leygardagur 3. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 213 - 3. november 2001
Nr. 213 - 3. november 2001
7
Hóast allir flokkar
ikki enn hava tikið
støðu til, um teir
stilla upp til fólka-
tingsvalið 20.
november, so skyldast
hetta ikki, at uttan-
flokkalistar ella aðrar
politiskir flokkar, enn
teir á tingi, fara at
stilla upp. Lógin hei-
milar bert flokkum á
tingi og einstakling-
um uttanflokka at
stilla upp
FÓLKATINGSVAL
Heri á Rógvi
Fólkatingsval er sett at vera
20. november í hesum árin-
um. Hetta merkir, at polit-
isku flokkarnir fáa skund
við at skipa fyri sínum
valstríði, og summir skulu
eisini líka avgera, um teir
yvirhøvur stilla upp, hóast
ábendingar eru um, at allir
flokkar á tingi fara at stilla
upp til fólkatingsvalið.
Men nú er tað heldur ikki
soleiðis, at aðrir flokkar
enn teir á tingi skulu gerast
sær stórvegis tankar um at
stilla upp. Tað er eisini lítið
sannlíkt, at ein politiskur
flokkur uttanfyri løgtingið
klárar at fáa síni viðurskifti
í rættlag, soleiðis at klárt
hevði verið at stilla upp til
fólkatingsvalið um stívliga
tríggjar vikur.
Tað er ríkislóg nr. 458
um
fólkatingsval
í
Føroyum,
sum
ásetur
hvussu skal farast fram í
sambandi við fólkatingsval
í Føroyum.
Lógin tilskilar, at tað eru
flokkar
umboðaðir
á
Føroya Løgtingið, sum
kunnu stilla upp til valið.
Eisini kunnu einstaklingar
stilla upp uttanflokka, men
tað ber ikki til hjá hesum at
stilla upp saman á einum
lista, um teir skuldu ynskt
tað.
Hetta merkir, at eitt nú
Verkamannafylgingin, sum
við næstseinasta fólka-
tingsval mundi gjørt eitt
rættiligt tak við Øssuri
Winthereig á odda, ikki
hevði kunnað gjørt tað
sama hesa ferð.
Søgan sigur okkum, at
fleiri einstaklingar hava
stillað upp uttanflokka, og
onkur av hesum hevur eis-
ini stillað upp á listasam-
gongu við politiskan flokk,
og hetta hevur eisini verið
avgerðandi onkuntíð. Hetta
ber tó heldur ikki til á hes-
um komandi fólkatingsval-
inum, sambært galdandi
lóg. Hetta merkir, at tað
ikki hevði verið, um teir
skuldu ynskt tað soleiðis,
hjá eitt nú Javnaðar- og
Sambandsflokkinum
og
Fólka- og Tjóðveldisflokk-
inum, at sligið seg saman á
ein lista. Í øllum førum ikki
uttan so, at fólkafloksmenn
eitt nú hoppaðu yvir á tjóð-
veldislistan, og sambands-
menn 20. november gjørd-
ust javnaðarmenn.
Tað er heldur ikki nakað
mark fyri, hvussu nógv val-
evni skulu vera á hvørjum
flokslista sær, ella hvussu
nógvir einstaklingar kunnu
stilla upp uttanflokka. Eitt
uttanflokka valevni skal
hava millum 150 og 200
stillarar aftanfyri seg.
Eisini fólkafloksmenn
fara til Klaksvíkar
leygardagin á lands-
fund. Umframt
vanligu skránna,
verður eisini Bent
Jensen, sum skal
kanna skjalagoymsl-
urnar eystanfyri fyri
føroyingar, við sum
gestarøðari. Somu-
leiðis verður komandi
fólkatingsval eisini á
skránni
LANDSFUNDUR
Heri á Rógvi
Áhugin at halda fundir í
Klaksvík er rættiliga stórur
fyri
tíðina.
Sjálvstýrisflokkurin hevur
kunngjørt, at hann ætlar at
halda landsfund í Klaksvík
leygardagin.
Einki
formansval verður eftir
øllum at døma á skránni hjá
teimum.
Fólkaflokkurin hevur sett
teirra landsfund á skránna
leygardagin,
og
hann
verður eisini í Klaksvík.
Tað er einki yvir at dylja, at
Fólkaflokkurin leingi hevur
verið og er sera sterkur í
Norðoyggjum, og harvið
Klaksvík. Í løtuni hevur
flokkurin
tveir
løgtingsmenn úr Klaksvík,
Rúnu Sivertsen, varamaður
fyri Anfinn Kallsberg, og
Jógvan við Keldu.
Landsfundurin er settur
at byrja leygardagin kl. 10 í
Tekniska Skúla í Klaksvík.
Á skránni er, sambært
heimasíðuni hjá flokkinum,
At starvsnevndi greiðir frá
virkseminum hjá felagnum
farna árið og eisini kemur
formaðurin
við
einari
politiskari frásøgn. Eftir
hvat skilst, so plaga lands-
stýris- og løgtingsmenn
floksins eisini at taka til
orðanna á landsfundinum.
Gestarøðin á fundinum
verður Bent Jensen. Hann
gjørdist kendur í Føroyum,
tá ið hann varð tilnevndur
at kanna skjalagoymslur
fyri føroyingar eystanfyri,
t.e. einamest gamla Sovjet-
samveldið. Hann er til
dagligt professari, og hevur
drúgvar
royndir
innan
kanningar av tílíkum slagi.
Hann hevur eisini skrivað
eina bók um Bornholm
undir Kalda krígnum, sum
kallast Bjørnen og Haren.
Tað var eisini eitt sindur av
rokið, tá ið hann varð
tilnevndur, og síðani hevur
ikki nógv verið at hoyrt frá
honum. Tað verður í øllum
førum spennandi at hoyra,
hvat hann hevur at siga.
Óli Breckman, formaður
fyri Fólkaflokkin, sigur, at
landsfundirnir hjá Fólka-
flokkinum ikki eru millum
teir mest dramatisku. Tað
verður mest orienterað á
fundinum,
og
einasti
dramatikkurin
verður
møguliga gjøgnum kjaki.
Einki kampval stendur á
skránni leygardagin. For-
maðurin sigur, at eru so-
mikið jarðbundin, at alt
gongur fyri seg hovliga í
besta forstáilsi. Heldur
einki valupplegg sum Fólk-
ið fyrst verður lagt fram á
fundinum, ikki meira enn at
tosað verður um, hvussu
flokkurin
skal
gera
í
sambandi við komandi
valini, greiðir Óli Breck-
man frá.
Um kvøldið, eftir fundin,
verður døgurði. Landsfund-
urin er fyri øll fólkafloks-
áhugaði, verður upplýst av
skrivstovuni hjá flokkinum.
Eingir uttanflokkalistar
Zakarias Wang er higartil tann seinasti í røðini av einstaklingum uttanflokka, sum hava stillað
upp til fólkatingsvalið. Hann stillar ikki upp einsamallur hesa ferð. Lógin heimilar ikki
listasamgongum ella flokkum uttanfyri løgtingið at stilla upp.
Fólkaflokkurin landsfund leygardagin
Fólkafloksmenn og kvinnur eru í dag í
Klaksvík á landsfundi. Formaðurin í
flokkinum væntar ein róligan fund.
C
M
Y
K
7
6