Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 2. juni 2009 33 Dátt kom tað við, tá ið vit frættu, at Kristianna var farin haðani – bert 57 ára gomul. Kristianna setti altíð sín dám á, tá ið hon var í frítíðarklubbanum, har hon var virkin í áratíggju. Altíð var hon í góðum lag, og um tað ikki altíð gekst heilt eftir vild, tók hon tað altíð við einum smíli og megnaði at fáa tað besta og stuttliga burturúr. Kristianna var ættað úr Sumba, og hetta kendist eisini aftur á sinni hennara. Hon dugdi bæði at vera speisk, at flenna at sær sjálvum og at siga tingini beint fram. Kristianna var altíð blíð og jalig og fírdi ikki fyri at rósa fólki. Um onkur hevði bundið eitthvørt vakurt, var Kristianna skjót at rósa arbeiðnum. Um onkur hevði bakað eina góða køku, var hon skjót við fyrstu góðu viðmerkingini. Kristianna arbeiddi í Drotning Ingridar Barnagarði í 33 ár. Sein­ asta árið á Verkstaðnum Vón. Hetta lýsir á ein góðan hátt virk­ isfúsi hennara, og vit vita, at hon var sera glað fyri at arbeiða. Eis­ ini var hon íðin í kvøldskúla og í virksemi hjá ÍSB. Vit í frítíðar­ klubbanum merktu eisini til henn­ ara ídni, tí Kristianna tók fegin lut í nevndararbeiðnum í frítíðar­ klubbanum. Hóast hon í seinastuni var sjúk, var hon sum altíð sera røsk. So seint sum 10. mars vóru vit við frítíðarklubbanum í Nólsoy og vitjaðu. Her var Kristianna við og tuskaði runt oynna við okkum. Seinasta kvøldið, hon var í klubba – 12. mars – var hon so birg, at hon spældi spælið Mastermind. Tá var ikki gott at vera fyri. Einki er at ivast í, at saknur verður í Kristionnu. Ein stólur er tómur, røddin er tagnað. Men altíð fara vit at minnast Kristi­ onnu fyri tað, hon var: Ein viti, ið lýsti, tá dimmið trongdi á; ein drangur, ið helt, tá ið sjógvarnr brutu og ein rødd, ið hoyrdist millum suð og sjóð. Okkara hugur leitar eisini til beiggjan Vagn, ið var so góður við Kristionnu, og sum var henn­ ara stuðul eins og hon var hans­ ara. Gott er at vita, at hon nú hvíl­ ir í friði og hevur tað gott, har hon er. Vit minnast øll Kristionnu við takksemi. Vinir í Frítíðarklubbanum Minningarorð um Kristionnu Kjærbo f. 26. juli 1951, d. 2. mai 2009. Tann 1. juni 1989 avgjørdi Føroya Landsstýri, at ikki longur var loyvt at roykja á almennum stovnum. Síðan tá er lógin herd, og í dag er ikki loyvt at roykja á almennum støð­ um yvirhøvur. Hendan greinin stóð í blaðnum “Trygd & Trivni” hjá Arbeiðseftir­ litinum í 1993. Roykiforboð í 20 ár Hóskvøldið 28. mai 2009 var stovnandi aðalfundur í nýggja felagnum, Vina­ felagið Føroyar ­ Ísrael. Samstundis fóru tey bæði gomlu feløgini, Ísraelsfelag­ ið og Vinir Ísraels í søguna. Nógv fólk møtti á fundinum, og nýggja felagið hevur upp ímóti 400 limir. Endamál felagsins er at stuðla Ísrael og at virka fyri góðum samstarvi millum Føroyar og Ísrael. Hesi vóru vald í nevndina: Dánjal Poulsen, formaður, Jákup S. Joensen, næstfor­ maður, Rikka Øregaard, kassameistari, Klæmint Weihe, skrivari, Svenning av Lofti og Óli Jacobsen. Vara­ limir eru Katrin Isfeld og Ragnar S. Olsen. Jóannes á Váli er grannskoðari felags­ ins. Ein partur av arbeiðinum hjá felagnum verður umveg­ is heimasíðuna www.shalom. fo, har felagið fer at upplýsa um virksemi sítt og um Ísrael og viðurskiftini har. Felagið byggir á kristiligt grundstøði og øll sum eru vinir Ísraels kunnu gerast limir. Til ber at tekna seg sum lim við telduposti til: danjal@travel.fo. Vinafelagið Føroyar - Ísrael Nevndin í nýggja felagnum, Vinafelagið Føroyar - Ísrael: F.v. Klæmint Weihe, skrivari, Óli Jacobsen, Jákup S. Joensen, næstfor- maður, Dánjal Poulsen, formaður, Rikka Øregaard, kassameistari og Svenning av Lofti. Eykalimir í felagnum eru Katrin Isfeld og Ragnar S. Olsen nøvn