleikarnir minka FORMANSVAL Jan Müller Varamaðurin hjá Helenu Dam á Neystabø og ting- maður í nøkur ár, Jákup Sverre Kass, sum er í lestrarørindum í Danmark, heldur gongdina í flokk- inum verða sera óhepna, nú tá Helena Dam á Neystabø hevur tikið seg aftur sum formaður. Hann heldur tað skapar óstabilitet at hava formansval so oftani. Tað burdi kanska ikki verið hvørt ár. Fyrrverandi tingmaðurin viðgongur, at tey bæði fylla nógv hvør sær, og tí er kanska ilt at koma uttan um slíkar hendingar. Sjálvur hevur hann sitið sum varamarður hjá Helenu í trý ár og sigur hann seg hava lært nógv av henni. Uppá fyrispurning um tað ikki er óheppið at fáa eitt slíkt stríð í flokkinum nú undan tveimum valum sigur Jákup Sverre Kass, at man kann ikki seta seg uppímóti, at lokalfeløg vilja skjóta onnur upp til formansvalevni. Hann dyl- ur tó ikki fyri, avgerðin hjá Sámal Petur í Grund at stilla uppaftur móti Helenu so stutt eftir síðsta for- mansval av onkrum kann uppfatast sum at hann er við at seta kílar í flokkin. - Men eru tað limir, sum vilja hava eitt skifti, so kann man ikki forða fyri tí. Tá má tað vera upp til valevnini at gera av. Jákup Sverre Kass heldur tað vera óheppið, um úrslitið av øllum hesum verður, at flokkurin stillar upp til fólkatingsvalið uttan Helenu. –Tá má flokkurin so ístaðin hava okkurt sera gott kort í ermuni skal hann koma væl frá einum vali. Jákup Sverre Kass heldur ikki, at avgerðin hjá Helenu at taka seg aftur sum for- mann nýtist at merkja, at hon fer at taka seg úr flokkinum. Hann vísir her til gongdina í Sambands- flokkinum, har Edmund Joensen varð koppaður. Fyri tað fór hann ikki úr flokkinum. – Eg trúgvi neyvan Helena fer at taka seg úr flokkinum eftir at hava tænt honum í nærum 11 ár. Sum formaður hevur hon verið rættiliga bundin av at marknaðarføra alt landið. Nú fær hon lagt seg meira eftir sínum egna valdømi. – Fer Sámal Petur at klára at marknaðarføra flokkin eins væl og Helena: – Nú fær hann so møgu- leikan. Hann vísti góð evni í so máta, tá hann var landssstýrismaður í 90- unum. Men fer Helena úr flokkinum, so fara vit at missa eina stóra persónlig- heit. Missa persónligheit fer Helena Jákup Sverre Kass, varamaður hjá Helene Dam á Neystabø heldur tað vera sera óheppið við formansvali so oftani Formaðurin í Lands- felag Sjálvstýris- floksins lýsir støðuna, sum komin er í, nú Helena Dam á Neystabø hevur tikið seg aftur sum for- mansvalevni floksins, sum opið stríð. Og tað er sera óheppið FLOKSSTRÍÐ Edvard Joensen Tað er opið innanhýsis stríð millum báðar løg- tingslimir Sjálvstýrisflok- sins, sambært formannin- um í Landsfelag Sjálv- stýrisfloksins, Edvardi Her- mansen. Og tað er sera óheppið og fer ikki at gagna flokkinum, sigur hann. Edvard Hermansen dylur ikki fyri, hvørjum parti hann er í. Hann er í part- inum hjá skjótt fyrrverandi formanninum, Helenu Dam á Neystabø, sigur hann. – Eg skilji væl støðuna, hon hevur tikið, sigur Ed- vard Hermansen. Men tað fer ikki at gagna flokkin- um, at opið stríð millum tveir framstandandi per- sónar kemur so týðuliga til sjóndar, sum tað ger her. Helena Dam á Neystabø hevur ikki fingið tann stuðul, hon hevur uppiborið og havt fyri neyðini, sigur Edvard Hermansen, sum ikki heldur Sámal Petur í Grund hava staðið nóg manniliga, síðan hann gjørdist landsstýrismaður. – Hann hevur alt og ofta bara skákað sær undan við teirri undanførslu, at hetta ella hatta var hent, áðrenn hann tók við sum lands- stýrismaður, og sostat lagt ábyrgdina yvir á Helenu Dam á Neystabø, sum sat undan honum. Harvið hev- ur hann - heldur enn at stuðlað henni - lagt upp aftur meira politiskt trýst á hana, sigur Edvard Her- mansen, formaður í Lands- felag Sjálvstýrisfloksins. Tað er greitt, at hetta málið fer at verða tikið upp á landsfundinum hjá flokk- inum í Klaksvík. Formað- urin í Landsfelagnum væntar, at aðalfundurin kanksa fer at verða styttur nakað, meðan sjálvur landsfundurin fer at gerast heldur longri, tí hetta málið kemur til viðgerðar. Men um hvat flokkurin kann gera við hetta málið á landsfundinum í Klaksvík í dag, sigur Edvard Herman- sen, at her er ikki so nógv at taka støðu til. Helena hevur tikið sína avgerð, og hon verður neyvan broytt, vænt- ar hann, hóast hann per- sónliga kundið hugsað sær hana broytta. Edvard Hermansen tykist ivast eitt sindur í, um Sámal Petur í Grund nú man hava so øgiligan stuðul aftan fyri seg, tá saman um kemur. Og landsformaðurin er rættiliga bangin fyri, at hóast Helena Dam á Neystabø tók seg aftur við júst teirri grundgeving, at hon ikki vildi skaða flokkin við einum stríðsvali, fer hetta, sum nú er hent, at skaða flokkin álvarsliga. Óheppið við opnum stríði Fer Sjálvstýrisflokk- urin at stilla upp til fólkatingsval, veðru tað uttan Helenu Dam á Neystabø á Listanum. Stríðið um formnassessin hevur gjørt, at hon stillar ikki upp til fólkatingsvalið, sigur hon FLOKSSTRÍÐ Edvard Joensen Helena Dam á Neystabø fer ikki at stilla upp til fólka- ringsvalið, hóast áheitanir fara at koma um tað. Hon hevur gjørt av, at hon stillar ikki upp, og harvið veðrur tað, sigur hon. Orsøkin er støðan í samband við for- mansvalið í flokkinum. Um hon fer at stilla upp til løgtingsvalið, er ein spurningur, sum fer at verða avgjørdur millum hana og Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag í næstum, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon fer framhaldandi at virka í Løgtinginum fyri tí, sum tænir Sjálvstýrisflokk- inum best, hetta sum eftir er av valskeiðnum, sigur hon. Hvørt hon ætlar at stilla upp aðrastðani enn fyri Sjálvstýrisflokkin til kom- andi løgtingsval, hevur Helena Dam á Neystabø onga viðmekring til. Men hon noktar blankt fyri, at nakar annar flokkur enn Sjálvstýrisflokkurin hevur heitt á hana um at stilla upp til valið. Um politisku hugsjónir sínar sigur hon, at hon framvegis er sera sjálv- stýrishugað, eins og hon er av teirri áskoðan, at tær tyngstu byrðarnar skulu leggjast á breiðastu herð- arnar. Fráboðanin Helena Dam á Neystabø sigur, at hon tók avgerðina um ikki at stilla upp til formansvalið mikukvøldið. Avgerðin er persónlig, og hon er ikki tikin í samráð við eitt nú landsfelagið ella aðrar politiskar stuðlar. Hósdagin boðaði hon landsnevndini og øðrum frá, hvat hon hevði gjørt av. Fráboðanin var stutt og ljóðaði soleiðis: Til Landsnevndina fyri Sjálvstýrisflokkin v/ Edvardi Hermansen, formanni Fyri einari tíð síðani vórðu viðtøkurnar fyri flokkin broyttar soleiðis, at floks- formaðurin skuldi veljast beinleiðis á landsfundi. Tvey valevni vóru til tað fyrsta valið, sum var í februar í ár. Eg varð vald sum formaður við teprum meiriluta, má sigast. Fyri flokkin standa veld- ugar avbjóðingar fyri framman, og eg haldi ikki, nú bara eitt gott hálvt ár eftir seinasta formansval, at tað gagnar flokkinum aftur at hava kampval um formanssessin, har ið útlit eru til, at tann, ið verður valdur, aftur verður valdur við teprum meiriluta. Tískil fari eg við hesum at boða landsnevndini frá, at eg taki meg aftur sum formansvalevni á lands- fundinum í Klaksvík tann 3. november 2001. Eg fari at nýta høvi til at takka landsnevndini fyri góðan stuðul og gott sam- starv, meðan eg havi verið formaður. Viðsjálvstýriskvøðu Helena Dam á Neystabø Einki endamál Tað tænir ongum sum helst endamáli at liggja og stríð- ast um ein formanssess í Sjálvstýrisflokkinum. Tað ger bara flokkin veikari, sigur Helena Dam á Neystabø. At ein formaður verður valdur á einum landsfundi við einum tveimum at- kvøðum meira enn mót- valevni, týðir ikki upp á nakran sterkan leiðara, sigur Helena Dam á Neystabø. Og hon hevur ikki hug til at sita sum floksformaður við teirri vitan, at næstan helvtin av flokkinum ikki vil hava hana. Hon ásannar, at hon hevur fingið onkra einstaka áheitan um at broyta støðu, men tað verður ikki gjørt. Tá hon hevur hildið formansfrágreiðingina í Klaksvík, eru uppgávur hennara sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum sum so lidnar, sigur hon. Eingin Helena á listanum Edvard Hermansen, formaður í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins, heldur, at Sámal Petur í Grund hevur skulkað sær undan ov nógvum politiskum trupulleikum, síðan hann gjørdist landsstýrismaður Helena Dam á Neystabø verður ikki á einum møguligum Sjálvstýrislista til fólkatingsvalið C M Y K 5 4 Einasti handil í landinum, sum til eina og hvørja tíð nøktar tín tørv, tá ið vit tosa um reingerð A. H. Jensen Stoffalág 25 · tlf.: 322676 · fax: 318101 e-mail: a_jensen@post.olivant.fo alt innan reingerð