mikudagur 3. juni 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 103 - 3. juni 2009
IA bleiv sum væntað
tann stóri sigurs
harrin á grønlendska
landstingsvalinum
í gjár, og valsigurin
fer eftir øllum at
døma at elva til eitt
skifti í grønlendskum
politikki
Val í Grønlandi
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað gekk sum væntað á
grønlendska
landstings
valinum í gjár. Tann seinasta
veljarakanningin segði, at
IA fór at fáa umleið 44
prosent av atkvøðunum, og
tá uppteljingin var liðug í
nátt, hevði flokkurin fingið
43,7 prosent. Tað er ein
framgongd upp á 23,3
prosentstig samanborið við
valið í 2005. Tað stóra at
kvøðutalið gevur IA 14 av
teimum 31 tinglimunum.
Siumut fekk 26,5 prosent
av atkvøðunum ella 3,9
prosentstig minni enn sein
ast. Flokkkurin fær níggju
umboð í Landstingið.
Atassut fekk 10,9 prosent,
sum var heili 8,1 prosentstig
minni enn í 2005 og tríggjar
tinglimir, og Demokratarnir
fingu 12,9 prosent, sum var
9,9 prosentstig minni enn í
2005. Flokkurin hevur nú
fýra tinglimir.
Katusseqatigiit
Partiiat
ella
Kandidatflokkurin
slapp júst upp um minsta
markið við 3,9 prosentum
og fekk ein tinglim, meðan
Sorlaat Partiiat bleiv ov
stuttur við 1,3 prosenti.
71,3 prosent av teimum
grønlendsku
veljarunum
vóru á vali í gjár.
Uttan um Siumut
Tað tykist greitt, at val
úrslitið fer at elva til eitt
skifti
í
grønlendskum
landspolitikki, tí formaðurin
í IA, Kuupik Kleist, hevur
sagt, at flokkurin fer ikki í
samgongu
saman
við
Siumut aftan á valið. Heldur
hann orð, og hugsar flokk
urin sum hann, er tað
sannlíkt, at Siumut noyðist
í andstøðu eftir at hava sitið
við valdið síðani 1979.
So leingi eg eri formaður
í IA, fer flokkurin ikki í
samgongu
við
Siumut,
segði Kuupik Kleist, eftir at
uppteljingin var liðug í nátt.
Hann vildi ikki siga, hvat
flokkurin so ger, men segði
tó, at hann er sinnaður at
samstarva við øll burtursæð
frá Siumut.
Okkara mál er framvegis
at fáa eitt so breitt samstarv
sum gjørligt í Landstingi
num. Valdið skal býtast
sundur, og tí fær andstøðan
eisini ábyrgd, segði IA
formaðurin við KNR í nátt.
Hann segði seg vænta, at
ein samgonga verður greið
innan átta dagar.
Hans Enoksen tapti
Ein av persónsuppgerðunum
á landstingsvalinum í gjár
var ímillum Hans Enoksen,
formann í Soiumut og lands
stýrisformann
og
floks
felagan Alequ Hammond,
fyrrverandi
landsstýris
kvinnu í fíggjarmálum.
Dysturin teirra millum
byrjaði undir valstríðnum,
tá Aleqa Hammond bjóðaði
sínum formanni av bæði
sum floksformanni og lands
stýrisformanni. Veljararnir
hildu eftir øllum at døma
við henni, tí á valinum í gjár
fekk Aleqa Hammond 1.033
persónligar atkvøður, meðan
Hans Enoksen fekk 1.002.
Tað merkir, at Hans
Enoksen misti helvtina av
sínum atkvøðum saman
borið við valið í 2005, sam
stundis sum Aleqa Hamm
ond tvífaldaði sítt atkvøðu
tal, og í nátt segði formað
urin, at hann er til reiðar at
fara frá, um flokkurin vil
hava annað fólk í hansara
stað.
IA meirilutan í Nuuk
Úrslitini úr teimum einstøku
valstøðunum vístu, at IA
fór at fáa eitt sera gott val,
og tá uppteljingin í Nuuk
var liðug, var tað greitt, at
talan var um ein veruligan
stórsigur.
IA fekk ikki færri enn 52
prosent av øllum atkvøð
unum í Nuuk og sostatt
meiri enn helmingin av
atkvøðunum. Framgongdin
í høvuðsstaðnum var heili
24,9 prosentstig, og tølini
hjá hinum flokkunum vístu,
at allir høvdu mist veljarar
til IA samanborið við valið
fyri
fýra
árum
síðani,
skrivar Sermitsiaq.
Tann størsti taparin í
Nuuk vóru Demokratarnir,
sum mistu 15,9 prosentstig.
Atassut misti 6,1 prosent,
og Siumut 2,9 prosent.
Sostatt hevur Siumut nú
bara 17,8 prosent av veljar
unum í gomlu háborgini.
Eitt skifti í grønlendskum politikki
Kupiik Kleist, eisini kallaður tann grønlendski Leonard Cohen, skal nú royna st skipa samgongu
Mynd: Polfoto
Hans Enoksen hevur verið
landsstýrisformaður í sjey ár,
men noyðist ætlandi frá eftir
ósigurin í gjár
Mynd: Polfoto
Kanska grøv Kleopatru
Fyri 2039 árum síðani doyði tann navnframa egyptiska
drotningin Kleopatra, og nú bendir okkurt á, at forn
frøðingar hava funnið grøv hennara. Við serligari
radaraútgerð hava fornfrøðingarnir leitað í templinum
Taposiris Magna, og kanningarnar haqva avdúkað trý
pláss, har Kleopatra kann verða jarðsett. Egyptisku
fornfrøðingarnir hava longu funnið eina standmynd av
teirri kendu drotningini og 22 gullmyntir við andliti
hennara á. Fornfrøðingarnir siga, at Kleopatra er
avmyndað sum ein vøkur kvinna.
Reykjavík stórt hall
Tórshavnar kommuna er ikki tann einasta høvuðsstaðarkomm
unan á okkara leiðum, sum hevði hall á roknskapinum í fjør.
Morgunblaðið visti í gjár at siga, at Reykjavíkar kommuna hevði
meiri enn 71 milliardir íslendskar krónur í halli í 2008. Sambært
blaðnum var hallið munandi størri enn ætlað. Reykjavík skyldar
eisini væl meiri enn fyri hálvum øðrum ári síðani, tí í fjør vaks
langtíðarskuldin hjá býnum úr 114 í 231 milliardir íslendskar
krónur. Morgunblaðið skrivar, at ovurstórt hall hjá orkufelagnum
Orkuveita Reykjavíkur var høvuðsorsøkin til tað stóra hallið hjá
íslendsku høvuðsstaðarkommuni í 2008.
8aW|mmm$WjbWdj_Y$\e
;_dl[]_i"h
Eghjg^cZggd`cVjg³aaVk\_³aY#
&#%%%Wa^\^g[ZgVhZaVg
i^ah³aj_ja^d\Vj\jhi
//+"#