Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 102 - 2. juni 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð hálshøgdur umleið ár 300. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Eitt mentanartiltak verður á Eysturoyar Røktar- og Ellis- heimi týskvøldið, har tví- burarnir Marnar og Árni Andreasen fara at syngja og spæla. Mentanartiltøkini á Eyst- uroyar Røktar- og Ellisheimi halda fram. Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu, verður skipað fyri fleiri ymiskum almennum ment- anartiltøkum á heiminum. Í kvøld 2. juni kl. 19.30 syngja og spæla brøðurnir tvíburarnir Marnar og Árni Andreasen í kantinuni á heiminum. Mentanartiltakið er tað fjórða av fleiri. Fyrsta til- takið var 24. mars, tá Kingo- bólkurin úr Tjørnuvík sang, næsta tiltakið var 22. apríl, tá sangkreftir úr Fuglafirði sungu, triðja tiltakið var mikukvøldið 22. mai, tá Dansifelagið á Látrinum á Eiði framførdi dans og dansispøl. Nú er tað so tví- burarnir Marnar og Árni Andreasen, sum fara at syngja og spæla. Aftaná mentanartiltakið týskvøldið verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Marnar og Árni í Runavík Í døgunum 2. til 6. juni hava fimm kvinnur lista- framsýning á Torginum í SMS. Tær fimm eru: Dagny Tróndheim, Astrid Mourit- sen, Sigga Petersen, Gull- Britt Hansen og Lydia Peter- sen. Tær hava allar málað í fleiri ár og luttikið á ymisk- um felagsframsýningum, eins og tær hava sýnt fram sjálvar og tvær og tvær. Felags fyri tær allar fimm er at tær eru úr Klaksvík. Talan er um eina sølu- framsýning, og málningarnir eru flest allir í akryl. Klaksvíkskvinnur í SMS Tær fimm sum hava listaframsýning í SMS f.v.: Gull-Britt Hansen, Lydia Petersen, Sigga Petersen, Astrid Mouritsen og Dagny Tróndheim Andlát og jarðarferðir Jógvan Jákup Gardar, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Nordborg í Danmark, andaðist hvítusunnudag í Norð- borg, 67 ára gamal. Thorstein Johannesen, ættaður úr Hvalvík, búsitandi á Fyn, and- aðist fríggjadagin 74 ár. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14 úr Vissenbjerg kirkju. Tey, ið vilja minnast Thor- stein, kunnu lata eina gávu til Dansk indre- missjón. Niels Hansen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hvítusunnu- aftan, 38 ára gamal. Farið verður úr Kapellinum mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hós- dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Niels, kunnu lata eina gávu á konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Rætting Vit skrivaðu fríggjadagin, at Linda fekk fimm stjørnur frá ungdómsblaðnum VI UNGE, men tað var ein mis- skiljing. Talan var um eina raitingskipan, har lesarin hevur møguleika at geva greinunum stjørnur. VI UNGE hevur ikki ummælt fløguna, sum kemur á gøtuna í dag 2. juni. -red Linda syngur í Tivoli Í kvøld, týskvøldið 2. juni, frá kl. 18.45 syngur X Fac- tor vinnarin Linda Andrews á “Plænen” í Tivoli í sam- bandi við nýggju fløguna ”Into The Light”, sum kem- ur út í dag. www.tivoli.dk Tvíburarnir Marnar og Árni Andreasen