Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 102 - 2. juni 2009 lýsingar Hey allar tit, ið hava gingið til handarbeiði hjá Jessie Høgagarð í Tofta kvøldskúla. Ætlanin er at gera eina minnisframsýning um Jessie Høgagarð tann 6. og 7. juni 2009. Í hesum sambandi fara vit at biðja um at fáa tvey av teimum handarbeiðum, tit hava gjørt á kvøldskúla hjá Jessie í Tofta skúla - kanska eitt gamalt og eitt nýggjari. Vit gleða okkum at gera hesa framsýning, men hon kann bert gerast áhugaverd og fjølbroytt við tykkara hjálp. Handarbeiðið kann latast inn í Tofta skúla hósdagin 4. juni frá kl. 19 – 22 og fríggjadagin 5. juni frá kl. 9 – 12. Meiri fæst at vita við at ringja til Mariu Rasmussen tlf.: 447833. Framsýningin umfatar eisini ymiskt kvøldskúla- arbeiði veturin 2008/2009 og næmingaarbeiði hjá 3. – 7. flokki í Tofta skúla. Tofta Kvøldskúli T e l e F o n 4 4 7 3 3 2 Bygningur á Hjalla til sølu Kann brúkast til handil, skrivstovur, verkstað o.a. Fígging kann evt. útvegast. Tel. 21 73 00 · lp@ognir.fo Tvingsilssøla Týsdagin tann 23. juni 2009, kl. 14:00 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin nýggj tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 102a, Søldarfjørður (AS nr. 2- 1/2009). Hægsta boðið á 1. tvingsilssøluni var kr. 5.000,00. Matr.nr. 102a, Søldar- fjørður, ið liggur Oman á Sand 15, er ein vinnu- bygningur og sambært tryggingarskjalinum fyri bygningin er bygda økið 564 m2 í tveimum hæddum. Samlaða grundøkið er 2.294 m2. Bygningurin hevur verið nýttur til HVS- innlegging, blikksmíð, smásølu av jarnvørum og framleiðslu. Bygningurin er annars innrættaður soleiðis: Miðhædd: Trappugongd upp til miðhæddina. Á mið- hæddini er eitt handils- høli, tríggjar skrivstov- ur, goymslurúm, køkur, musikrúm, vesi og køk- ur. Bygningurin er stoyptur og partvís beklæddur. Vindeyguni eru plast- ikk og takið er av stáli. Tvingsilssølan er um- biðin av Ingi Højgaard, adv., v/Mimi Steintórs- dóttir, adv. ft., Advo- katfelagið við Strond 4, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 8800808), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur Tvey atgongumerkir til Mötley Crüe konsert í KB-Hallen 10. Juni eru til sølu fyri 495,- kr. pr stk. ÁHugaði ringið Á 220022 Mötley Crüe konsert www.sosialurin.fo Lesið -tað loysir seg Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 598599)