mikudagur 3. juni 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 103 - 3. juni 2009
Bjarti Mohr vil als
ikki vita av, at tað er
hann, ið skal hava
ábyrgdina av at
trolarin Casablanka
liggur sum hann
liggur. – Føroyska
felagið hevur bert
leigað skipið út.
Russar hava tveitt
hesa uppgávu yvir á
okkum uttan at gjalda
eina krónu, sigur
Bjarti Mohr
Casablanka
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroyskt
átti
trolarin
Casablanka hevur í skjótt
tvey ár ligið við bryggju í
Noregi. Bót á 300.000
norskar krónur fyri ólóg
ligan fiskiskap var orsøkin
til, at trolarin varð lagdur í
arrest í Ålesund. Men bótin
varð ongantíð goldin, og
trolarin við manning varð
liggjandi.
Nú hava norskir lokal
myndugleikar fingið nokk
av trolaranum, ið hevur
ligið og gnagað gummi í
síðan juli 2007, uttan at
hava goldið havnargjald.
Teir vilja sleppa av við hesa
flótandi umhvørvisbumb
una, sum umhvørvisráð
gevin í Ålesund Kommunu,
Gunnar
Godø,
kallar
trolaran. So gjarna vilja teir
sleppa av við Casablanka,
at teir hótta við at ognartaka
og selja trolaran á tvingsils
sølu, ger eigarin ikki vart
við seg sum skjótast.
Leigðu bara skipið út
Tað er Bjarti Mohr, ið
umvegis Sp/f 01.03.2007,
betri kent sum Selberg, er
eigari av trolaranum Casa
blanka. Men hann vil als
ikki vita av nakrari ábyrgd
fyri at trolarin liggur fyri
vág og vind í Noregi. Sam
bært honum hevur Casa
blanka verið í charter hjá
einum russiskum felag í
meira enn tvey ár.
Føroyska felagið, sum
eigur Casablanka, hevur
bara leigað sjálvt skipið út,
og tað eru russar, sum hava
skyldu til at halda skipið og
at halda avtalurnar við
manning,
havnamyndug
leikar og so framvegis. Vit
hava als einki við hatta at
gera, sigur Bjarti Mohr.
Ætlaðu nokk
ongantíð at fiska
Tað var á vári í 2007 at
felagið Selberg leigaði skip
ið út til eitt russiskt felag í
Murmansk.
Hvussu
tað
felagið eitur, minnist Bjarti
Mohr ikki heilt, okkurt við
Northern Research, sum tó
er farið á húsagang nú.
Tað mundi verða stokkut
gleði hjá russiska felagnum
at leiga Casablanka. Í maj
mánaði 2007 lá trolarin,
sambært heimasíðuni hjá
Jóanis Nielsen, við bryggju
í
Miðvági,
og
væntar
havnarmeistarin,
Ventzel
Nattestad, at skipið verður
liggjandi í út við tveir
mánaðir.
Tveir mánaðir eftir, í juli
2007, verður trolarin tikin
fyri ólógligan fiskiskap í
norskum sjógvi, og lagdur í
arrest í Ålesund Kommunu.
Men sambært Bjarta Mohr
var ætlanin nokk ikki at
skipið skuldi til fiskiskap.
Teir høvdu eina kvotu,
sum teir ikki fingu brúkt, tí
teir einki skip høvdu. Tí
leigaðu teir Casablanka.
Men ætlanin var nokk
ongantíð at fiska nakað
serligt. Tað
var
onkur
teknisk manøvra, sum teir
skuldu gera, fyri at kunna
brúka
kvotuna,
greiðir
Bjarti Mohr frá.
Russar hildu ikki
skyldurnar
Bjarti Mohr greiðir eisini
frá, at russiska felagið ikki
hevur hildið sínar skyldur
móti felagnum hjá Casa
blanka, og at teir tí hava
sagt
avtaluna
upp
við
russiska felagið.
Nær varð henda avtalan
uppsøgd?
Tað minnist eg ikki
heilt, men tað var einaferð í
desember,
sigur
Bjarti
Mohr.
Tú sigur, at russarnir ikki
høvdu hildið sínar skyldur
móti
felagnum
hjá
Casablanka?
Nei, teir hava ikki so
mikið sum goldið eina
krónu,
staðfestir
Bjarti
Mohr.
Hvussu eitt skip kann
verða útleigað í næstan tvey
ár, uttan at felagið fær eina
krónu afturfyri at leiga skip
ið út, kann tykjast ógvuliga
løgið. Men sambært Bjarta
Mohr hava russar tó ikki
einki givið afturfyri leiguna.
Teir hava gjørt bátin í
stand, tað skulu teir eiga.
Og eg havi roknað tað uppí
sum leigu, staðfestir Bjarti
Mohr.
Fyri hálvum ári síðani
var vælvildin hjá Bjarta
Mohr tó uppi, og segði hann
leigusáttmálan við russiska
felagið upp.
Ábyrgdin aftur á
føroyskum hondum
Leigusáttmálin við russiska
felagið í Murmansk, sum
leigaði Casablanka, er altso
sagdur upp í desember
mánaði,
við
hálvt
ára
uppsagnartíð.
Sostatt er ábyrgdin av
Casablanka, ið enn liggur
við bryggju í Noregi, aftur
á føroyskum hondum. Og
Bjarti Mohr væntar eisini at
málið verður loyst skjótt.
Tað er eingin ivi um, at
russar hava tveitt hesa
uppgávu yvir á føroyska
felagið, uttan at gjalda eina
krónu. Men vit arbeiða við
at fáa málið loyst so skjótt
til ber, sigur Bjarti Mohr.
Eftir ætlan fara teir yvir
til Noreg eftir bátinum
skjótt, og ætlanin er so at
selja bátin.
Men hvussu verður við
útreiðslunum, ið norsku
myndugleikarnir hava havt
av Casablanka, er ikki til at
vita, tí Bjarti Mohr ætlar so
einki at gjalda.
Tað eru russar, ið eiga
hasa bótina. Eg fari so ikki
at betala hana, staðfestir
Bjarti Mohr.
Hetta kann tó gerast ein
torfør uppgáva at loysa.
Norska
løgreglan
loysti
nevniliga skipið úr arrestini
fyri kortum, eftir at teir
høvdu fingið trygd fyri
kravinum
við
at
taka
veðhald í skipinum.
Bjarti skjýtur ábyrgdina
eftir russum
Síðan juli 2007 hevur Casablanka, ella
Hallarklettur, sum hann eitur í Skipalistanum,
ligið í arrest í Noregi, eitt nú við hesa keiina. Skipið
lekur, og norskir myndugleikar vilja sleppa av við
tað skjótast. Tí hava teir loyst skipið úr arrestini við
at taka veðhald í tí fyri bótini. Bjarti Mohr, ið eigur
skipið, skjýtur hinvegin alla ábyrgdina fyri at skipið
liggur sum tað liggur, yvir á russiska felagið, ið
leigaði skipið. Tað felagið er farið á húsagang
mynd: Staale Wattø, Sunnmørsposten
Meiri toskur í Eystrasalti
Fiskimenn í Eystrasalti kunnu fegnast um, at teir sleppa at fiska
meiri tosk næsta ár enn í ár. ICES hevur boðað frá, at toska
stovnurin í Eystrasalti er so mikið væl fyri, at tað er ráðiligt at
økja toskakvotuna 8,6 prosent í vestara parti av Eystrasalti og
heili 15 prosent í tí eystara partinum. ICES hevur harafturímóti
ikki tann besta boðskapin um sildina í Eystrasalti, men mælir til
at skarva 28 prosent av verandi kvotu. Tað sama sigur ICES um
brislingakvotuna. Fiskimálaráðharrarnir í ESlondunum fara
seinni í ár at taka støðu til kvoturnar í Eystrasalti næsta ár, og
ætlandi fellur avgerðin síðst í oktober, sigur DR.
Ryanair hevur hall
Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur ilt við at halda flognum í
hesum krepputíðum. Roknskapurin seinasta roknskaparár end
aði tann 31. mars, vísir, at Ryanair hevði 169 milliónir evrur í
halli seinasta roknskaparár. Tað má sigast at vera ein stór broyt
ing samanborið við roknskaparárið undan, tí tá hevði Ryanair
390 milliónir evrur í avlopi. Um tað vánaliga úrslitið í fjør sigur
Ryanair, at tað komst serliga av dýrum brennievni og trupulleik
um hjá flogfelagnum Air Lingus, sum Ryanair eigur í. Ryanair
flutti 15 prosent fleiri ferðafólk seinasta roknskaparár, og
inntøkurnar øktust 8,5 prosent.